pressan er úti um seg og roynir at fáa eina søgu, har søgan finst, er júst, sum tað eigur at vera. Men einastaðni eigur eitt mark kortini at verða sett. Hóast vit hava pressufrælsi í landinum, er tað frælsið [...] ófantaligt, tað er at troðka seg inn á fólk, sum rakt eru av vanlukku, er tað at leggja á navngivnar persónar, uttan at tora at leggja egið navn til. Og her hevur pressan eina stóra ábyrgd. Tíðin er helst komin [...] So galið er tað, siga keldur, sum standa familjuni nær, at inni á Ríkissjúkrahúsinum sita pressufólk inni á gongini, soleiðis at starvsfólkið noyðist at halda vakt til tess at verja familjuna. At pressan
TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í F [...] bankarnir ikki renna undan. BIRGIR Danielsen sigur, at Sjóvinnubankin ávaraði landsmyndugleikarnar, men at tað nyttaði lítið. Hetta er aftur eitt dømi um, at neyðugt var eisini tá við einum sterkum landsbanka [...] leggur afturat, at teir vóru ímóti landsbankanum, tí teir vildu ikki hava politiska valdið inn í bankarnar. LÍKT er til, at Birgir Danielsen hevur misskilt okkurt, tí ein landsbanki er ikki forlongdi armurin
eisini, at teirra krav er eitt princippmál. Tá partnarnir standa so fast við sítt, átti landsstýrismaðurin - fyri at fáa næmingarnar aftur í skúla - at víst seg sum mannin, ið hóast alt er til at tosa við [...] við. Hann átti at kunnað sagt, at nú tað stendur í botni, so er hann tilreiðar til at lata hetta málið fara og so heldur taka allan spurningin upp í øðrum sambandi. UTTAN at vit her skulu fara út í smálutir [...] smálutir, so er tað eftir okkara tykki eitt gott principp at hava ikki at hava ov nógvar næmingar í flokkunum. Og tá talið nærkast teimum 30 er talan um eitt ov stórt tal. Hetta átti Eilif Samuelsen sum lærari
vilja hjálpa okkum í samráðingunum við bretar. Kann tað gagna okkum er tað í lagi. Men vert er at leggja dent á, at tað er sum upprunafólk, at vit krevja rættin til okkara egnu undirgrund og harvið eisini [...] eiga vit eisini at hyggja nærri at okkum sjálvum. Hvør hevur gjørt nakað galið her og hvat er gjørt galið. Eigur tað at blíva til eina nøs ella meira! Tað týdningarmesta er, nú luftin er reinsað við hesi [...] informatión. Hetta er tykki nakað av tí ringasta, sum kann henda, tí tá er spælt við følskum kortum. Og tað er greitt, at slíkt eigur at fáa fylgjur so ella so. Lat okkum undirstrika her, at ikki minst Sjónvarp
balsam, tí tað hevði ikki verið haldbart at skula liva víðari í allari óvissuni. FØROYINGAR og Føroyar hava fingið uppreisn, og tað er gott. Harvið er ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan [...] mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hvør og hvat er gjørt skeivt í øllum hesum málinum, er sum balsam [...] okkum fáa hesa kanning frá hondini við at lata øll tey, sum so ella so hava borið seg skeivt at, fáa tað at vita. Latið okkum so royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór í øllum hesum meldrinum. Vit hava
Hvussu stórt hetta endurgjald skal vera, er kanska ringt at siga beint nú, men tað er eingin ivi um, at ein týðandi partur av uttanalndsskuldini eigur at vera kliptur av. Tað hevur so mangan verið kastað h [...] kinum, at Føroya fólk greit fær at vita, hvat henda »sjálvstýrislóg« er - ella at orð eiga at verða sett á hana. At loysa frá Danmark er einki endamál í sjálvum sær - men føroyskt sjálvstýri er avgerandi [...] Tað er eingin ivi um, at føroyingar við hesum kanningarúrslitinum hava fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð
januar í ár er so niðursetandi og vamlislig, at hon átti ikki at verið komin á prent. Men lad gå - vit tolerara frælsi hjá hvørjum einstøkum at siga sína hugsan. Greinin hjá Ole Hyltoft er tó meira enn [...] verður brúkt, tá tú er mest rasistiskur. Orðini raka langt undir tað ein kann krevja av einum siviliseraðum persóni. Er hetta nakað at byggja álit og virðing uppá millum tvey fólk! Er veruleikin veruliga [...] rasismu, at tað skal nógv til fyri at byggja uppaftur sínamillum álitið. Hetta er sera spell, tí stóra fjøldin av føroyingum og dønum hevur altíð staðið væl um sótt, ja føroyingar og danir hava í mangum kent
týdning, og hvønn týdning, hon fær, ber enn ikki til at siga. Heldur ikki ber til at siga, um hon fær nakrar avleiðingar. EITT er tó vist, og tað er, at bankamálið og búskaparskrædlið hava broytt viðurskiftini [...] føroyingar at semjast um eitt uppskot at leggja fyri danskar stjórnarmyndugleikar? SEINASTU vikurnar og dagarnar er nógv sagt sum um at føroyingar fáa viðhald og uppreisn í bankakanningini, men er kanningin [...] allar helst at hava við sær, at Føroyar og Danmark eru noydd at samráðast um eina nýggja avtalu, ein nýggjan sáttmála millum ríkispartarnar. Men initiativið liggur hjá føroyingum, og spurningurin er: ? klára
innbjóðing at vitja Bretland! Kann vera at løgmaður ikki heldur hetta vera nakra skilagóða og rímuliga samanbering. Tað er í hvussu er okkara meting, at løgmaður við at sýta fyri sjálvur at fara til Bretlands [...] máli. KANN tað vera vera so, at tað er júst samráðingarháttur løgmans, sum hevur forðað fyri hesum! Avgjørdur og treiskur sum hann er hevur hann ongantíð fjalt út yvir, at hann ynskti ikki at tosa við bretskar [...] ikki fyri at fara til London at tosa við sjálvan tony Blair. Tað er sjálvandi gleðiligt at hoyra, at hægsti danski politikarin vil hjálpa okkum í marknatrætuni. Spurningurin er so, um hann er førur fyri
tíðindaskriv, enn at lata slíkt koma út sum tíðindi, av tí eitt tíðindafólk hevur fingið frænir av onkrum. Annars er alt gott um tað at siga, at tíðindafólk liggja framvið. IKKI fyrr enn fleiri dagar seinni [...] FISKAVIRKING er ikki eitt tilvildarligt arbeiðspláss, men okkara størsta virki við 600 fólkum. Arbeiðsplássið er harafturat almenn ogn, sum nøkrum er litið upp í hendi at fyrisita. Tí átti nevndin at følt, at [...] eftir ársskiftið, tí tað var ikki eydnast leiðsluni at finna ein eftirmann. Men nei, gamlaársdag fekk hann boð at gevast. HETTA merkir, at tá stjórin í Fiskavirking í útvarpssamrøðu um nýggjársleitið greiddi