Eysturoyingur vardi borg á Skálafjørðinum

Hóast avbjóðararnir vóru fleiri, so eydnaðist tað Eysturoyinginum í heimasjógvi at vísa øllum hinum durafjórðingin

Luttøkan í kappingini millum 10?mannaførini hevur verið størri, enn hon er nú. Bara fimm manningar dittaðu at bjóða seg fram til kappingina á Skálafjørðinum. Men hóast kappingin í vavi ikki er serliga stór, so tykist tað framvegis vera soleiðis, at tað er serligur spenningur um hesa kappingina.
Kappingin var enn eina ferð sera tøtt. Bátarnir skiftust um at vera á odda, og so endaði tað, sum tað gjørdi á norðoyarstevnu. Eysturoyingurin vann, men munurin var ikki serliga stórur aftur til næstu bátarnar. Klaksvíkingur var eina hálva bátslongd frá fremsta plássinum, og Vestmenningur var ein skut aftanfyri Klaksvíkingin. Havnarbáturin var eina hálva bátslongd aftanfyri Vestmenningin, og so vóru 26 sekund aftur til Nólsoyingin, sum hevði trupulleikar av at koma leysur av fasta startinum.

Tætt í toppinum
Eysturoyingurin gav beinanvegin boð um, at hann ætlaði sær at vera við, har tað gekk fyri seg, og tað gjørdi Klaksvíkingurin eisini. Hesir báðir bátarnir fingu besta startspurtin, og tá teir komu á fimtan hundrað metra málið, var munurin framvegis einki serligur.
Umframt Nólsoyingin so hevði Havnarbáturin ilt við at standa seg í kappingini. Sammett við í fjør eru fýra nýggir menn komnir umborð á meistarabátin, sum ikki av álvara fór undir venjingina, fyrrenn teir komu aftur av Scilly oyggjunum. Havnarbáturin datt skjótt afturum teir fremstu, og hann vann seg ongantíð so frægt aftur, at hann kundi vera við, har tað gekk fyri seg.
Sær sjálvum líkur, so hevði Vestmenningurin einki serligan start. Men vestmenningar eru treiskir, og tá málið av Langanesi og inn undir pirin undir Lynfrost var meiri enn hálvrógvið, blandaði Vestmenningur seg uppí. Hann var fram ímóti at vera heilt frammi í spíssinum ta einu løtuna, men í síðsta enda vóru vestmenningar ikki nóg drúgvir.
Eysturoyingurin vann, men fleiri tykjast hava hug á oddasessinum, og alt talar fyri, at kappingin millum 10?mannaførini eisini fer at verða sera spennandi tær fýra ferðirnar, sum tað framvegis er eftir at kappast um FM heitið.