Sligin í andlitið við knýttum neva

Ein gamal kenningur hjá løgregluni tikin fyri harðskap í nátt

Løgreglan í Havn tók í nátt ein mann fyri harðskap.

 

Tað var tíðliga í nátt, at løgreglan fekk fráboðan um harðskap í einum vertshúsi í Havn.

 

Talan var um ein mann, sum hevði einum øðrum ein knýttan neva í andlitið.

 

Maðurin varð handtikin og hann varð koyrdur til Klaksvíkar at sita í varðhaldi.

 

Talan er um ein gamlan kenning hjá løgregluni, sum fleiri ferðir áður er tikin fyri harðskap.

 

Men løgreglan metir ikki, at grundarlag er fyri at varðhaldsfongslað hann, so hann verður leyslatin aftur.

 

Løgreglan veit ikki rættiliga, hví maðurin sló, men eftir tí, løgreglan veit fyribils  var harðskapurin púra ógrundaður, sum tey siga.

 

Teir báðir kendu ikki hvønn annan frammanundan. Men teir vóru báðir ávirkaður, tá ið teir fullu í prát á verthúsinum, tá ið annar brádliga sló hin.

Maðurin, sum sló, verður nú ákærdur fyri harðskap.

 

Harðskapur verður ofta dømdur hart í rættinum og tað er ikki óvanligt, at tað kostar 30-40 dagar í geglinum at sláa onnur fólk við knýttum neva í andlitið.

 

Men tá ið talan er um fólk, sum áður eru dømd fyri harðskap, er ikki óvanligt, at revsingin verður enn harðari.