Kristian og Rakul aftur úr Cannes: - Nú venda fólk sær til okkara

Kristian Blak frá Tutl og Rakul Petersen frá Nora hava verið í Cannes og hava har hitt fólk úr øllum heiminum, ið fást við at framleiða, framføra og selja tónleik. Umframt at gera vart við seg og knýta sambond, so sóu tey á palli vælkendi Emiliu og Slash, í flogfarinum fylgdust tey við The Cardigans og í onkrari hurð hittu tey Cher, Roxette og Dr. Alban.

Í farnu viku, frá 24. til 28. januar, luttóku Kristian Blak og Rakul Petersen í stórfingnum festivali í Cannes, nevndur Midem. Sama stað, har gitni filmfestivalurin er.

Talan er um tiltak, har fólk úr tónleikaheiminum koma saman og gera vart við seg og knýta sambond.

Kristian Blak hevur nú í 2 ár vegna plátufelagið Tutl gjørt eitt sindur við at luttaka á slíkum tiltøkum og hann merkir nú, at hann er sloppin framvið tíðarskeiðnum, har hann við fólk bert sigur góðan dag upp í saman.

- Nú er tað ikki bara eg, sum vendi mær til so nógv fólk sum gjørligt. Nú venda fólk sær til okkara eisini, sigur Kristian Blak og Rakul er samd.

- Tað kom meira enn so fyri, at fólk spurdu eftir Kristiani, sigur Rakul.


Cannes

Kristian Blak umboðar Tutl, og er endamálið hjá honum at fáa sambond, soleiðis, at Tutl kann menna sítt verk við at innflyta og útflyta fløgur.

Rakul Petersen umboðar Nora, ið er norðurlendskt atlantssamstarv. Ein ætlan er í løtuni, har Grønland, Ísland, Føroyar og Sámaland samstarva um tónleik og fløgur. Henda ætlan endar ætlandi í september, men vóna og vænta tey í Nora, at arbeiðið kann halda fram í 2 ár afturat eftir hetta, um fígging fæst. Eitt úrslit av hesum samstarvinum er t.d. fløguætlanin Rock from the cold seas, ið eisini varð havd frammi í Cannes.

Og í eginleika av sínum umboðanum, hava tey bæði so verið í Cannes millum øll tey kendu og fólkini aftanfyri tey kendu.

Nógv kenna Cannes frá gitna filmfestivalinum, ið er har og har øll tey kendu úr filmheiminum eru, umframt annað gott fólk.

Og Midem kann møguliga best lýsast fyri uttanfyristandandi, sum eitt tónleikaligt síðustykki til filmfestivalin.

Har hittast handilsfólk frá plátuforløgum og líknandi. Har eru básar, ið vísa fram tað, ið ymsu londini hava at bjóða og ein kann koma í samband við fólk, ið eisini fegin vilja í samband við teg, tí tey hava eisini sum endamál at knýta sambond.

- Tað góða er, at ein verður tikin í álvara, um ein so sum lítið felag setir seg í samband við eitt av teim stóru. Har eru tey heilt stóru og eisini feløg, sum Tutl, ella minni, sigur Kristian Blak.

Og bara at vera í Cannes ljóðar sum eitt upplivilsi. Og at hoyra Rakul og Kristian greiða frá, staðfestir hetta. Tey hava sæð og hoyrt eina rúgvu og eru komin í samband við nógv fólk. Og eingin skal ivast í, at hetta er eitt tiltak av teimum heilt stóru. 90 lond luttaka og eini 10.000 fólk luttaka. Í 1998 framførdu 860 listafólk úr 38 londum. 55 konsertir vóru við 41.000 áhoyrarum.


Cher

Og Rakul hevur myndir, ið hon hevur tikið av framførslum hjá kenda Guns ´n Roses guitarleikaranum Slash og eisini sang í løtuni so kenda Emilia. Tað er hon, ið syngur Big Big World. Eisini er stuttligt at hoyra tey greiða frá, hvussu løgið tað kennist at hitta tey bæði úr Roxette, Dr. Alban og Cher í onkrari hurð, eins og tað ikki var nakað at tosa um. Eisini flugu tey í sama flogfarinum, sum The Cardigans.

- Men teir eru jú eisini vanlig fólk, ið hava tørv á flogfari, um teir skulu nakran veg, skemtar Kristian.

Men sum flestu onnur vildu havt eftir slíkan túr, so munnu eisini Rakul og Kristian hava góð og serstøk minnir eftir túrin, har tey sóu tey stóru framføra og har tey hittu Cher.


Eksotiskt

Tey luttóku ikki sum partur av danska básinum, men danski básurin var líkasum staðið, har ein kundi seta seg í samband við Tutl og Nora. At luttaka við egnum bási er kostnaðarmikið, eini 50.000 krónur fyri ein lítlan bás.

Men hóast alt, so tykist tað at hitta Cher og hini kendu ikki at hava kastað skuggar á tað týdningarmiklasta, nevniliga at hitta fólkni, ið kunnu fáa tónleik hendaveg og ikki minst tey, ið eru áhugað í at fáa føroyskan tónleik til teirra heimland.

- Ein kemur aftur við hálvum og heilum avtalum, sigur Kristian blak, sum næstan hevur eina avtalu við fólk í Taiwan um tónlakasamstarv og sum longu hevur samband við handil í Japan, ið millum annað selur nýggju føroysku jazzfløguna hjá Magnus Johannesen, Plúmm og Holger Lauman. Green Gate.

- Fyri t.d. danskarum eru vit kanska ikki so spennandi. Har eru møguliga fordómar. Men hjá teimum í t.d. Taiwan og Japan eru vit eksotisk, sigur Rakul.

- Tað er gottt hugskot at hugsa aðarar vegir, enn vanligt. Tað er lættari at selja okkum í Asia, enn at royna at fáa fótin fastan t.d. í Århus. Tað er ringt hjá okkum at sleppa framat í Skandinavia, sigur Kristian.

- Rakul nevnr, at Kristian fekk fleiri góð orð á vegnum um fløguyvirlitið hjá Tutl, tí tað er so vakurt. Og hetta meta Kristian og Rakul vera gott og týdningarmikið, tí hetta merkir, at fólk meta vøruna vera góða, áhugaverda og gjøgnumførda. Orsøkina til, at yvirlitið hjá Tutl er so vakurt, sum fók siga, metir Kristian er, at bólkar og tónleikarar ofta sjálvi hava staðið fyri at gera húsarnar.


Fundast

Við sær úr Cannes hava Rakul og Kristian hóp av tilfari. Eina stóra bók, eitt yvirlit, har ein sær navn og upplýsingar um, hvussu ein kemur í samband við allar luttakarar.

- Vit sita inni á básinum og práta og fundast so við fólk. Ein slíkur fundur nýtsit ikki at taka meira 15 minuttir. So býtir ein tilfar og adressur. Er áhugin stórur, so kann fundurin gerast longur, greiðir Kristian frá.

Fólkini úr Taiwan vóru sera áhugað í etniskum tónleiki og vildu fegin hoyra meira. Kristian hevur eisini longu fingið teldupost frá teimum við ymsum fyrispurningum.

- Tey hava verið heima og lurta eftir tí, ið tey fingu frá okkum og eru áhugað í at hoyra meira, sigur Kristian.

Rakul og Kristian eru samd um, at vit eiga ikki at marknaðarføra okkum bert sum etniskur tónleikur. Heldur sum altjóða tónleikur, við nøkrum etniskum og serføroyskum inn ímillum.

Tey nevna, at skotar t.d. gjørdu heldur nógv við at ganga í kilti og marknaðarføra tað ser-skotska., so at fólk hildu, at teir høvdu tað og bert tað. Tá meta Rakul og Kristian tað vera betur at nýta serkennini at gera vart við seg og síðani vísa, at annað og breiðari úrval er eisini.

Kristian vísir á, at t.d. Tutl spennir allan vegin. Frá tí etniska til harðan rocktónleik.


Selja og gera vart við Føroyar

Rakul og Kristian hava eina rúgvu at greiða frá, eftir túrin í Cannes. Men komandi ár verður aftur møguleiki at luttaka og ætlanir eru um at fara við.

Tað kostar 50.000 krónur fyri ein lítlan bás, men tey bæði hugsa sær, at við samstarvinum, sum er við Grønland, Ísland og Sámaland, so er ikki ógjørligt at luttaka við egnum bási. Skal hetta gerast á høgum støði, so krevjast kanska einar 100.000 krónur.

Tá kundi kanska verið gjørligt at fingið framførslur á skránna eisini.

Um einstaklingar úr hesum londum kundu spælt, so kundu tey jú eisini stuðla og spælt undir hjá hvørjum øðrum. Soleiðis slapp ein undan ov nógvum ferðaseðlum til tónleikarar, men fekk tó umboða londini á pallinum.

Rakul nevnir eisini filmin, ið londini samstarva um. Hann kan eisini vísast á komandi stevnu í Cannes.

Tey bæði gera vart við, at tey á henda hátt umboða allar Føroyar, ikki bert tónleik ella mantan.

Kristian Blak hevði við sær faldara frá Kunningarstovuni. Henda faldara um Føroyar fingu øll, sum hann hevði samband við og tey lótu sera væl at og hildu landið vera vakurt. Óivað er onkur ferðaseðil til Føroya seldur á henda hátt.

Rakul Og Kristian eru áhugað í at samstarva við t.d. ferðavinnuna, sum tey halda eigur at vera áhuga í at gera íløgur í, at føroysk mentan og á henda hátt verður gjørd meira sjónlig og landið samstundis eisini gerst sjónligari.

- Sjálvsagt skulu vit ikki vænta undur, men gera vit einki, so hendur einki, sigur Kristian Blak.

Rakul og Kristian eru aftur úr Cannes fyri hesaferð. Við sær hava tey minnini um tey kendu, um tey, sum tey fingu samband við og við sær hava tey nøvn og teldupost adressur. Og við sær hava tey vissuna um, at mentan og tónleikur úr Norðuratlantshavinum er væl seljandi og væl umtókt.

Og ætlanirnar fyri næsta næstu ferðina til pálmarnar í Cannes hava longu sæð dagsins ljós og kanska síggja tær eisini sterka dagsljósið og blitsglæmurnar í Cannes.

Longu í apríl luttekur Kristian Blak í Paris á Musicora. Eitt tiltak, við 60.000 vitjandi. Sanniliga kemur føroyskur tónleikur víða.

Og við orðunum hjá Kristian Blak.:

- Tað er bert spurningur um arbeiðsorku og um, hvussu nógv frímerki ein hevur ráð til.