rørdur, so hann ikki visti, um hann var førur fyri at siga nakað, men pallvandur sum hann er, so kom góð og skemtilig røða burturúr. Ljóðmur tók lut við sangi og eisini var felagssangur. Og so kundu fólk [...] verið sera virkin í eini 30 ? 40 ár. Hann byrjaði, tá hann fór á læraraskúla i sekstiárunum. Helt so fram, tá hann kom aftur til Vágs, har eittnú nýggjárshaldini við skemti og tættum vóru á skránni. Mangt [...] mangan táttin til sendingar í ÚF. Sum skilst, so er mangt yrkt til lokal tiltøk ella ymsar familjuveitslur. Tí er ikki alt sum kann gevast út og er talan tí um yrkingar í úrvali, sum nú koma í yrkingasavninum
er tosið fyrst og fremst um, hvussu liðið skal halda fast í oddasessinum. Einfaldasta uppskriftin til hetta er uttan iva at halda á fram við sigursrøðini. Komandi avbjóðingin í so máta er í Klaksvík, og [...] tí, at har kann talan gerast um eina uppgávu av teimum heilt truplu. Ikki minst, tí Stjørnan fer at seta alt inn uppá at fanga VB aftur, men tað eru tær so ikki einsamallar um at gera av. Dysturin í tølum [...] minuttirnar stóð longu 12-2 á máltalvuni, og tó at Kyndil eftir hetta fekk fylgt betri við, so var tað ongan tíð nær námind so, at gestirnir høvdu hug at hótta heimaliðið. Tvørturímóti var tað ferð eftir ferð sjónligt
dittaðu at bjóða seg fram til kappingina á Skálafjørðinum. Men hóast kappingin í vavi ikki er serliga stór, so tykist tað framvegis vera soleiðis, at tað er serligur spenningur um hesa kappingina. Kappingin [...] Kappingin var enn eina ferð sera tøtt. Bátarnir skiftust um at vera á odda, og so endaði tað, sum tað gjørdi á norðoyarstevnu. Eysturoyingurin vann, men munurin var ikki serliga stórur aftur til næstu bátarnar [...] aftanfyri Vestmenningin, og so vóru 26 sekund aftur til Nólsoyingin, sum hevði trupulleikar av at koma leysur av fasta startinum. Tætt í toppinum Eysturoyingurin gav beinanvegin boð um, at hann ætlaði sær at
sum skjótast. Um so er, at skúlamálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin vilja halda fram við at venda deyvað oyrað til í hesum máli, so má tað ábyrgdin hjá løgmanni at leggja seg út í málið, so álvarsligt er [...] rri og sjálvstýrismálaráðharri eru ?pott og panna? í fullveldismálinum, sum kemur fram um alt annað í samfelagnum, so er ikki ringt at gita, hvørjar avleiðingarnar verða í skúlamálinum. SKÚLIN og ungdómurin [...] millum skúlaverkið og landsstýrið er so mikið álvarslig, at andstøðan átti at tikið málið upp í tinginum og har útvegað sær neyðugu undirtøkuna fyri at fáa glið á málið, so børnini og tey ungu koma aftur í
á skrá í dag, so er tað helst tí, at samgongan og Sjálvstýrisflokkurin eru samd um, hvussu hetta skal fara fram, og tí er tað helst bara í miðlunum, at hetta møguliga formansvalið er so áhugavert. [...] hevur verið millum formannin í vinnunevndini og Tjóðveldi um formanssessin, eftir at tað kom fram, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skuldu skiftast um formanssessin. Fyrstu tvey árini skuldi Javnaðarflokkurin [...] fer fram nú, so er hetta helst mest fyri at arga. Fólkaflokkurin kendi seg órættvíst viðfarnan, tá samgongan ikki vilda velja nevndirnar umaftur fyri at Annika Olsen og Jákup Mikkelsen kundu býta um sess
verður helst einaferð í framtíðini. - Eg vænti, at vit fara at taka málið fram aftur um 1-2 ár, metir Irdi. Eingin ivi Tá málið um ætlaðu samanleggingina við Klaksvík var fyri, fylgdi Irdi eitt sindur við [...] goymdar hóttanir, um at “taka tit ikki við hesum tilboðnum her og nú, ja so fáa tit einki, tá tað einaferð verður aktuelt”. - Nei, slíkan politikk dámar mær ikki. Eg haldi, at tá tosað verður um samanlegging [...] partur av bygdaráðnum arbeitt við at gera eitt upplegg um økt samstarv millum Hvannasund og Klaksvík á mongum ymiskum økjum. Í hesum sambandi kom fram, at ein meiriluti í bygdaráðnum við varaborgarstjóranum
arbeiðsfriðin, sigur hann Tí vil hann siga so mikið, sum tað, at í vissum førum er talan um munandi broytingar. M.a. avspegla broyting-arnar tað, sum varð ført fram táið málið var til 1. viðgerðar í tinginum [...] oljuvinnuni. M.a. hevur vinnulívið ført fram, at tað eigur at standa beinleiðis í lógini, at alla vørur og veitingar til oljuvinnuna skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll. Eftir, hvat skilst [...] allar vørur og tænastur skulu um føroyskan kaikant, ella um føroyskan flogvøll. Tó kann landsstýrið gera frávik, men tað skal bara vera í undantaksføri. Tað, vinnunevndin hugsar um, er at landsstýrið kann t
Tordur Niclasen, um. Tað hevur leingi verið ynski um at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátar liggjandi í havnini á Eiði. Eitt nú at lata teimum el og vatn. Og nú verður tað so gjørt, sigur bo [...] eru um øll stykkini. Tvey kommunal vegaarbeiði eru eisni í gongd á Eiði. Avgerð er tikin um vetrarfriðing, sigur Tordur Niclasen, men tað praktiska í tí sambandinum er enn ikki komið upp á pláss. So sum [...] síðan, stendur tó enn tóm, hóast onkrar samráðingar hava verið við áhugað felag um at leiga hana frá kommununi. ?Og tað má tað so verða til, sigur borgarstjórin, tí kommunan fer ikki at reka nakað virksemi
løgtingslimum um álit um yrkisskeið. Talan er um eitt uppskot, sum mælir til víðfevnd eftirútbúgvingartilboð fyri øll, sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, antin um tey eru í arbeiði, men eisini um tey eru [...] saman í eina heild. Tað er serliga kostnaðurin, sum er áhugaverdur, tí um ein arbeiðsgevari verður biðin um at halda eitt skeið, so skal hann gera tað og eisini gjalda fyri tað. Nevndin kallar hesar mø [...] tosað um, at fólk, sum leingi hava arbeitt í vinnuni, kunnu brúkast sum lærarar. Eisini verður lagt upp til fjarundirvísing frá teimum smærru plássunum í Føroyum, og at brúka skúlar í útjaðarinum, so alt
felagið onga ítøkiliga meining um fullveldismálið enn, so hevur felagið eina greiða áskoðan um ymiskt, sum hongur uppí í tí. Eitt nú um fólkaatkvøðuna, sum vera skal um tær broytingar, sum skulu gerast [...] at tað var júst hetta, sum var í ferð við at henda. Tað, hann hugsar um, er alt tosið um privatisering og útlisitering, sum er so nógv uppi í tíðini og tað fer sjálvandi at raka limirnar í Starvsmannafelagnum [...] Sosialinum mikudagin greiddi Gunnleivur Dalsgarð frá, at eftir hansara tykki var enn alt ov lítið komið fram um, hvat tær ætlaðu broytingarnar í ríkisrættarligu støðuni heilt ítøkiliga bóru í sær, og fyrrenn tað