Royting í allarbesta veðri

Nólsoyingar á fjalli: Tað sá einki serligt út í gáramorgunin, tá fjallmenn møttust undir Botnagarði klokkan átta.

Men har var ikki so nógv at gera, tí tað er longu so nógv liðið út, og næsti leygardagur er ólavsøkuaftan, og tá var ikki væntað, at nógv fólk var at taka av.

 

Tí var gjørt av at fara avstað, sjálvt um líkindini ikki vóru av teimum bestu.

 

Fyrraparturin var heldur einki at rópa hurrá fyri, tí hóast tað var klárt niðari við, var mjørki á oynni.

 

Tí vistu menn heldur ikki, um alt var komið við í vestari gongu, tá hon var komin á rætt nakað seinni enn vanligt.

 

Men um miðdagin byrjaði at klárna, og áðrenn menn komu á rætt við Dalagonguni, skein sólin av einum skýfríum Himli.

 

Teir vóru farnir niðan á oynna aftur, og fingu einar 60 seyðir við sær, sum teir ikki fingu fyrru gonguna.

 

Seinnaparturin skein sólin av tí allarbesta, so nólsoyingar kundu avgreiða sína royting í allar besta veðri.

 

 

Um myndina kunnu vit sita, at tað vóru kvinnur og »svæklingar«, ið vóru eftir á rættini, tá fjallmenninir fóru eftir seinnu gongu