av fólki eru koppsett. Granskararnir eru samdir um, at hetta tal røkkur Bretlandi ikki fram til hin 19. juli, tá landið sambært forsætisráðharranum, Boris Johnson, letur uppaftur. Hóast bretar nú kunnu fegnast [...] og hava undirskrivað eitt upprit, sum stuðlar áheitanini hjá teimum 120 granskarunum. - Skulu vit fáa enda á farsóttini við floksimmuniteti, er neyðugt, at ein stórur partur av fólkinum er immunur, um [...] fegnast um at fáa meira frælsi, eru tey kortini mong, sum ikki eru unnilig við støðuna, tí seinasta mikudag hevði Bretland størsta smittutal síðan miðskeiðis í januar. Áður hevur læknafelagið, British
byrjaðu vit við at hyggja nógv eftir New York. Vit hugdu serliga eftir, hvussu man fyrr hevur bygt, og hvat av hesum riggar og ikki riggar. Sum hetta økið í Queens sær út nú, riggar tað illa. Har eru mest [...] trimum hæddum og innímillum hesar eru so einstøk háhús við 40-50 hæddum. Fimm tær niðastu hæddirnar á háhúsunum eru gjarna parkeringskjallari, so tað upplivilsi, sum fólk á gøtuni fáa, er bara høgar fasadur [...] heiminum. Hesar eru millum annað at byggja fólksliga og hugsa um gerandisdagin hjá teimum menniskjum, sum skulu búgva í íbúðunum. Tí royndu vit allatíðina at koma niður á gøturnar og leggja dent á lívið í teimum
áganginum á Føroyar. Høgni Hoydal sigur, at tað er ikki nóg mikið, at føroyskir myndugleikar verða kunnaðir, og tiknir við upp á ráð, soleiðis sum nú er. Vit skulu gera greitt, at tað eru vit, og bara vit, sum [...] reglurnar á økinum, merkir ikki, at danska stjórnin gongur hesum ynski á møti. Men skuldi tað komið so langt, ivast løgmaður ikki í, at landsstýrið verður við til at viðgera málið. Hann vísir á, at samgongan [...] Eg stuðli einum ríkisfelagsskapi har vit tosa okkum til sættis, og verður nakað gjørt í Føroyum av hermálsligum týdningi, vera vit við í avgerðini, sigur Bárður á Steig Nielsen.
bridge, sum er á Kypros. Kappingin er hálvrunnin og Føroyar eru á odda. Føroyar hava vunnið seks dystir og tap tein. Í bridge verða stigini rópt dystarstig og greiðari sigurin er, fleiri eru dystarstigini [...] oddinum nú 8 dystir eru spældi er: Føroyar 102,94 Kroatia 99,86 Serbia 93,77 Ungarn 90,58 Litava 90,53 Smálandakappingin í bridge er fyri bridgetjóðir har bridgespælarnir ikki eru so nógvir, tí eru lond, [...] sum vit vanliga telja millum stóru londini, eitt nú Serbia, Ukraina og Rumenia millum londini, ið dystast um Small Nations Cup Føroyar spæla í løtuni móti Serbia, sum er nummar tvey í kappingini. Til
støðan er nú, har Miðflokkurin er í andstøðu, kann hann ikki lova at lofta samgonguni, hvørja ferð tað stendur á. – Tað merkir ikki, at vit ikki kunnu stuðla samgonguni í ávísum førum, men vit fara vit at taka [...] hevði tað verið munandi lættari, høvdu vit verðið partur í samgonguni, har vit kundu fingið okkara fingramerki á førda politikkin, leggur hann afturat. – Vit eru sinnaðir at viðgera øll politisk mál, men [...] at selja øll fiskirættindi á uppboði. – Vit eru sinnað til at góðtaka, at øll nýggj rættindi, og øll tonsini, ymsar kvotur hækka við, verða seldar á uppboði. – Tað hava vit ført fram fyri samgonguni, men
frí til landsliðsuppgávur, uttan at tað á nakran hátt hevur árin á hansara støðu í felagnum, og tað hevur FIFA gjørt. Ísak Mikladal er aðalskrivari í FSF: ? Vit hava ferð eftir ferð verið vitni til, at [...] verið sum lús millum tvær negl, og nú vilja vit steðga hesum. FCK hevur verið ólagaligt, og tað kemst ikki uttanum, at landsliðsferðirnar onkuntíð hava kostað Toda pláss á liðnum. Hesa ferð vildu teir hava [...] vilja sett okkum upp á bakbeinini, men nú rokni eg við, at tað, sum vit halda, at Todi hevur verið útsettur fyri, ikki fer at endurtaka seg. Hví tað? ? Allan Simonsen hevur tosað við nýggja ítróttarstjóran
bíðitíðin hevur hjá summum vart heilt upp til 27 ár. Tað eru ikki bara teir borgarar, sum hava tørv á varda bústaðnum, sum eru hart rakt av hesari støðu, tað eru eisini øll teirra avvarðandi. Og tey verða ikki [...] Hesi orð runnu mær til hugs, nú vit enn einaferð hoyrdu um tann alt alt ov langa bíðilistan til vardar bústaðir í Føroyum. Í dag standa 182 borgarar við serligum tørvi á bíðilista til ein vardan bústað [...] streingja á, at fáa loyst hesa óvirðiligu støðu, so skjótt sum møguligt. Bíðilistin til vardan bústað skal burtur Ein hópur av borgarum, sum hava tørv á vardum bústaði, búgva sjálvandi í Havn. Og nú skal tað
tveimum gomlum kenningum í Beini Ellefsen og Tóka á Lofti. Teir hava báðir eina fortíð í felagnum og eru uppvaksnir á Argjum. - Nakrar broytingar eru farnar fram í hópinum hjá besta mansliði okkara, síðani [...] sáttmála fyri restina av kappingarárinum nú mánakvøldið. Talan er um teir báðar, Beinir Ellefsen og Tóka á Lofti, ið hava búð niðri í Danmark síðstu árini, men nú aftur fara at teljast ímillum teir, ið fara [...] í bestu mansdeildini. - Tann 30 ára gamli Beinir Ellefsen kenna vit sum ein tekniskt sterkan vinstra bakk. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum afturi í 2011 sum 18 ára gamal og hevur síðani spælt
verða vit undirdíkt í søtum jólatónum. Bing Crosby og Frank Sinatra. Her eru ringlandi bjøllur, dalandi flykrur, her eru reinsdjór, sletur og vaniljukransar. Í mínari verð er ein hin besta sendingin á vetrinum [...] gun í bølamyrkri, nú ið heglingur so grovur sum smágrýti berjir inn á rútin. Sunnudagur. Uttanfyri sleingjast mínar smáu elektrisku perur higar og hagar. Tær vórðu longu hongdar út á tey smáu granntrøini [...] tí vit, sum liva so norðarlaga á jarðarkúluni, hava brúk fyri ljósi, smáum bjørtum geislum, sum bleiktra í myrkrinum. Tað hevur einki við jól at gera. Fyri mær kundi Jesus tað sama verið føddur á Ólavsøku
verður uppaftur størri í dag. - Vit taka eingi atgongumerki, so tað er ilt at siga ítøkiliga, hvussu nógv fólk eru her, men vit eru stak væl nøgdir við stóru undirtøkuna, sigur hann. [...] Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík eru sera væl nøgdir við gongdina higartil í dag. - Her er nógv fólk, veðrið er gott, og alt gongur upp á stás. Tað sigur John William Joensen, sum er ku [...] kunningarleiðari aftanfyri sjómannadagin. Hann vísir á, at veðrið var gott undir morgunmatarborðinum og setanini, men um middagsleitið regnaði eina lítla løtu. - Nú seinnapartin hevur aftur verið fínasta veður