kundu vit mangan gera okkum myndir av ommuni og abbanum uppi í skýggjunum. Og vit vóru samdar um, at vit høvdu sæð tey og tey okkum. Húsini hjá Kristinu og Niels vóru rættiliga stóri fleiri hæddum. Hesa [...] nevndi seyming og binding. Men alt hon legði í tekning og máling var ikki so lítið. Postalínsmáling gjørdist eisini nakað, hon legði orku í og dreying somuleiðis. Hon var so ung í sinni, og myndugleikin [...] av. Løtt og prátingarsom, og var tað ein fragd at fylgja henni ein lítlan part av leiðini, nú hon eldist. Sama trúfestið lýsti av hennara fryntliga enni. Og hon var so takksom fyri lívið og tað, hon
Niels Paula, Andrew, Ellu og Mikkalinu. Ella, gift við Poul Müller, eigur børnini Gunn, Tórur og Sunniva, og Mikkalina, gift við Hjørleif Niclassen, eigur Onnu Kristinu, Fíu Mariu og Sissal Jóhonnu. Tey bæði [...] havnarfólk, dóttir Ellu og Andrew W. Sloan. Tað kann lesast um foreldrini hjá Andrew í teiginum Hendur ið Sleptu í blaðnum í gjár. Kristina er fødd 17. mai 1925. Hon fór sum ung fyrst í real- og síðan í preliminerskúla [...] Food frá um skipini, hvussu nógvan fisk tey høvdu og hvørji fiskasløg. Eg minnist at Kristina kom niður aftur í brúdleyp hjá Nessie og mær 10. sept. 1954, og tá var hon einasta kvinna sum var í føroyskum tjóðbúna
samferðslu- og samskiftisnet. Og sum heild at tryggja, at vit hava eitt einfalt, framkomið og rættvíst lógarverk, ið skapar góðar og tryggar karmar um føroyska samfelagið. Minni almennur vági og minni ka [...] almenna kann nýta tíð og orku til at tryggja øllum føroyingum góðar og javnbjóðis almennar tænastur. Tað verið seg eitt nú almanna- og heilsutænastur, útbúgvingar, mentanartilboð og gransking. Somuleiðis [...] linjur millum alment og privat virsemi sum møguligt. Tí alneyðugt er, at byrgja upp fyri politiskari uppíblanding í føroyskum vinnulívi og at tryggja, at greitt er, hvør hevur ábyrgdina og hvør átekur sær vágan
stóru og eisini feløg, sum Tutl, ella minni, sigur Kristian Blak. Og bara at vera í Cannes ljóðar sum eitt upplivilsi. Og at hoyra Rakul og Kristian greiða frá, staðfestir hetta. Tey hava sæð og hoyrt [...] kilti og marknaðarføra tað ser-skotska., so at fólk hildu, at teir høvdu tað og bert tað. Tá meta Rakul og Kristian tað vera betur at nýta serkennini at gera vart við seg og síðani vísa, at annað og breiðari [...] fløguyvirlitið hjá Tutl, tí tað er so vakurt. Og hetta meta Kristian og Rakul vera gott og týdningarmikið, tí hetta merkir, at fólk meta vøruna vera góða, áhugaverda og gjøgnumførda. Orsøkina til, at yvirlitið
vóru tey øll rakt, var tað eins og orðini komu mær av munni á ein slíkan hátt, at eg føldi, at hesi fólk, eg tosaði við, høvdu funnið troyst og styrki at bera teirra stóru og tyngjandi sorg. Bygdin var vissuliga [...] Herdis helt fram at taka sær av garðinum og vitanum í Hesti. Nú er næstelsti sonurin vitapassari og hevur eisini garðin. [Hann fekk eisini eina harða lagnu og datt oman í Hesti seinni.] Fólkaatkvøða um [...] um at fara, so eg eftirlíkaði. Tá ið eg fortaldi um hetta heima, vóru bæði Margretha og míni foreldur eins ivandi og eg var. Men pápi mín var samstundis glaður um, at eg hevði fingið hesa áheitan, tí hann
partur Nú er vit gift og fyrsta barnið er á veg. Margretha treivst væl, kanska alt ov væl. Mamma helt sum vanligt var tá í tíðini, at kvinnur við barn skuldu eta nógv og gott, og tað slapp Margretha heldur [...] hon skuldi eiga. Hetta var ein kaldur vetur og mánaði. Í Havn vórðu máld niður í 12 kuldastig og í Klaksvík 14 kuldastig. Eg var hetta kvøldið á skrivstovuni, og tá ið eg um 10 tíðina kom heim, kundi mamma [...] spurdi hann, um hann ikki hevði verið og heilsa uppá Margrethu og sæð dreingin. Tað hevði hann ikki, tað hevði ongan skund. Hann helt, at tað skundi skaða bæði mammu og barn at koma brestandi inn. Hetta kundi
Hetta var vælsmakkandi og heilsugóður viðskeri. Men Óli og Johanna vóru nøgdsom, og tað var ikki gerandiskostur við turkaðum gásakjøti. Hetta skuldi bert etast til høgtíðir, og tá ið tað komu gestir. [...] høvdu sett segl, og sigldu út á redina. Men her mundi enda galið. Tað var fitt av vindi av útsynningi, og dreingirnir fingu ikki vent jaktini. Tískil róku teir út í Nólsoyarfjørð, og tað mátti hjálp sendast [...] enskt flogfar, sum rendi á fjallið her inni millum Hvalba og Tvøroyri. Tað vóru seks mans við, og fimm teirra doyðu. Tann eini var halaskjútti og sat aftast í flogfarinum. Hann var púra óskaddur. Tað var
ur. Vit krússaðu aftur og fram, og hundurin snoddaði somuleiðis. Vit koma niðan á Hválin, sum tað verður kallað, omanfyri kirkjuna, tað er ein hamari. Har stóðu vit og hugdu og tosaðu um, hvar í víðu verð [...] meg. Í landalæru lat Waagstein okkum tekna eitt kort av einum landi, og so skuldu vit seta býir, fjøll og áir á kortið uttan nøvn, og skuldu vit so duga nøvnini uttanat. Hetta var ein góður háttur at læra [...] eftur fingu vit eisini premiu. Tá var eg blivin 12 ár og fór eins og mong onnur í realskúlan. Eg fór beinleiðis í 2. real. Her komu vit at læra enskt og aðrar nýggjar lærugreinir. -------- Ejler Djurhuus:
Hon livdi av at hava pensjonat og at selja kleynur og bróstsukur, sum hon sjálv kókaði. Hetta smakkaði væl og kostaði 2 oyru stykkið. Tað vóru mest løgtingsmenn av bygd, og nakrir læraraskúlanæmingar, [...] kot og langar buksur. Sum teir flestu menn tá í tíðini hevði Klæmint fullskegg, sum var væl røkt og gekk í ein spíss. Klæmint var í klæðum meira framkomin enn aðrir, eins og hjá embætismonnum og øðrum [...] hevði á fýrstaðnum kókað grind og spik og hevði júst tikið grýtuna útav fýrstaðnum, tá hesin lítli drongurin datt í henda kókandi løgin. Kjøtið losnaði frá beinagrindini, og hesin neyðars drongur útstóð
Jens Mohr og nærindis Ólastovu, og hevði eisini gjørt eina tekning av einum húsi. Men henda tíðin var trupul at giftast í. Tað var krígstíð við hækkandi prísum og trupulleikum at fáa hendur á byggitilfari [...] vera dugnalig og góð menniskju. Hon var bóndadóttir av Skála og hevði frá ungdóminum lært nógv um húsarhald og matgerð. Hon varð altíð biðin um at standa fyri brúdleypum sum høvuðskokkur og tað sama við [...] Olsen og Zacharias Heinesen. Uppboðssølan hjá Sam Olsen var av ísinkram og porselensvørum, sum vórðu innfluttar júst fyri at verða seldar á uppboði. Uppboðssølan hjá Heinesen var av klædnavørum og skóm