Føroysk pennastrok tekna olympiskan bý

New York fær ein innan 2012 ein nýggjan býling, har ítróttarfólk úr øllum heiminum skulu búleikast undir olympisku leikunum - um New York væl at merkja fær heiðurin at gerast olympiskur vertur hetta árið. Altjóða arkitektakapping er útskrivað og fyrstu útveljingarnar eru farnar fram. Nú stendur kappingin bara millum fimm uppskot. Eitt teirra stendur føroyski arkitekturin Ósbjørn Jacobsen aftanfyri.

Rúnar Reistrup
?????????????

Ikki fyrr 6. juli komandi ár verður avgjørt, hvar olympisku leikir-nir í 2012 skulu haldast. Men umsøkjarabýirnir eru longu nú í harðari kapping um at tekkjast olympisku nevndini. Ein av favorittunum er New York City, sum við heilum hjarta satsar uppá at hýsa stórslignu leikunum.
New York bjóðar seg fram sum ein býur, har olympiski andin livir hvønn dag. Býurin hevur frá byrjan verið eitt fjølmentað samfelag, og kappingarlyndið gjøgnumsúrgar hann. Frank Sinatra sang um býin "If you can make it there, you are gonna make it anywhere", og reglan lýsir væl ta støðu, sum New York hevur fingið í hugaheiminum hjá fólki kring allan heim.
Broncks og Jacobsen
Okkara egni Jónas Broncks sigst hava verið tann fyrsti at seta búgv við munnan av Hudson River, har sum býarparturin Bronx nú liggur, navngivin eftir Broncks sjálvum.
Síðan tá er rættiliga avmarkað hvat nógv føroyingar hava gjørt um seg í hesum amerikanska metropolinum, men tann støðan kann skjótt fara at broytast.
Í sambandi við umsóknina um at gerast vertur fyri olympisku leikunum er ætlanin at byggja ein olympiskan bý til tey umleið sekstan túsund ítróttarfólkini. Ein arkitektakapping er útskrivað, og millum teir fimm finalistarnar er eitt uppskot, sum føroyski arkitekturin Ósbjørn Jacobsen eigur sín stóra lut í. Hann hevur saman við tveimum øðrum teknað uppskotið hjá danska arkitektavirkinum Henning Larsens Tegnestue, sum óvæntað varð valt út millum 130 teknistovur úr øllum heiminum. Nú bíðar føroyski arkitekturin saman við restini av heimsins arkitektum spentur eftir úrslitinum, sum verður kunngjørt 27. mai. Vinnur danska teknistovan kappingina, sleppur føroyski arkitekturin at seta sín dám á ein heilt nýggjan býarpart í New York.
Hava longu sigrað
Arkitektakappingin um olympiska býin í New York byrjaði við einari opnari innbjóðing til teknistovur um allan heim at senda tilfar inn. 130 bjóðaðu seg fram. Av teimum vórðu tjúgu teknistovur valdar út, og seinni varð hetta talið minkað niður í fimm, har ein teirra var danska Henning Larsens Tegnestue. Tær fimm útvaldu teknistovurnar hava síðan fyrst í januar arbeitt við at tekna olympiska býin, og síðst í apríl mánaði vórðu tey fimm uppskotini sýnd fram á Grand Central jarnbreytarstøðini í New York.
Fyri Henning Larsens Tegnestue er bara tað at vera millum tær fimm útvaldu teknistovurnar ein stórur sigur í sjálvum sær. Í hesum høpi er tann í Danmark vælkenda teknistovan at meta sum lítil og ókend, og tí var tað ein lítil sensatión, at hon kom so langt í kappingini. Útveljingin hevur eisini longu givið donsku teknistovuni nógva umtalu, bæði í heimlandinum og uttanlands.
Hinar fýra teknistovurnar, ið luttaka í kappingini, eru MVRDV úr Hollandi, Zaha-Hadid Architects úr London, Morphosis úr San Fransisco og Smith-Miller + Hawkinson Architects úr New York.
Uttan mun til um New York fær heiðurin at gerast vertur fyri olympisku leikunum í 2012 ella ikki, so er ætlanin at byggja vinnandi uppskotið. Byggiplássið er ikki hvat sum helst. Tað liggur væl í býarpartinum Queens við East River, beint yvirav ST-bygninginum á Manhattan hinumegin ánna. Mett verður, at júst hetta økið kann gerast ein av prominentastu adressunum í New York.

Føroyski arkitekturin, sum í nærum tríggjar hektiskar mánaðir hevur sitið við tekniborðið og roynt at sett sín dám á New York, letst ikki nógv um spennandi útlitini. Til hann veit, um uppskotið vinnur ella ei, vil hann ikki gera nógv burturúr potentiellu stórhendingini. Men eina samrøðu um sjálva verkætlanina fekst Ósbjørn Jacobsen kortini til.
Nú New York skal royna at tekkjast olympisku nevndini, leggur býurin rættiliga stóran dent á júst tann olympiska býin. Hvussu ber tað til?
? Sjálvur olympiski býurin er bara ein av fleiri verkætlanum, sum eru settar í verk í sambandi við umsóknina um at gerast OL-vertur. Aðrar arkitektakappingar hava eisini verið í sambandi við leikirnar, eitt nú um høvuðsstadion. Men tað er rætt, at tann olympiski býurin er nógv frammi. Tað kemst millum annað av, at man ætlar at býurin skal vera ein miðdepil fyri leikunum. Øll ítróttarøkini, har kappingarnar fara fram, liggja eftir tveimum beinum fersðluásum, einari sjóvegis ás og einari jarnbreyt. Olympiski býurin liggur so á sjálvum plássinum, har hesar báðar ásirnar krossast. Av tí sama verður býurin nevndur "The olympic X". Býurin skal soleiðis vera eitt knútapunkt, og tað er hóast alt eisini í olympiska býnum, at luttakararnir fara at vera meginpartin av leikunum.
Henning Larsens Tegnestue er ikki heilt óvon við stórar prestisjufullar verkætlanir. Eitt nú byggja tit í løtuni operahúsið í Keypmannahavn. Men hvussu stór er hendan verkætlan í mun til aðrar, sum teknistovan hevur staðið fyri?
? Um vit verða so hepnir at vinna hesa kappingina, so er talan uttan iva um mest prestisjufullu verkætlanina, sum teknistovan nakrantíð hevur fingið. Vit hava fyrr havt verkætlanir, sum í kvadratmetratali eru nógv størri, men hendan verkætlanin er nógv meira prestisjufull. Olympisku leikirnir hava altíð verið eitt slag av sýnisglugga fyri arkitekturi. Teir seta gongd á stórt byggivirksemi, sum ofta avspeglar ta tíðina, sum bygt verður, og tí gerast olympisku leikirnir ofta eitt slag av byggilistarligari heimsframsýning.
Hvar byrjar man arbeiðið, tá ein heilur býarpartur skal leggjast til rættis heilt frá grundini?
? Í hesum førinum byrjaðu vit við at hyggja nógv eftir New York. Vit hugdu serliga eftir, hvussu man fyrr hevur bygt, og hvat av hesum riggar og ikki riggar. Sum hetta økið í Queens sær út nú, riggar tað illa. Har eru mest bygningar í tveimum ella trimum hæddum og innímillum hesar eru so einstøk háhús við 40-50 hæddum. Fimm tær niðastu hæddirnar á háhúsunum eru gjarna parkeringskjallari, so tað upplivilsi, sum fólk á gøtuni fáa, er bara høgar fasadur av parkeraðum bilum. Tað sigur seg sjálvt, at spennandi býarrúm spyrjast ikki burturúr slíkum.
Hvat hava tit gjørt øðrvísi?
? Av tí at krøvini vóru, at 16.000 fólk skuldu inn á eitt rættiliga avmarkað øki var neyðugt, at vit fóru upp í hæddina onkrastaðni. Vit valdu tí at gera fimm háhús. Men fyri okkum var tað ongantíð ætlanin at háhúsini skuldu vera í miðdeplinum. Skuldu vit fáa tað besta burturúr okkara bakgrund sum einasta norðurlendska teknistova í kappingini, máttu vit brúka tær byggilistarligu dygdir, sum vit hava ment í hesum partinum av heiminum. Hesar eru millum annað at byggja fólksliga og hugsa um gerandisdagin hjá teimum menniskjum, sum skulu búgva í íbúðunum. Tí royndu vit allatíðina at koma niður á gøturnar og leggja dent á lívið í teimum. Tað haldi eg at vit megnaðu at halda fast í, og í mun til hinar verkætlanirnar í kappingini hava vit kanska tann mest fólksliga býin, meðan aðrar teknistovur hava gjørt meira burtur úr hvussu býurin sær út uttanífrá.
Men ein olympiskur býur skal væl eisini síggja út av nøkrum uttanífrá og hava nakrar ikoniskar dygdir, samstundis sum hann skal vera góður at búgva í. Hvussu hava tit sameint hesi bæði endamálini?
? Tað kann gott gerast eitt sindur av einum dilemma at sameina hasi bæði endamálini. Og tað ger tað ikki lættari, at býurin fyrst skal brúkast sum olympiskur býur, og íbúðirnar seinni skulu seljast vanligum fólki. Eg haldi sjálvur, at okkara høvuðsuppgáva sum arkitektar er at gera ein framtíðar býarpart í New York, sum fólk fara at búgva væl í. Tað vil siga, at har bæði skulu vera góðar íbúðir og gott býarumhvørvi annars. Tað, sum olympiska nevndin sjálvandi eisini leggur dent á, er sjálvt signalvirðið hjá býnum. Men vit hava verið sannførd um, at megna vit at skapa ein góðan bý, sum útstrálar lív og lívsdygd, so er tað eitt nóg sterkt signal í sær sjálvum. Okkara trupulleiki við hesum er sjálvandi, at tað altíð er lættari at fáa eyguni upp fyri einum stórum skulpturellum bygningi, sum útstrálar nakað í sær sjálvum, enn at síggja hvussu býurin riggar. Tí hevur arbeiðið allatíðina verið ein balansugongd, har vit hava roynt at fylgt okkara egnu sannføring, men eisini hava hugsað um, at býurin gjarna má signalera nakað í sínari útsjónd. Tað er jú amerikanarar, sum skulu hava hendan býin, og teimum dámar nú einaferð væl, at tingini eru eitt sindur karikerað. Teir heftu seg beinanvegin við tey fimm háhúsini í næstan rundum skapum og ekspressivum litfullum fasadum, og tað var týðuligt, at teimum dámdi tey væl sum analogi til teir fimm ringarnar í olympiska merkinum.
Olympiski býurin, ið Ósbjørn hevur verið við til at teknað, er býttur upp í fimm ymisk býarumhvørvi - aftur ein nakað karikerað ímynd av olympisku ringunum, sum í síni tíð ímyndaðu teir fimm heimspartarnar, ið heimurin tá varð býttur upp í.
Hvør av teimum fimm býarpørtunum hevur sítt egna sereyðkenni. Ein býarpartur er soleiðis ætlaður sum kanalbýur, har høvuðseyðkenni er vatn. Ein annar býarpartur er ætlaður sum skógarbýur - eitt heyggjalendi við skógi og høgum bygningum. Triði býarparturin verður kallaður fyri Olympic Valley og er ætlaður sum felags øki, har fólk kunnu savnast til stór tiltøk. Fjórði býarparturin er ein mola-býur, har bygt verður út á molum, sum standa út úr strondini, og fimti parturin er miðbýur við jarnbreytarstøð, ferjuterminalur, handlismiðstøð og felagsøkjum.
Allur býurin byggir á vistfrøðilig atlit. Beint uttanfyri strondina eru fimm vindmyllur ætlaðar at veita ravmagn til tey fimm háhúsini, og sjálvt uppi í hesum háhúsum eru grønir havar, har fólk kunnu dyrka sítt egna grønmeti.
Hvussu merktist tað í tínum dagliga arbeiði at tú sat og arbeiddi við potentielt mest prestisjufullu verkætlanini hjá traditiónsríku Henning Larsens Tegnestue?
? Sjálvandi eru øll klár yvir, at hetta kann menna seg til nakað stórt, og at man liggur í kapping við nakrar av fremstu teknistovunum í heiminum. Men tað fyrigongur nógv allatíðina inni á teknistovuni, og man er so vanur við at vera við í kappingum, ið sjálvandi ikki allar verða vunnar. Av tí sama taka fólk sær ikki so øgiliga nógv av tí, fyrr enn man vónandi hevur vunnið. Á tann hátt hevur hendan verkætlanin ikki verið so nógv øðrvísi enn aðrar, tó at man kanska spennir seg eitt sindur meira út enn vanligt. Hetta er hóast alt ein sjáldsamur møguleiki at sleppa at tekna ein olympiskan bý.
Hvussu hevur áhugin verið fyri verkætlanini í restini av teknistovuni?
? Henning Larsen sjálvur er rættiliga glaður fyri verkætlanina. Hann er sannførdur um at vit hava ta bestu av teimum fimm, sum kappast. Men vit standa ikki so sterkir á lobbyøkinum. Man kann væl hugsað sær, at onkrar av hinum teknistovunum ganga og mýkja dómsnevndina eitt sindur, og dómsnevndin hevur boðað opið frá, at tað ikki bara eru verkætlanirnar sjálvar, men eisini heildarfatanin av tekni-stovunum og støðan hjá almenninginum í New York, sum vera grundarlag undir endaligu avgerðini. So øll teknistovan heldur vónirnar á einum realistiskum støði, men tað er greitt, at Henning Larsen er rættiliga spentur uppá hetta. Hann hevur fylgt væl við í øllum arbeiðinum.
Hvat hevur tað at týða fyri teg og tína lívsleið sum arkitektur at hava verið ein av høvuðskreftunum aftanfyri hesa verkætlanina?
? Eg hugsi ikki so nógv um tað nú, men velji at bíða og síggja hvat tað kann blíva til. Verður tað so væl, at vit vinna, fara vit til New York at seta eina teknistovu á stovn har yviri. Tað kundi verið stuttligt at verið við til. Og vinna vit, kann man hugsa sær at tað verður ein ávís eksponering av okkum, sum hava arbeitt við tí. So tað er greitt at vinna vit, og verkætlanin verður førd út í lívið, fer tað at hava nógv at týða fyri meg og mínar arbeiðsmøguleikar. Men eg havi verið við í fleiri øðrum stórum kappingum fyrr og veit av royndum, at um man ikki vinnur, so hendir lítið og einki annað enn at man fer víðari til næstu verkætlan nakrar royndir ríkari. Tí tími eg ikki at geva mær far um týdningin, fyrr enn eg veit hvat tað endar við, sigur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur.
Avgerðin hjá dómsnevndini í New York verður kunngjørd 27. mai.


Les eisini portrett av Ósbjørn Jacobsen á næstu síðu
??????
FAKTA
Til ber at síggja uppskotini hjá øllum teimum fimm teknistovunum, ið kappast um at tekna olympiskan býín í New York, á heimasíðuni www.nyc2012.com