Í góðveðrinum í farnu viku bar Jóngerð mær deyðboðini av mammu síni. Eftir lítlari løtu var fótafarið aftur í barnaárunum, tá grønur bøur var millum barnaheimini hjá Jóngerð og mær. Eitt yðandi lív - við sprøklutum hønum og hana, sum vit argaðu illa, hoppibondum og høsnaringum. Minnisbrotini eru mong. Vit kundu ganga úti í hvítum løriftskóm alt summarið. Hevði man dálkað hesar, “hvíttaði” man teir við eini tupu við onkrum skúmkendum í, sum huldi skittin. Á knøunum høvdu vit sum oftast skruvur, - plástur vóru óneyðug. Duttu vit, vóru tað hendur og knø, ið fyrst vóru fyri, tí vit sum oftast gingu í sokkum upp á økulin. Langbuksur høvdu ikki rættiliga fingið fótin fyri seg. Innan gluggarnir hjá Kristinu stóðu allir hesir vælrøktu urtapottarnir, ið eg bara minnist altíð blóma í reyðum og hvítum litum. Tann, ið stýrdi øllum hesum ævintýrliga, var Kristina. Hon var sum nøkur ein ungamamma. Í stórpunt-utum, reyðum fyriklæði syrgdi hon fyri, at alt gekk upp í eina ruddiliga eind, inni sum úti. Hon seymaði og bant og tók okkum gentuóvitar við í sínar verkætlanir. Vit fylgdu trúliga við í sunnudagsskúla í KFUM & K, tí har fortaldi Kristina søgu uppi við pultin, ikki úr eini bók men raðið úr huganum. Og hon lovaði okkum at hava bindiklubb, sum var nokk so forkunnugt tá. Vit elskaðu tað, tí so gjørdi Kristina fruktsalat, og tað var nakað, sum vit børn ikki vóru von við. Lagið gjørdist eyka gott, tá hon hevði blandað sjokolátu uppí.
Kristina var ættað av Húsum. Giftist við mikladalsmanninum Niels Østerø í apríl 1950. Tey búsettust á Ziskatrøð í Klaksvík og fingu tvær gentur, Jóngerð og Hansinu. Á Ziskatrøð var lívligt, nógv børn heilt oman til Ósánna. Jóngerð og tey búðu ovast í brekkuni. Gomlu foreldrini hjá Kristinu búðu bæði inni hjá yngstu dóttrini og doyðu út haðani. Haldi, tað er fyrstu ferð, eg kunnaði meg um deyðan, og tað sum var aftaná. Tey vórðu grivin í gamla kirkjugarði beint í grannalagnum, og vit gjørdu okkum nógvar tankar um, hvat hendi aftaná deyðan. Á luftini kundu vit mangan gera okkum myndir av ommuni og abbanum uppi í skýggjunum. Og vit vóru samdar um, at vit høvdu sæð tey og tey okkum.
Húsini hjá Kristinu og Niels vóru rættiliga stóri fleiri hæddum. Hesa tíðina var vinnuliga sæð sera lívligt í bygdini, helst á Stongunum og Kósini. Tað var nógv ferð á útróðrarflotanum tá og tørvur á nógvum arbeiðsfólkum. Tí búðu skyldfólk hjá Kristinu bæði í lofts- og kjallarahæddini. Eisini hýsti Kristina onkrum skyldfólki, ið gekk í framhaldsskúla úr Kallsoynni.
Vit vildu so fegin, Jóngerð og eg, byrja sama ár í skúlanum. Men tað gekk ikki. Hóast ikki mánaður var ímillum okkum, var markið 1. jan. Og tá onnur var frá des. og hin frá jan., var einki at gera, hóast Niels royndi at fáa tað at ganga upp. Vit høvdu gjørt ein innsats sjálvar. Elsti beiggi mín, ið gekk í skúla í Havn, hevði keypt okkum stavingarbók, og vit kýttu okkum. Men tað hjálpti einki.
Kristina var í mangar mátar ein serliga virkin og arbeiðssom húsmóðir. Henni tørvaði neyvan ráð, hon fór bara í holt við tað, hon hevði sum mál. Hon dugdi so ófatiliga væl til hendurnar. Eg nevndi seyming og binding. Men alt hon legði í tekning og máling var ikki so lítið. Postalínsmáling gjørdist eisini nakað, hon legði orku í og dreying somuleiðis.
Hon var so ung í sinni, og myndugleikin var ikki at fara skeiv av. Løtt og prátingarsom, og var tað ein fragd at fylgja henni ein lítlan part av leiðini, nú hon eldist. Sama trúfestið lýsti av hennara fryntliga enni. Og hon var so takksom fyri lívið og tað, hon hevði fingið lut í.
Kristina fylti 85 seinasta summar og helt føðingardag fyri nógvum fólkum. Væl til passar, vøkur og stórsmílandi tók hon ímóti. Slætta vældámda dæmið helt sær upp í ellisár.
Ein sterk persónligheit hevur lagt frá sær. Hvíl í friði, góða Kristina.
-----
Poulina