Nógvar lundapisur deyðar í Stóru Dímun

- Tá vit hava rikið fram við bakkanum í heyst, hava vit sæð ógvuliga nógvar deyðar lundapisur, sigur Óla Jákup úr Dímun.

Tað hevur ljóðað, at lundin hevur havt tað munandi betri í ár enn fleiri undanfarin ár, og at lundapisur yvirhøvur eru komnar undan.

 

Óla Jákup úr Dímun er ikki maðurin, sum sigur, at hetta ikki er rætt, men hann er fullvísur í, at umstøðurnar hjá lundanum í ár ikki hava verið so góðar, sum tær vóru, tá fuglurin hevði tað best.

 

- Eg trúgvi, at tað er eitt sindur yvirdrivið, at lundin hevur havt tað so gott í ár, og at pisurnar sum heild eru komnar undan.

 

Hann sigur, at nú tey hava verið á fjalli í Stóru Dímun í heyst, hava tey sæð nógvar deyðar lundapisur.

 

- Tá vit hava rikið fram við bakkanum, hava vit sæð ógvuliga nógvar deyðar lundapisur.

 

Óla Jákup úr Dímun heldur, at kanska hevur lundin havt tað heldur betri í ár enn nøkur undanfarin ár.

 

- Men, tað, sum vit sóu her í oynni, tá vit gingu skurðfjøllini, vísir, at støðan hjá lundanum ikki er góð, heldur ikki í ár.

 

Hann heldur, at enn vantar nógv í, til vit kunnu siga, at støðan hjá lundanum hevur stabiliserað seg aftur.