flokki, tí undirritaði er varalimur í Norðurlandaráðnum vegna Norðuratlantsbólkin á fólkatingi. Í sambandi við nevndar-val í Fólkatinginum er Norðuratlantsbólkurin í einum tekniskum samstarvi við aðrar [...] kollvelting hend í Danmark. Fimm danskir flokkar umboða nú stevnuskránna hjá Tjóðveldisflokkinum. Tað hevði nú verið hugaligt, men tíverri ber Øssur skeiv tíðindi. Øssur Dam Jacobsen hevur í bløðunum eitt [...] flokkar á fólkatingi um nevndarval. Júst sum tá flokkar í Føroyum gera tekniskan valbólk um nevndarval til Løgtingið. Norðuratlantsbólkurin er í tekniskum valbólki við Sosialdemokratarnar, Kristiligu
Í sambandi við greinina í Sosialinum í gjár um eina heimasíðu, sum vísir ivasamar myndir av fólki í konsert, hava vit fingið orðið á Turið Debes Hentze. Í paragraf 264 a í revsilógini stendur at lesa, [...] rættarmál. Advokatar tosa um nakað kallað eginskuld, og hon vigar óivað tungt í eini meting hjá dómaranum. Petur Hansen segði í greinini í gjár, at tey flestu á myndunum sjálv høvdu poserað fyri honum, so hann [...] sína, tí frí atgongd er til konsertir í Føroyum. Aðrir faktorar Ein annar spurningur er, um hann hevur loyvi at almannakunngera ella ?videregive?(sum tað stendur í lógini) hesar myndirnar á heimasíðuni
meining í at hava barnagarð og frítíðarskúla í Hósvík, verður skúlin niðurlagdur, men ein annar tilflytari vísti á, at tá ið tey fluttu til Hósvíkar, hugsaðu mest um trygdina fyri at fáa børn í barnaansing [...] ein gongd leið at savna skúlaskapin í einum skúla. Heðin Zachariasen staðfestir, at fólkatalið í kommununi er nú tað hægsta nakrantíð, og at fólkatalið minkar eisini í bygdum, har skúli hevur verið. Hann [...] nógv tey flestu í kommununi arbeiða sunnanfyri og tí er Hósvík ikki ein útjaðari, men ein forstaður í kommununi. Sostatt liggur nógv best fyri at hava skúla, barnaansing og frítíðarskúla í Hósvík.
fólkaræði”, skrivar Óluva Klettskarð í eini grein, sum stóð á Vágaportalinum og í Norðlýsinum um vikuskiftið. Greinin var eitt aftursvar til nakað sum eg skrivaði í farnu viku. Í míni grein vísti eg á, at tað [...] 14. september 1946.” Hetta er tað, sum varð samtykt á eykaflokstingi í mai í ár, og sum varð lagt fram á tíðindafundi so seint sum í gjáramorgunin. Hvussu kann Óluva Klettskarð so kalla meg fordómsfullan [...] læst seg fastar í fólkaatkvøðuni? Tað stendur jú svart uppá hvítt í júst framløgdu stevnumiðunum! Sjálvsagt veit eg, at talan er um eitt skjal, sum fyrst og fremst er til innanhýsis nýtslu í flokkinum, men
spæla Mozart, verða týndir í 2001. Frits hevði gjørt ein málning við støði í einum tónleikastykki av Olivier Messiaen - borin í heim 10. des. 1908 í Avignon, deyður 27. apríl 1992 í Clichy. Hann var franskmaður [...] 17 milliónir hermenn. 11 milliónir vórðu dripin í nazi-týningarlegum. Av 8.6 milliónum jødum í Evropa 1933 1945, vóru 6 milliónir dripnir. 80 familjur í Føroyum vistu ikki undir og eftir seinna heimsbardaga [...] mennskja - orðið sum bleiv kjøt, vakt upp frá deyðum til tað æviga, fyri at veita okkum lív um aldur og allar ævir. Hetta er sannur kærleiki. Tað seindrigna ljóðið í violinini og klaverinum fer upp í tær hægstu
málið um radaran skal viðgerast í løgtinginum. Tað er greiði boðskapurin hjá løgmanni, sum tók orðið á tingsins røðarapalli í áðni. Av tí at loyniligir upplýsingar kunnu vera í sambandi við radaran, so heldur [...] viðgjørdir. Løgmaður er ikki í iva í spurninginum um radaran og føroysku luttøkuna í altjóða samfelagnum. – Mín fatan er púra greið. Sjálvandi eiga at vit at taka fult lut í teimum avbjóðingum, sum eru [...] um, hvat skal henda í Føroyum viðvíkjandi eitt nú radaranum. Løgmaður heldur ikki, at uppskotið, sum hevur verið til viðgerðar í dag, gevur meining. – Hetta uppskotið er beinleiðis í stríð við ríkisfelagsskapin
ikki samdur í, at lív og heilsa er sett í váða í hesum føri. Hann sigur, at umframt pedagogar, eru eisini aðrir fakbólkar til arbeiðis, tænastumenn eru til arbeiðis og fólk, sum ikki eru í nøkrum fakfelag [...] – Leggur Løgtingið upp í verkfallið, verður einasta avleiðingin tann, at tað fer bara at draga út. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum í morgun, ein góðan tíma áðrenn Helgi Abrahamsen [...] frá, at vandi er fyri lívi og heilsu, nú pedagogarnir í Almannaverkinum eru í verkfalli. Endamálið við uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið í dag, er at geva Almannaverkinum rætt til at fáa nokk
Tann 28. mai í ár hittust umboð fyri arktisku strandalondini Danmark, Grønland, Rusland, Canada, Noreg og USA til týdningarmikla ráðstevna í Illulisat í Norðurgrønlandi. Nú er Danmark ikki nakað arktiskt [...] num at tryggja sær eitt forleyp í kappingini um ráðevni í havbotninum á Norðurpólsøkjunum, hóast skjalið mest umrøður sjálvt havið, havumhvørvið og livandi tilfeingið í høvunum kring pólin. Hóast bjartskygdu [...] hesi seks londini átaka sær ábyrgdina av umhvørvinum og ríkidøminum í og undir høvunum kring pólin. Danski uttanríkisráðharrin hevur í samband við Ilulisat skjalið boðað frá, at við hesum skjali hava partarnir
Í Sosialinum í gjár frættist, at Faroejet umhugsar at gevast á Føroyaleiðini. Orsøkin er ov fá ferðafólk. Í greinini ró nevndarformaðurin í føroyska flogfelagnum , Knút Lützen, upp undir, at føroysku [...] rin í Faroejet viðgekk tó í blaðnum í gjár, at flogfelagið gjørdi ein stóran feil, tá tað valdi at koyra sína egnu bókingarskipan og ikki nýta vanligu altjóða Amadeus-skipanina. Hesum er stjórin í Faroe [...] m. Føroyingurin missur í øllum førum ein valmøguleika, og tað er eitt afturstig, eins og tá Maersk Air gavst, heldur Dánjal Poulsen. Nevndarformaðurin eftirlýsti í Sosialinum í gjár størri undirtøku millum
Okkum eydnaðist ikki at fáa orðið á frákoyrda venjaran undan evstamarki okkara. Enn er ikki greitt, hvør nýggi maðurin í KÍ-stólinum verður, men sum skilst, so snýr tosið í Klaksvík seg fyrst og fremst [...] bestu deildini, so er helst fáur, sum ivast í innliti hansara í føroyska fótbóltsheimin. Jóannes Jakobsen er í ár venjari hjá AB, og tí er ikki víst, at hann er ein møguleiki yvirhøvur. Hann var tó sera væl [...] nøkrum árum síðani virkaði í Klaksvík. Og so hevur hann eisini tann fyrimunin, at hann áður er traðkaður til í líknandi støðum ? og við góðum úrsliti. Jógvan Martin Olsen boðaði í heyst frá, at hann nú fór