Kristina og Archihald Norðberg gullbrúðleyp

Ì dag 16. november hava Kristina og Arcibald Norðberg verið gift í 50 ár, og vilja vit ynskja teimum hjartaliga tillukku á hesum stóra degi.

Kristina er havnarfólk, dóttir Ellu og Andrew W. Sloan. Tað kann lesast um foreldrini hjá Andrew í teiginum Hendur ið Sleptu í blaðnum í gjár.

Kristina er fødd 17. mai 1925. Hon fór sum ung fyrst í real- og síðan í preliminerskúla. Aftaná fór hon á húsarhaldsskúla. Tá fór Kristina at arbeiða í Ullvøruhúsinum hjá Sannu og Hilbert Andreassen og var hjá teimum í tvey ár.

Hennara lívsstarv kom at vera í fiskivinnustovuni hjá teirri tá nýggju landsumsitingini, sum vit fingu í 1948. Kristina var við frá byrjan av.

Eitt serligt upplivilsi hjá henni var, tá ið hon og Sofus Poulsen á umboðsstovuni í Aberdeen skiftu um arbeiði eitt hálvt ár í 1950.

Um hetta hevur Sofus eina áhugaverda frásøgn, har hann sigur um Kristinu:


”Hon var sostatt fyrsta kvinnan í uttanlandstænastu landsins. Hon kendi fólk í Aberdeen, so tað var vist eisini ein gleði hjá henni at vera har niðri og sjálvandi vóru umstøðurnar heilt øðrvísi enn heima. Tad var nógv at gera á Umboðsstovuni, tí vit høvdu nógvar landingar í Bretlandi tá. Tær vóru nógv fleiri enn dagarnir í árinum. Radiotelefonsamrøðurnar við skipini vóru nógvar allar tímar av samdøgrinum. Umframt alt annað, sum fylgir við, tá ið skip koma niður at landa, spurdu teir eisini altíð um, hvar best var at landa. Vit máttu eisini boða Ministry of Food frá um skipini, hvussu nógvan fisk tey høvdu og hvørji fiskasløg.

Eg minnist at Kristina kom niður aftur í brúdleyp hjá Nessie og mær 10. sept. 1954, og tá var hon einasta kvinna sum var í føroyskum tjóðbúna.”

Um arbeiðið á Fiskivinnustovuni, sum tað var tá, greiðir Sofus frá:



”Her vóru tað loyvir, sum skipini skuldu fáa fyri at sleppa niður at landa. Allir vrakieftirlitsmenninir komu á Fiskivnnustovuna at geva sínar frágreiðingar. Fiskivinnustovan var har løgmaður hevur nú sínar skrivstovur. Hugsi ikki, at tað vóru stórt fleiri enn 20 sum starvaðust í umsitingini í Tinganesi tá. Minnist yvirmenninar, Johan Djurhuus, stjóri, Jens P. Ellendersen, Esbern Zachariasen og Gunnar Gunnarsson, allir fulltrúar. Kristian Djurhuus bleiv løgmaður tað árið.” Tað var eisini Gunnar, sum var leiðari á Fiskivinnustovuni nærum alla tíðina, Kristina var har.

Hon kom tískil at arbeiða heilt fram til 1992, tá ið hon fór frá fyri aldur. Hon hevur tó havt farloyvi part av tíðini. Hetta sigur nakað um tað trúfesti, sum er so eyðkent fyri Kristinu. Hon er ikki bert trúføst í sínum arbeiði. Hon hevur fingið ein hóp av vinum bæði innan- og uttanlands, og teir gloymir hon heldur ikki.

Blíð hevur hon eisini altíð verið, og tey eru ikki fá, sum hava verið á gátt hjá teimum. Her er ikki minst talan um útlendskir trúboðarar sum eru komnir hendan vegin á vitjan.

Kristina hevur fleiri gávur. At yrkja dugir hon eisini bæði til gaman og álvara. Afturat hesum dugir hon bæði at syngja og at spæla klaver.


Fekk mann úr fiskimannaheimi


Archibald kemur úr einum rættiligum fiskimannaheimi í Hvalba, føddur 12.september 1922. Tey vóru 11 systkin. Av teimum vóru 9 beiggjar, sum allir meira ella minni hava verið á sjónum. Foreldrini vóru Mikkalina og tann kendi trolaramaðurin Niels Pauli, sum enn tá hevur fingið trolara uppkallaðan eftir seg. Archibald fór eisini við trolara sum ungur í 1938. Hann var við Leivi Øssursyni, Skálaberg og Næraberg, har pápabeiggin Steintór var skipari.

Undir krígnum arbeiddi Archibald í kolinum í Hvalba. Hetta var rættiliga strævið, men inntøkan var hampilig, einar kr. 30 um dagin.

Beint eftir kríggið var Archibald við trolaranum Drátti. Teir vóru niðri og landaðu, og tað vóru nógvir føroyingar, sum vildu sleppa heim við til Føroyar. Tað vísti seg, at ein av ferðamonnunum hevði tuberklar. Seks hvalbingar vórðu smittaðir og Archibald var ein teirra. Tá mátti hann liggja heima í eitt ár. Hann fór tá aftur við Drátti við Dánjal Jákup á Breyt sum skipara. Dráttur var seldur í 1952. Tá fór Archibald sum flekjari við danskari skonnart til Grønlands. Seinni fór hann við týskum trolarum, sum nógvir føroyskir fiskimenn gjørdu tá í tíðini. Teir vóru seks føroyingar við og fasta lønin var kr. 50 um dagin. Hetta var góð løn tá, tá ein vanlig dagløn á landi kanska var 30 kr.

Nú var tað, at Archibald fór við trolaranum Fiskanes í 1955. Hetta var ein rimmar kjansur at fáa. Tað var nógvur fiskur og øgliga strævið. Men inntøkan var góð.

Arcibald fer at eldast og er við at gerast gamal drongur. Tá er tað, at Kristina kemur uppí leikin, og tey giftast júst fyri 50 árum síðani.

Í fyrsta umfari helt Archibald á við at sigla við Fiskanes. Tískil kom hann eisini at vera við tann minniliga túrin yviri á Kappanum, tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Archibald minnist hendan dagin sera væl. Tað var av ringasta veðri og nógvur ísur. Hann hevði deksvakt kl. 12,30, tá ið Hans Pauli gav boð um at koyra teir stertar niður í lastina, sum vóru á dekkinum. Tá hugsaði Arcibald, um hetta ikki kundi gera tað sama. So ivaleysur var hann um, at teir fóru at ganga burtur.

Teir royndu kortini at leita eftir teimum á Hans Hedtoft, so frægt sum umstøðurnar loyvdu tí, men einki var at gera. Seinni fekk øll manningini ein tendrara frá KGH sum viðurkenning.

Tá nakað er fráliðið heldur Kristina, at tað kann ikki bera til fyri børnini, bæði at hon arbeiddi úti, og at hann var burtur stóran part av árinum.

Tískil legst Archibald uppá land. Tó sigldi hann fyrst eitt ár við gamla Smirli. Hann fekk tá ymisk arbeiði á landi við smíðing, millum annað hjá Hans Hilmar Dam og saman við Jens, beiggja sínum.

Tá fekk Archibald arbeiði sum vaktarmaður í SMS, og hetta arbeiðið hevði hann, til hann legði frá sær fyri aldur. Arbeitt var 13 tímar um dagin aðru hvørja viku. Hetta dámdi Archibald sera væl, og hann letur væl at Hans Mortensen sum ein lagaligan stjóra.


Dygdar heim


Sigast kann, at Arcibald og Kristina hava eitt gott heim. Bæði eru sera ættarkær og blíð. Archibald hevur verið Kristinu eina framúr góður maður og stuðul. At hava pápa av bygd hevur eisini verið spennandi hjá børnunum, sum minnast manga góða ferð til Hvalbiar at hoyggja.

Tey hava verið virkin í Ebenezer alla sína tíð. Kristina skipaði fyri kvinnufundunum, og enn verður tikið til skonsini hon bakaði, so væl tey smakkaðu. Hon var eisini við til at skipa vaskiliðini í Ebenezer, og her lá parturin hjá Archibald ikki eftir. Hann møtti trúliga upp til tað mannfólkaarbeiði, sum var í hesum sambandi.

Tey fingu børnini Niels Paula, Andrew, Ellu og Mikkalinu. Ella, gift við Poul Müller, eigur børnini Gunn, Tórur og Sunniva, og Mikkalina, gift við Hjørleif Niclassen, eigur Onnu Kristinu, Fíu Mariu og Sissal Jóhonnu. Tey bæði eru eisini blivin langomma og –abbi.

Ynskt verður teimum enn eina ferð hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, sum verður hildin á Hotel Føroyum í morgin.


ó.