Høgni Hoydal roynir at fáa ein samanbrest við donsku stjórnina

Eini greið boð frá einum sambandsløgmanni kann fáa danir at gevast við áganginum ímóti Føroyum, heldur Høgni Hoydal

Høgni Hoydal roynir bara at fáa ein samanbrest við donsku stjórnina.

Soleiðis metir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður støðuna, nú Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat landsstýrið ætlar at gera við tað, Høgni Hoydal kallar fyri áhaldandi royndir hjá dønum at fremja danska nationalismu í Føroyum.

Høgni Hoydal sigur, at seinasta royndin er nú danski fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Fólkatingið um at føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu í danska herinum.

Hann vísir á at danska stjørnin gjørdi eina hernaðarstøð í Føroyum, hóast Løgtingið mótmælti og danska tingið hevur fleiri ferðir tikið avgerð um at fara í kríggj í Irak og í Afghanistan - uttan at spyrja føroyingar eftir. Og herfyri boðaði danski verjumálaráðharrin somuleiðis frá, at Danmark vildi hava hernaðarútbyggingar í Føroyum.
– Talan er um ein markleysan frekleika mótvegis føroyska fólkinum og føroyskum fólkavaldum myndugleikum.

– Danir halda, at teir kunnu brúka Føroyar og Danmark sum eina finnu í teirra politiska talvi, serliga nú áhugin fyri arktis veksur, sigur hann.

Les eisini: Hetta er markleysur frekleiki ímóti føroyska fólkinum

Tí vil Høgni Hoydal hava løgmann at geva bæði bæði dønum, og umheiminum greið boð um, at tað eru bara føroyskir myndugleikar sum taka avgerð um hernaðarligt virksemi í Føroyum.

Hann heldur, at ein slík fráboðan frá einum sambandsløgmanni í Føroyum, hevði havt so stóra ávirkan, at tað hevði fingið danir at givist við áhaldandi áganginum á Føroyar.

Høgni Hoydal sigur, at tað er ikki nóg mikið, at føroyskir myndugleikar verða kunnaðir, og tiknir við upp á ráð, soleiðis sum nú er. Vit skulu gera greitt, at tað eru vit, og bara vit, sum taka avgerðina, heldur Høgni Hoydal.

Men Bárður á Steig Nielsen ætlar sær senda donsku stjórnini nøkur boð í hesum sambandi. Hann staðfestir, at føroyingar hava ongantíð í verið undir danskari herskyldu, og fara heldur ongantíð at verða tað.

- At ein danskur andstøðuflokkur leggur uppskot fyri Fólkatingið um at broyta reglurnar á økinum, merkir ikki, at danska stjórnin gongur hesum ynski á møti.

Men skuldi tað komið so langt, ivast løgmaður ikki í, at landsstýrið verður við til at viðgera málið.

Hann vísir á, at samgongan hevur sett sær fyri, at føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær størri innlit í, og ávirkan á, øll uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisk mál, ið hava týdning fyri Føroyar.

Annars heldur hann, at viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark eru í einari tryggari legu í løtuni. 

Hann sigur, at hann hevur ikki merkt nakað til eina áhaldandi roynd frá donsku stjórnini at fremja nationalismu í Føroyum, tvørtur ímóti er samstarvið fyrimyndarligt og partarnir virða hvønn annan.

Bárður á Steig Nielsen heldur, at tað, sum býr undir hesi áheitanini frá Høgna Hoydal, er, at í roynd og veru vil hann hava ein samanbrest við Donsku stjórnina.

Hann leitar eftir einum møguleika til at eggja til ein samanbrest við donsku stjórnina og tað heldur hann, at hann kann brúka eitt uppskot frá Danska Fólkaflokkinum, sigur løgmaður.

 – Eg stuðli einum ríkisfelagsskapi har vit tosa okkum til sættis, og verður nakað gjørt í Føroyum av hermálsligum týdningi, vera vit við í avgerðini, sigur Bárður á Steig Nielsen.