Hetta fer bara at draga pínuna út

Eg eri ikki samdur í, at vandi er fyri lívi og heilsu, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum

– Leggur Løgtingið upp í verkfallið, verður einasta avleiðingin tann, at tað fer bara at draga út. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum í morgun, ein góðan tíma áðrenn Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá pedagogunum.

 

Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið tí at stjórin í Almannaverkinum hevur boðað frá, at vandi er fyri lívi og heilsu, nú pedagogarnir í Almannaverkinum eru í verkfalli. Endamálið við uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið í dag, er at geva Almannaverkinum rætt til at fáa nokk av pedagogum til arbeiðis til at lív og heilsa, eftir teirra tykki, ikki verður sett í vanda.

 

Jógvan Philbrow sigur, at sum heild er tað rætt, at lív og heilsa kann verða vanda, tí tað eru summir limir í Pedagogfelagnum, sum passa andingartól hjá fólki og summi hava eisini tørv á røkt alla tíðina. Men hann er ikki samdur í, at lív og heilsa er sett í váða í hesum føri.

 

Hann sigur, at umframt pedagogar, eru eisini aðrir fakbólkar til arbeiðis, tænastumenn eru til arbeiðis og fólk, sum ikki eru í nøkrum fakfelag, eru eisini til arbeiðis. Harumframt hevur Pedagogfelagið givið fleiri undantøk frá verkfallinum, og hevur loyvt pedagogum at vera til arbeiðis, har tað krevst. Upprunaliga fekk Almannaverkið 16 undantøk, men formaðurin sigur, at talið verður endurskoðað alla tíðina, og í gjár vórðu nøkur undantøk givin afturat. Skuldi tað verið nakað, hava vit kanska givið ov nógv undantøk, sigur han.

 

– Men sum støðan er nú, eru tað vit, sum gera av, hvussu nógv undantøk verða givin, og ikki Almannaverkið og tað er har trupulleikin. Tí fer Løgtingið nú at leggja upp í, so at tað er Almannaverkið, sum fær avgerandi orðið at gera av, hvørji undantøk skulu gevast, sigur Jógvan Philbrow.  

 

Hann ásannar, at verkfall í Almannaverkinum er eitt sterkt kort hjá Pedagogfelagnum – og endamálið við einum verkfalli er sjálvsagt eisini, at mótparturin skal merkja, at tað er verkfall. Og hann er sannførdur um, at skerjir Løgtingið verkfallið, fer tað at trekkja tenn úr Pedagogfelagnum, men úrslitið verður einans, at verkfallið fer at draga út.

 

–  Tá mátti sømt seg betur at komið aftur til samráðingarborðið – og vit eru klár, sigur hann. Men hann leggur afturat, at tey hava ikki hoyrt eitt orð frá mótpartinum.