og at snara sær á og spæla ella beinanvegin at snitta til viðspælararnar. Í borðunum bjóðaðu Hanus Thorleifsson og Bjarni Jørgensen sær til, og Pætur Dam Jacobsen, sum hesa ferð var vongverji í høgru og [...] seg væl, lótu bóltin gera arbeiðið, skoraðu trý mál og høvdu møguleikar at gera í hvussu so er trý ella kanska fimm mál afturat. Nenad Stankovic og Pauli G. Hansen vóru drívmegin á miðvøllinum. Undan steðginum [...] Elttør arbeiddu ógvuliga nógv, og á miðvøllinum royndu Høgni Madsen, Tórður Lervig, sum fyri fyrstu ferð var ímillum teir fyrstu ellivu, og Arnhold Joensen, meðan Atli Danielsen var settur at tetta í miðverjuni
hoyrt nógv um hesa vandasigling - og havandi í huga, at báðir abbarnir hjá mær sigldu í krígsárunum og nógvir av teimum, eg havi kent eisini sigldu, so var ikki av vegnum hjá mær at royna hesa leiðina at [...] Gerpir, sum er eystasti landoddi Íslands og komu um seks tíðina um kvøldið norður móti Barðsnesi ella Horninum, sum er ytsta punkt á syðra armi á Norðfjørðinum. Tá ið vit sigldu inn á Norðfjørðin sóu
úthurðina og eri í ferð við at læsa meg inn, tá onkur tekur í meg aftanífrá og skræðir jakkan av mær, greiðir Agnar frá. Meðan Agnar var til uppafturvenjing í Ringe, hugsaði hann nógv um hesa vanlagnunátt. [...] fluttur aftur til Svendborg. Hann dugir onki. Kann ikki fara á wcið sjálvur, fáa sær at eta sjálvur ella nakað annað, sum hann áðrenn tilburðin tók sum givið. Tónleikurin, sum fyllir sera nógv í hansara [...] hansara lívi, verður settur til síðis í eina tíð. Tað er ikki hugsingur um hjá honum at spæla trompet ella guitar. Tað hevur hann ikki motorik til. Men við uppafturvenjing á einari deild í Ringe og einum góðum
væl varðveitt við sínum umleið 25.000 sitiplássum løgdum í steinrøðum niðan brekkurnar í hálvringi ella so kring tann ikki so øgiliga stóra pallin. Her hava gingið kendir menn eftir hesi gøtuni. Ymisk hava [...] siga. Ikki um tann blinda Homer, sum kanska hevur gingið júst her og hugsað sær til Illiónskvæðið, ella hvussu hann skuldi fáa sagt søguna um Odysseus. Nei, nú var tað aftur Paulus, sum her fekk eina søgu [...] Artemis Efesosmanna" vildi gera enda á honum, tá silvursmiðirnir við templið kendu, at her var vandi á ferð, nú hendan nýggja trúarrørslan, sum boðað varð um alla Asiu, var við at fáa fótafesti. Sligin og bardur
nærkast fimta gula kortinum, men enn eru leikbannini ikki farin at gera um seg í so máta. Aftur hesa ferð verður tað leigusveinurin úr B36, Magnus E. Poulsen, sum fer at verja málið hjá EB/Streymi. [...] Annað vikuskiftið á rað skal NSÍ spæla steypadyst. Hesaferð á Eiði, har tey eisini vilja upp í part á sundalagsstevnuni. Hjá NSÍ fekk Sjúrður Jacobsen skaða undir venjing í vikuni, og hann verður tí ikki
til veður. Kanska verður tað eitt sindur av sirmi, men tað skuldi ikki bila. Hvørki hjá rógvarunum ella hjá áskoðarunum, sum plaga at vera nógvir, tá ið tað verður kappast her hjá okkum. Hvussu verður tað [...] eisini róð á 2000 metrum. Startmálið hjá 10-mannaførunum er innanfyri Blásenda, sum teir rópa tað, ella sagt við øðrum orðum yviri ímóti Selatrað. 1500 metra málið er í Buginum, sum er frá Veðranesi og [...] hevur tikið sær av at fyrireika og leggja bátarnar, síðani vit miðskeiðis í níti árunum fyri fyrstu ferð høvdu FM kappróður her hjá okkum. Tað hevur riggað væl, og vit eru lidnir við stóru fyrireikingarnar
ikki eru trygg. Dekkframleiðarin hevur gjørt dekk til hesa breyt í fleiri ár, og eigur ikki at seta koyrarar, framleiðarar, áskoðarar og sponsorar í hesa støðu. [...] ikki ein møguleiki søgdu teir. Teir vístu á at liðini kundu antin koyra spakuligari gjøgnum svingið, ella skifta dekk í koyringini, hetta gevur sjálvandi tíðarsrevsing, men um liðini vildu gera hetta av [...] Trulli, sum hevði fingið skjótastu umferðina í tíðarkoyringini leygardagin, og sostatt fyri fyrstu ferð hevði givið Toyota fyrstu byrjunarstøðu. Við Kimi Raikkonen í aðru støðu, Jenson Button triðju og
møguleika at verja fyri. Og dygst undan steðginum bleiv tað so 2-0. HB spælið koyrdi skjótt og væl hesa løtuna, og uppspælið til málið var eisini av tí vakra slagnum. Jákup á Borg sendi sera hegnisliga [...] høvdu vertirnir ikki teir so væl kendu marginalarnar við sær, og so varð antin skotið við síðuna av ella slettis ikki. Og hinvegin, so kundi HB væl punkterað dystin fullkomuliga við onkrum máli afturat. [...] um hjá HB. Til tíðir høvdu teir veruligt meistaraspæl frammi sunnudagin, har bólturin við nógvari ferð varð koyrdur runt á vøllinum, og megna teir at halda fast í hesum, so er oddasessurin kanska varandi
gjørdu teir á ongan hátt. HB vísti kanska mest sannførandi avrikið á árinum, og so varð tað aftur hesa ferð staðfest, hvussu risa stóran týdning tað hevur í dagsins fótbólti at hava framúr góðan skjútta, [...] HB! Onkra ferðina hevur spurningurin um manngarðar verið viðgjørdur. Í Saprigerði varð tað enn eina ferð staðfest, at tað ofta er óðamannaverk við stórum manngarði. GÍ málverjin tóktist fult og heilt at [...] Nolsøe er so mikið góður, at tað er lítið fyri hann neyvt at lyfta bóltin upp um manngarðin og í meiri ella minni tómu síðuna av málinum. Tað er rættuliga ivasamt, um Rasmus hevði havt sama møguleika at fáa
ingin verdur, og lagið var gott hesaferð. Ikki minst er tað stuttligt at síggja, hvussu hann altíð sleppur sær úr trupulleikum við driblingum, fintum og vendingum. Ella tá hann við hvørt bara ger tað lætta [...] øllum dystinum. Framvegis lótu teir vertirnar trýsta, men tá gestirnir so vunnu bóltin, varð full ferð sett á. Kantarnir báðir við Jónstein og Christian Høgna vórðu nógv nýttir, men veruligar opnar kjansir [...] vóru teir ikki komnir seg, tá seinni hálvleikur byrjaði. Minutt-vísarin var neyvan farin runt fyrstu ferð, tá EB/Streymur fekk fríspark í vinstur. Gert sendi innfyri, og tó at talan ikki var um heimsins besta