fullkomiliga tók øll á bóli, tá ið tey spældu, so at takið næstan fór av bygdarhúsinum. Clickhaze vann umfarið í Vágunum, og tað er helst tann bólkurin, sum hevur tikið flest fólk á bóli. Seinasta innleiðandi [...] Hósvík, sum vann hetta umfarið, meðan kendi eysturoyarbólkurin Visible Fish fekk fatur á hinum finaluplássinum. Inni á Strondum noyddust so kendir bólkar sum Wild Child og Feedback at verða við undirlutan [...] bólkunum, sum man aldrin hevur sæð á palli áður. Hetta ger, at vit tilsamans hava eina góða og spennandi blanding av royndum og óroyndum, kendum og ókendum tónleikarum, ið fara á pallin í Norðurlandahúsinum til
at spælarar skifta millum feløg. Tá ið Stjørnan og Neistin leygardagin fara á vøllin, eru tað eisini fleiri, sum tá verða á hvør sínum liði, ið áður hava verið liðfelagar í onkrum heilt triðja felag. Til [...] úrsliti. - Tá ið vit spældu móti teimum í Klaksvík í landskappingini fyrr í kappingarárinum, høvdu vit takið á teimum størsta partin av dystinum, men mistu tó leiðsluna móti endanum. Eg eri sannførd um, at fáa [...] Stjørnuni, og tað hevur hon ikki angrað, nú hon leygardagin skal spæla steypafinalu fyri fullari høll á Hálsi. Marjun er hinvegin uppvaksin í Neistanum, men valdi at skifta til Kyndil í nøkur ár, men undan
hildið frí, sigur hann ikki sørt stoltur. Og í dag situr hann aftur í flogfarinum, á veg til kavaklødd lond, har hann ætlar sær at standa á skí í einar fjúrtan dagar. Hann er nøgdur við lívið sum handilsmaður [...] nú hann letur aftur, men sigur, at hann fer við einum smíli. ? Tá eg byrjaði var eg inni á botni, so flutti eg út á torgið og seinastu tíðina havi eg verið við úthurðina. ? Nú skundi eg mær sjálvur at fara [...] stívt av støvið og klæðini vóru grá, av somu orsøk. Støvið fært tú gratis Sjálvandi minnist Kári aftur á nógvar søgur, men sum hann sigur, so eru tær fægstu so mikið borðbærar, sigur hann, at hann vil út við
burtur. Hann tekur myndir, sum hann hevur í eini skjáttu, og leggur á borðið. Tær flestu eru úr Havn. Vísir eina mynd av grindadrápi á Eystaru Vág. Man nakað vera eftir av hesum? Jú, Fútastova og Nólsoyarstova [...] Og kanónirnar. Jú, tað er alt har, og hann gleðir seg at koma aftur á Skansan. Tó okkurt er enn, sum ikki er broytt, hevur hann sæð á flogtúrinum. Trøllkonufingur stendur enn, sum hann gjørdi, tá teir plagdu [...] Ivaleyst er hann rímiliga birgur, tá hann hættar sær undir hesa ferðina. Tað koma tveir mans úr flogfarinum. Annar er ein eldri harri, sum líkist akkurát myndunum av gomlu veteranunum, sum plaga at marchera
heilt til Vágs á Jóansøku? Eitt tað frægasta svarið eftir mínum tykki, gav Helgi Larsen tá hann uppfann tann nýggja trollemmnin og eftir hvat ein hevur skilt, kundi tann lítla verksmiðjan niðri á keiuni, í [...] tá man er líkasælur um eitt stórmal sum fullveldi, tá er okkurt heilt álvarsligt á vási. Tá er blivið ódámligt at liva á jørð. Haldór Laxness royndi í síni skaldsøgu »Atomstøðin« at svara spurninginum hví [...] lata okkara lítla dreym upp í hendurnar á einum politikara og sita so og bíða eftir at hann setur dreymin í verk. Og tá hann ikki megnar tað, so kasta vit hatur á hann, samstundis sum vit hava eyguni eftir
tú nakrar vónir um at sleppa á besta liðið hjá Aarhus Fremad? ? Um eg sleppi undan skaðunum, sum hava verið so nógvir og órógvandi í ár, so haldi eg ikki, at eitt pláss á besta liðnum er so ógvuliga langt [...] roknar tú við at fáa møguleikan á besta liðnum? ? Eg haldi ikki, at teir, sum eg venji saman við, eru so nógv betri fyri, enn eg eri, men tað er sjálvandi torførari at koma á liðið, tá tú sjálvur hevur biðið [...] tað ikki soleiðis, at ein dystur á besta liðnum stendur fyri nú beinanvegin, og tað kann gott vera, at eg fari ikki at gera so nógv við tað, nú síðsta hondin skal leggjast á útbúgvingina, men so ætli eg mær
eingin streymur verður framleiddur av vindi ella vatni. • eina binding á 30 ár, har tað ikki verður møguligt at gera stórvegis ábøtur á verandi vegastrekki millum Eysturoynna og Streymoynna. Eitt vegastrekki [...] alternativa ætlanin. • At høvuðsleiðin kemur at ganga gjøgnum bygd økir, t.e Runavík og bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum, um ikki ein vegur verður gjørdur omanfyri Søldarfjørð og Runavík. • at tað [...] Norðuroyggjarnar. 35 minuttir at koyra til Klaksvíkar. • frástøðuna frá Havnini til bygdirnar úti á Skálafjørðinum ein triðing styttri. • frástøðuna frá flogvøllinum til Eysturoynna og Norðuroyggjarnar
Skåne, har ein gamal bóndi vaknar á miðjari nátt, tí ryssan hjá grannanum ikki hevur neggjað sum vant. Tað plagar hon, tá ið tann javnaldrandi grannin fer upp at kasta sær á vatninum. Bóndin fer yvir til [...] grannahúsini og kemur fram á líkið á manninum og tað næstan deyðu konuna. Bæði eru blivin illa pínd. Boð verður sent eftir løgregluni í Ystad, og kriminalpolitisturin Kurt Wallander verður settur leiðari [...] hevur Wallander ta styrkina, at hann ikki gevst á hondum. Ein arbeiðsfelagi sigur við hann, at hann er »ein meinvitis góður løgreglumaður«, tí hann drívur á. Men eisini Wallander er tíðum í iva. Í sambandi
byrjanini. Føroyingar tóku sum heild felagið til sín og samlaða tænastan á Føroyarutuni var lyft á eitt hægri støði. Kortini komu myrk skýggj á luftina og eitt sindur seinri kom felagið í fíggjarligar trupulleikar [...] virkar tað eitt sindur ørkymlandi, at Fiskavirking og Fiskasølan ikki vórðu seld, tá góð tilboð lógu á borðinum fyri einum ári síðani. Sum skilst eru boðini ikki so høg nú. Tá ið talan er um keyp og sølu [...] so gott fyri virkið, at viðkomandi eigari heldur fram at reka tað. Tá ið eg royni at minna meg aftur á gongdina í føroyskari flogsøgu, má eg viðganga, at eg eri eitt sindur ivasamur, um tað er klókt at lata
flogfar fór at detta niður í høvdið á mær. Eg tordi ikki út og rann ræðslusligin runt. Allar hurðar og vindeygu skuldu latast aftur soleiðis, at flogfarið ikki skuldi detta á meg. Mamma mín skeldaði systkini [...] september í 1970 datt eitt íslendsk ferðamannaflogfar niður í Mykinesi. Tað var á veg úr Bergen til Føroyar. 34 fólk vóru við flogfarinum 8 doyðu í vanlukkuni. Varð illa arga - Eg havi altíð havt lætt við at lisið [...] veruliga lat upp fyri gávum sínum, so hevur hon altíð havt tær. - Eg havi altíð droymt ting og kent á mær at ting fóru at henda, fyrr var tað mest vanlukkur, men eftir, at eg havi latið upp fyri gávunum