Løgmaður: – Radarin er ein friðarradari

Bárður á Steig Nielsen vil ikki viðgera málið um radaran opið í løgtinginum - men heldur millum Landsstýrið og Uttanlandsnevndina

Tað er skeivt, at málið um radaran skal viðgerast í løgtinginum. Tað er greiði boðskapurin hjá løgmanni, sum tók orðið á tingsins røðarapalli í áðni. Av tí at loyniligir upplýsingar kunnu vera í sambandi við radaran, so heldur hann ikki, at tað sømir seg at viðgera málið púra opið í almenna rúminum.

– Ein og hvør kann lurta. Tá er stórur vandi fyri, at vit fara at viðgera nakað, sum vit ikki kunnu úttala okkum um sum løgtingslimir. Tað vildi verið skeivt at farið í løgtingið at viðgjørt trúnaarupplýsingar. Tað ber í mínum høvdi ikki til, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

– Mítt uppskot er, at tað verður viðgjørt millum Landsstýrið og Uttanlandsnevndina, sigur løgmaður og vísir á at tað hevur stóran týdning at fáa umboðan frá øllum flokkum á tingi, so allir flokkar kunnu vera við, tá so stórir strategiskir spurningar verða viðgjørdir.

Løgmaður er ikki í iva í spurninginum um radaran og føroysku luttøkuna í altjóða samfelagnum.

– Mín fatan er púra greið. Sjálvandi eiga at vit at taka fult lut í teimum avbjóðingum, sum eru, tí vit eru partur av vesturheiminum. Um tað ikki er meiriluti, so er tað ikki meiriluti. Men tað hevði sent eitt keðiligt signal til hini londini, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Fleiri kalla hendan nógv umtala radaran fyri ein hernaðarradara. Men hetta heldur løgmaður vera skeivt fatað.

– Eg kalli tað ein friðarradara. Tí ætlanin við radaranum er jú at tryggja frið í heiminum. Hetta er ikki ein hernaðarradari, sigur hann.

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi eru hinvegin púra ósamdir við løgmanni í hesum.

– Tað er púra greitt, at talan er um ein hernaðarradara, segði Høgni Hoydal.

Tað er eitt uppskot til samtyktar frá Høgna Hoydal, sum er til 1 viðgerð í løtuni. Endamálið við uppskotinum er, at "einans Føroya fólk og Løgtingið hava avgerðarrættin um hernaðar- og trygdarmál í Føroyum". Teir løgtingslimir, ið stuðla hesum uppskotinum, vilja ikki hava, at Danmark skal kunna taka avgerðir um, hvat skal henda í Føroyum viðvíkjandi eitt nú radaranum.

Løgmaður heldur ikki, at uppskotið, sum hevur verið til viðgerðar í dag, gevur meining.

– Hetta uppskotið er beinleiðis í stríð við ríkisfelagsskapin og kann tí ikki samtykkjast, uttan so at vit ynskja at taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Tað havi eg ongar ætlanir um, og eg haldi heldur ikki, at Føroya fólk ynskir tað, sigur løgmaður.