?Ístaðin fyri persónligt og politiskt kegl, er tað tað ógvuliga umráðandi, at politikarar tosa saman og royna at finna rætta felagsstevið.
Tað heldur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Og tað, hann sipar til, er fullveldismálið.
Eins og hjá flest øllum øðrum, hevur fullveldismálið stóran áhuga hjá fakfeløgunum, eisini Starvsmannafelagnum, sum fylgir gongdini gjølla.
Í Sosialinum mikudagin greiddi Gunnleivur Dalsgarð frá, at eftir hansara tykki var enn alt ov lítið komið fram um, hvat tær ætlaðu broytingarnar í ríkisrættarligu støðuni heilt ítøkiliga bóru í sær, og fyrrenn tað varð greitt, bar heldur ikki til at taka støðu til málið.
Men samstundis gjørdi hann eisini púra greitt, at Starvsmannafelagið fer ikki at góðtaka, at tær borgarligu kreftirnar brúka fullveldismálið sum skálkaskjól fyri at styrkja seg politiskt, so at tær fáa slúsa øll tey almennu samfelagsvirðini yvir á privatar hendur, so at tað samhaldsfasta samfelagið syndrast.
Og hann helt, at tað var nógv, sum bendi á, at tað var júst hetta, sum var í ferð við at henda.
Tað, hann hugsar um, er alt tosið um privatisering og útlisitering, sum er so nógv uppi í tíðini og tað fer sjálvandi at raka limirnar í Starvsmannafelagnum hart.
Breiður meiriluti hevur alstóran týdning
Men hevur Starvsmannafelagið onga ítøkiliga meining um fullveldismálið enn, so hevur felagið eina greiða áskoðan um ymiskt, sum hongur uppí í tí.
Eitt nú um fólkaatkvøðuna, sum vera skal um tær broytingar, sum skulu gerast.
Tá ið úrslitið av samráðingunum við donsku stjórnina kemur til fólksins dóm, hava ymsar meiningar verið um, hvussu stórur meiriluti skal verða fyri eini broyting, áðrenn hon kann gjøgnumførast.
Landsstýrið hevur alla tíðina ført fram, at bara yvir 50% av atkvøðunum eru fyri, er málið avgjørt. Hinvegin hava onnur ført fram, at tað er neyðugt við einum stórum meiriluta fyri at vissa, at málið veruliga hevur undirtøku hjá fólki yvirhøvur.
Og tað heldur Starvsmannafelagið eisini.
? Vit mugu halda fast um ta grundreglu, at ein meiriluti er ein meiriluti. Og tað er vandamikið at pilka við hesa grundregluni og at áseta onnur krøv til, hvussu stórur ein meirluti skal vera, fyri at eitt mál skal verða samtykt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
? Men hinvegin eigur tað at vera púra greitt, at skal ein grundleggjandi broyting gerast í okkara ríkisrættarligu støðu, er tað av alstórum týdningi fyri arbeiðslagið framyvir, at meiriluin fyri hesum broytingum er so stórur sum gjørligt ? bæði í løgtinginum, og í fólkinum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Gevist at geglast
Formaðurin í Starvsmannafelagnum leggur afturat, at tað eigur at bera til at finna eina breiða semju, tá ið flest allir partar siga seg vera sinnaðar fyri eini broyting.
? Men tíverri hevur orðaskiftið ímillum teir politisku flokkarnar higartil verið alt ov nógv merkt av vanligum persónligum og politiskum kegli og briksli og partapolitiskum markeringum.
Hann heldur, at í álvarsmálum, sum hesum, hevði tað verið meiri umráðandi at politikarar settu seg niður og funnu rætta, felagsstevið.
? Tað hevði í síðsta enda gagna okkum øllum , og tað má vera endamálið við broytingunum í ríkisfelagsskapinum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.