valt ikki at upplýsa býtið av kvinnum og monnum, ið hava søkt starvið. Tá tjóðarflogfelagið Atlantic Airways fyrr í summar setti ein nýggjan stjóra í starv, valdi nevndin at seta ein persón, ið ikki var [...] ar. Nevndarformaðurin í Føroya Tele útilokar ikki tann møguleikan, men undirstrikar at nevndin er sera glað fyri tær umsóknirnar, ið eru komnar til starvið. - Vit eru í løtuni í holt við at gjøgnumganga [...] ga allar umsóknirnar. Vit hava ikki í huga at seta nakran í starv, ið ikki er millum umsøkjararnar, men man veit aldrin. Vit eru tó sera glað fyri tær umsóknir, ið vit hava fingið.
betri í ár enn nøkur undanfarin ár. - Men, tað, sum vit sóu her í oynni, tá vit gingu skurðfjøllini, vísir, at støðan hjá lundanum ikki er góð, heldur ikki í ár. Hann heldur, at enn vantar nógv í, til vit [...] tað munandi betri í ár enn fleiri undanfarin ár, og at lundapisur yvirhøvur eru komnar undan. Óla Jákup úr Dímun er ikki maðurin, sum sigur, at hetta ikki er rætt, men hann er fullvísur í, at umstøðurnar [...] hjá lundanum í ár ikki hava verið so góðar, sum tær vóru, tá fuglurin hevði tað best. - Eg trúgvi, at tað er eitt sindur yvirdrivið, at lundin hevur havt tað so gott í ár, og at pisurnar sum heild eru
Løgreglan í Havn tók í nátt ein mann fyri harðskap. Tað var tíðliga í nátt, at løgreglan fekk fráboðan um harðskap í einum vertshúsi í Havn. Talan var um ein mann, sum hevði einum øðrum ein knýttan neva í andlitið [...] tá ið teir fullu í prát á verthúsinum, tá ið annar brádliga sló hin. Maðurin, sum sló, verður nú ákærdur fyri harðskap. Harðskapur verður ofta dømdur hart í rættinum og tað er ikki óvanligt, at tað kostar [...] kostar 30-40 dagar í geglinum at sláa onnur fólk við knýttum neva í andlitið. Men tá ið talan er um fólk, sum áður eru dømd fyri harðskap, er ikki óvanligt, at revsingin verður enn harðari.
serligt út í gáramorgunin, tá fjallmenn møttust undir Botnagarði klokkan átta. Men har var ikki so nógv at gera, tí tað er longu so nógv liðið út, og næsti leygardagur er ólavsøkuaftan, og tá var ikki væntað [...] líkindini ikki vóru av teimum bestu. Fyrraparturin var heldur einki at rópa hurrá fyri, tí hóast tað var klárt niðari við, var mjørki á oynni. Tí vistu menn heldur ikki, um alt var komið við í vestari gongu [...] og fingu einar 60 seyðir við sær, sum teir ikki fingu fyrru gonguna. Seinnaparturin skein sólin av tí allarbesta, so nólsoyingar kundu avgreiða sína royting í allar besta veðri. Um myndina kunnu vit sita
flogfarið í ordan. Hetta hendir av og á. Tað hendir seg meira enn so, at fuglur kemir í flogfarmotorar, men vandi var ikki á ferð, og ferðafólkini merktu ikki til trupulleikan. – Tað koma fuglar í motorin [...] fráferð um nátturðaleitið í gjár, var ikki frammi, fyrr enn klokkan var farin av midnátt. Tað var nýggjasta flogfarið í flotanum, Tita, ið skuldi flúgva túrin, men brek var uppdagað í flogfarinum, so tað fór [...] komin í motorin, og tá eru bestemtar mannagongdir, sum skulu fylgjast, sigur Johanna á Bergi. – Vit sendu eitt annað flogfar eftir teimum, og tey komu til Føroyar í øllum góðum. Vit eru eisini í gongd
alla koyringina hjá Bygdaleiðum í dag og boðini eru, at koyrt verður eftir ferðaætlanini í morgin. – Tað er eingin drift í morgun, tí skipini sigla ikki og bussarnir koyra ikki, sigur Marin Hentze Gaardlykke [...] ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. Smyril og Teistin hava avlýst allar túrar í morgun og í dag, og teir fara ikki í sigling fyrr enn seint seinnapartin. Eingin sigling er til Fugloyar og Svínoyar og [...] siglingarlíkindini góð, men at tað er ikki ráðiligt at manøvrera í Tórshavnar Havn í slíkum líkindum, sigur Marin Hentze Gaardlykke. Sam ætlar at gera eina roynd at fara í Kallsoyna, og eydnast tað, verður
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum segði í innslagi í kvf í kvøld, at hann ætlaði sær ikki at javnseta samkynd foreldur í barsilsskipanini. Okkum vitandi, er málið ikki umrøtt í flokkinum, og kom [...] við onnur foreldur í barsilsskipanini; um tað skal vera loyvt at fáa hjálp frá einum dulnevndum sáðgeva er ikki partur av málinum. Vit í Unga Samband vilja sláa fast, at vit taka IKKI undir við landsst [...] innslagið tí óvart á okkum. Próvførslan var, at tað eru so nógv børn sum hava tað torført, tí tey ikki vita hvør pápin er, men við tí próvførsluni skal eingin, eiheldur hinskynd, ið hava tað trupult at
stendur nú á brennistøðini á Sandvíkarhjalla klárur at koyra í pressuna. Bussurin hevur annars staðið til sølu hesa vikuna, men tað eydnaðist ikki Framtakinum at selja hann, hóast stórur áhugi var. Framtakið [...] góðum grundum ikki tørv á bussinum longur. Tá bussurin varð settur til sølu, spurdu vit Hall Hjalgrímsson Djurhuus, valevni fyri Framtakið, hvønn týdning bussurin hevur havt fyri flokkin í valstríðnum. [...] hava jú ikki havt pengar til plakatir. So tá vit hava verið og koyrt við honum, hava fólk vitað, hvat tað var fyri ein bussur. Hann hevur eisini verið øgiliga hentur at hava fyri at koma runt í valstríðnum
Men tað eydnaðist ikki. Hóast Lukasz Cieslewicz var við á dómaraseðlinum, var pólski leikarin ikki frískur nokk til at vera á vøllinum. Og tað verður Lukasz Cieslewicz heldur ikki restina av hesum ka [...] positivur og fari at arbeiða hart fram ímóti at koma í sama formin, sum eg var í áðrenn eg gjørdist skaddur, sigur Lukasz Cieslewicz. At Lukasz Cieslewicz ikki fer at spæla við B36 restina av hesum kappingarárinum [...] og má undir uppvenjing fyri at fáa knæðið gott aftur. - Eg havi meitt mær krossbandið, men tað er ikki slitið, og læknin sigur at eg skal undir uppvenjing komandi 2-3 mánaðirnar, soleiðis at eg vónandi
hevur hann ta støðu, at hann ikki vil hava nakað ferðavinnuvirksemi í sínum haga. Eisini Magnus Rasmussen, framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at vit sleppa ikki uttan um girðingarlógina, har [...] tað sigur, ongin kann fara í hagan uttan loyvi frá bóndanum, uttan tá ið gingið verður beinleiðis eftir bygdagøtunum. – Ognarrætturin er ikki vardur, tá ið fólk fáa rætt at fara í hagan, sum tey vilja og [...] og hvør skal avgera nær tað ikki er til ampa fyri bóndan ella náttúruna, spurdi hann. So skal hvørsmansrættur til at ganga í haganum, setast í gildi, má girðingarlógin broytast, sigur Magnus Rasmussen.