eins og hjá øðrum barnafamiljum, men okkara avbjóðingar eru ofta nakrar aðrar, siga Laila og Óla Jákup, sum eru foreldur at 7 ára gomlu Theresu Fei Rólantsson. Máttu taka skjóta avgerð Tá Laila og Óla Jákup [...] pleygu hjá eini familju, og ikki bert hevði búð á barnaheiminum. - Tá dugdi eg betri at skilja, hví hetta neyðars barnið græt og hevði tað so ringt, minnist Laila. Seinni hava Laila og Óla Jákup fingið at vitað [...] um pleygufamiljuna hjá Theresu til Lailu og Óla Jákup, men onkursvegna komu tey boðini ongantíð fram. Sjálv veit Theresa, at hon er fødd í Kina, og at Laila og Óla Jákup ikki eru hennara biologisku foreldur
lukta alt og øll av sniki, og har stinkar av ræstari grind og tráum spiki. Umframt til egið húsarhald verður tvøstið og spikið eisini brúkt sum býtisvøra. Kvinnurnar bera tað á høvdinum og ganga oftani [...] smílandi. Umframt at eta tvøstið og spikið turt, so verður tað eisini kókað og stokt. Trónda dámar tað einki, tí tað er sera soymutt og sokt. Tað er eisini sera sterkt kjøt, og tað hevur heldur ikki verið siður [...] hesum og steðgar tí, so verður hann neyvan at yvirliva í allar ævir, tí eins og alla aðrastaðni, er ringt at fáa tað unga fólkið at støðast. Flytir tað og eingin er at taka við gomlu veiðumentanini og eftir
Mikladali, Ólavur Syderbø og Joan Fríðudóttir Isaksen av Húsum. Sangur og dópur Hátíðarliga gudstænastan byrjaði sum allar hinar við klokkuringing og síðani præludium, meðan prestur og teir fýra konfirmantarnir [...] kunnger kvinnunum Jesu uppreisn v1 Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. v2 Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta [...] okkum eina vón og eina vissu fyri, at teir báðir sum livdu fyri Jesusi og boðaðu hansara boðskap ígjøg-num orðið, tónleikin og trúskapin eru upprisnir saman við Jesusi til eitt ævigt lív!! Og tí kunnu vit
Danmark Tað er hana vit bíða eftir. Og so nyttar lítið at ferðast runt sum Gandhi á sinni við einum rokki og einari geit, hesaferð kanska við einum fjarðasnøri og einum haka og sannføra allar aðrar um, hvussu [...] eru bankamálið, skuldarspurningurin og ríkisstuðulin. Hesir mugu nú sigast at vera endaliga avgreiddir, og tað í sjálvum sær, at mál verða avgreidd, er positivt. Og kunnu tey so haratfrat eisini fáa eina [...] skuldi avgreiðast, tí bæði føroyska og danska fíggjarlógin fyri 1999 eru í gerð, og skuldarspruningurin skuldi eisini havt verið avgreiddur fyri rúmari tíð síðan, og bankamálið kundi havt funnið eina loysn
málið við at hava lisið og skrivað nógv, og eg haldi tað er lætt og flótandi mál. Kanska skal ein hava tað í beinagrindini. Ikki so nógv lesa yrkingar, og skal ein skriva tungt og ófatiligt, sum onkur yrkjari [...] leggja dent á vakurleikan. Ein yrking skal fyrst og fremst vera vøkur, og formur og innihald skulu samsvara. Innihaldsliga kann ein yrking bera tað ljóta og negativa fram, men uppá ein vakran máta kortini [...] ikki kæra mína neyð. Eri lærari og yrki í frítíðini, og tað passar mær fínt. At yrkja burtur av, hevði eg ikki kunnað. Rithøvundar og skøld, tey, sum føla tað sum eitt kall og leggja alla sína orku í skrivingina
fulnar, er bókin so væl skipað og frágreiðingarnar so pedagogiskar, at øll, sum væl og virðiliga duga at lesa í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra gleði av at lesa hana, og fara at venda aftur til hana at [...] eru eisini ófatilig og koma so at siga dagliga. Fyribrigdi sum svørt hol, svart evni og svørt orka og onnur “eksotisk” orð bera um somu tíð boð um eina flóðaldu av nýggjari vitan og hvussu nógvar ósvaraðar [...] úr bókini, hann tá var í ferð við at skriva, og harafturat vísti hann filmar og annað tilfar á stórskýggja. Sjáldan “sluppu” vit avstað til ásettu tíðina, og tímarnir gjørdust sjáldan minni enn hálvan til
bara fyri at venda, og so at koyra fullfermdir til eina smábygd og skapa trunka og tronga eina løtu til alt er yvirstaðið og einki liggur eftir til nakran, eftir hvat eg havi uppspurt. Og so eru tað tær ivasomu [...] alt landið, og gjørdi tørvin sjónligan í júst hesum vakstrarøki í eini skjótari vend og uttan at tað neyðturviliga skuldi skeinkjast afturvið, tí eingin býr her og øll eru í bili. ##med2## Og so eru tað [...] kosta 550 krónur og vínskráin, sum fæst afturvið kostar 325 krónur. Veljast kann millum fleiri forrættir, høvuðsrættir og dessert, og hvat tú vilt hava at drekka afturvið. Afturvið kaffi og síðan einum glasi
teir svørtu rátt yvir Russlandi og Europa, men blivu síðani koyrdir frá og jagstraðir og plágaðir av hvíta manninum og ákærdi meg fyri at hava fari illa vit teimum svørtu, og hevði langan fyrilestur fyri [...] at eg var svartur innan, og at tað var ok. Og soleiðis skiltust eg og teir halgu – nú var talumaðurin blíðari, og eg haldi, vit skiltu hvønn annan. Katrin, kona mín, Aslaug og Herdis, sum eru mínir fe [...] teim áhugaverdu og kendu skýskravarunum, og man situr á 2. hædd í dupultdekkaranum (sum í London) og hyggur upp á teir fjallahøgu skýskravararnar – Empire State er 381 metrar høgur og sostatt hægri enn
dag eins og fyrsta hvítusunnudag. Guðs kirkja á jørð Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu [...] tína aftur og verða fyltur við Heilagum Anda.« Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur. Og hann fekk sær mat og styrknaði. [...] saman og høvdu alt í felagi; og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí sum ein og hvør trongdi. Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu
buksum og hettu og hvítum kitli, fettir sær á, lyftir smáu brillurnar longri upp á nasaryggin og hugsar við fullari ferð. Hann veit, at Propofolið hevur eina helvtartíð, sum bara er átta minuttir, og at [...] at mala fyri tær, eru boðini hann fær. Og ein gamal vestmenningur, sum var áhaldsin og hevur brákað høgra herðablað, fær fatl og ávísing um 1 gramm av panodili og 600 milligramm av Brufeni sum pínulinna [...] sprænir evnini inn í æðrarnar. Og kvinnan er burtur alt fyri eitt. Beinanvegin verður ein blá plastikkverja stungin í munnin á sjúklinginum, so hann ikki bítur seg í vørr og tungu. Og so verða elektrodurnar settar