Nógv fólk í Klaksvík

- Tað hevur gingið ógvuliga væl higartil í dag, og nógv fólk er í Klaksvík, sigur John William Joensen, kunningarleiðari

Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík eru sera væl nøgdir við gongdina higartil í dag.

- Her er nógv fólk, veðrið er gott, og alt gongur upp á stás.

Tað sigur John William Joensen, sum er kunningarleiðari aftanfyri sjómannadagin.

Hann vísir á, at veðrið var gott undir morgunmatarborðinum og setanini, men um middagsleitið regnaði eina lítla løtu.

- Nú seinnapartin hevur aftur verið fínasta veður, og eg haldi, at uppaftur fleiri fólk eru í Klaksvík í dag enn áður a sjómannadegnum.

John William Joensen sigur, at í fjør mettu fyrireikararnir, at eini 4.000-5.000 fólk vóru í Klaksvík, men alt bendir á, at talið verður uppaftur størri í dag.

- Vit taka eingi atgongumerki, so tað er ilt at siga ítøkiliga, hvussu nógv fólk eru her, men vit eru stak væl nøgdir við stóru undirtøkuna, sigur hann.