Samferðslan er steindeyð í morgun

Tað kemur ikki lív í fyrr enn seinnapartin, men eisini tá verður tað avmarkað

Illveðrið hetta vikuskiftið hevur stórar avleiðingar fyri samferðsluna. Á landi hevur Strandferðslan fyribils avlýst alla koyringina hjá Bygdaleiðum í dag og boðini eru, at koyrt verður eftir ferðaætlanini í morgin.

– Tað er eingin drift í morgun, tí skipini sigla ikki og bussarnir koyra ikki, sigur Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.

Smyril og Teistin hava avlýst allar túrar í morgun og í dag, og teir fara ikki í sigling fyrr enn seint seinnapartin. Eingin sigling er til Fugloyar og Svínoyar og eisini Jósup, sum siglur upp á Nólsoynna, hevur fyribils avlýst alla sigling.

Strandferðslan sigur, at hjá Smyrli eru siglingarlíkindini góð, men at tað er ikki ráðiligt at manøvrera í Tórshavnar Havn í slíkum líkindum, sigur Marin Hentze Gaardlykke.

Sam ætlar at gera eina roynd at fara í Kallsoyna, og eydnast tað, verður siglt eftir ferðaætlanini.

Eisini flogfør eru seinkað. Eitt flogfar, sum skuldi lenda stutt eftir døgverða, er sett at lenda seint seinnapartin.

Tað verður ringt veður í dag, og hóast tað hæsar av eftir døgverða, verður tað framvegis nógvur vindur. Tað verður ikki fyrrenn í kvøld, at veðrið batnar av álvara og tá er mestsum øll koyring hjá Bygdaleiðum kortini av nú um vikuskiftið.