Umaftur Øssur

   

Høgni Hoydal
·????????????

Sambært Øssuri Dam Jacobsen, er ein kollvelting hend í Danmark. Fimm danskir flokkar umboða nú stevnuskránna hjá Tjóðveldisflokkinum. Tað hevði nú verið hugaligt, men tíverri ber Øssur skeiv tíðindi.

Øssur Dam Jacobsen hevur í bløðunum eitt lesarabræv um Tjóðveldisflokkin og Norðurlandaráðið, sum tíverri er bygt á beinleiðis skeivleikar og rangar upplýsingar. Hann leggur undirritaða og Tjóðveldisflokkin undir at umboða stevnuskránna hjá einum donsk-um flokki, tí undirritaði er varalimur í Norðurlandaráðnum vegna Norðuratlantsbólkin á fólkatingi.
Í sambandi við nevndar-val í Fólkatinginum er Norðuratlantsbólkurin í einum tekniskum samstarvi við aðrar flokkar á fólkatingi um nevndarval. Júst sum tá flokkar í Føroyum gera tekniskan valbólk um nevndarval til Løgtingið.
Norðuratlantsbólkurin er í tekniskum valbólki við Sosialdemokratarnar, Kristiligu Demokratarnar, SF, Eindarlistan og Radikala Vinstraflokkin. Tað ber í sær, at nevndarsessir verða býttir eftir einum lutfalli til henda valbólk, og síðani millum flokkarnar.
Norðuratlantsbólkurin hevur í tí sambandi millum aðrar nevndarsessir fingið ein sess sum varalimur til Norðurlandaráðið. Júst hendan sessin høvdu Sosialdemokratarnir áðrenn broytingina. Tað merkir, at tá føroysk mál koma fyri í Norðurlandaráðnum - sum eitt nú umsóknin um sjálvstøðugan limaskap til Føroya, hvalaveiði ella útnorðurmál - so kann undirritaði taka sæti í Norðurlandaráðnum vegna Tjóðveldisflokkin.
Øssur Dam Jacobsen tykist halda, at politisk binding er millum limir og varalimir í Norðurlandaráðnum og millum limirnar í einum tekniskum valbólki. Altso, at ein varalimur er umboð fyri ein annan úr øðrum flokki. Hevði hann kannað málið, so hevði hann beinanvegin komið eftir, at hetta er skeivt.
Tá ein varalimur tekur sæti í Norðurlandaráðnum ella í aðrari nevnd fyri ein fastan lim, so umboðar hann bara seg og sín egna flokk. Sosialdemokraturin, sum hevði varasessin til Norðurlandaráðið, áðrenn Norðuratlantsbólkurin fekk hann, umboðaði hvørki hinar flokkarnar ella Tjóðveldisflokkin. Og undirritaði umboðar heldur ikki hinar flokkarnar, um eg stundum taki sæti í Norðurlandaráðnum. Eg umboði Tjóðveldisflokkin og kann frítt føra míni sjónarmið fram.
Var hetta ikki so, so kundi Øssur Dam Jacobsen fylt øll bløð komandi árini við at lasta Sosialdemo-kratar, Kristiligar Demokratar, SF, Eindarlistan og Radikala Vinstraflokkin og Norðuratlantsbólkin fyri at umboða sjónarmiðini hvør hjá øðrum í nevndum og ráðum.
Og forrestin... Um vit taka Øssur Dam Jacobsen uppá orðið og fylgja logikki hansara, so umboða allir hesir donsku flokkarnir nú eisini stevnuskránna hjá Tjóðveldisflokkinum. Tað hevði nú verið eitt stórt bragd fyri Tjóðveldisflokkin.
Men tíverri Øssur. Hendan heiður kunnu vit ikki taka á okkum. Tað manst tú eisini innast inni vita, sum fyrverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.