Í Hósvík hava nógvir bátar vant í hesi vikuni

Fleiri bátar standa í neystum í Hósvík, og aðrir hava í vikuni verið í Hósvík og vant undan aðru FM kappingini, sum verður á skránni seinnapartin í dag

FM KAPPRÓ?UR

Í Hósvík sita teir ikki og trilla tumlar og bíða eftir, at klokkan skal gerast trý seinnapartin í dag. Men teir siga seg vera klárar at taka ímóti teimum 58 manningunum, sum hava boðað frá luttøku í FM kappróðrinum og teimum, sum ætla sær at luttaka í barnaróðrunum.
- Vit hava nógv at liva upp til. Undanfarnu ferðirnar, tá ið kappróður hevur verið her í Hósvík, hevur tað gingið upp á stás, og vit hava verið fegnir um, at tað á aðalfundinum hevur verið tikið fram sum dømi um, hvussu væl tað kann ganga.
Tað sigur Hans Jacob Djurhuus, sum er formaður í Hósvíkar Róðrarfelag. Hann heldur, at umstøðurnar eru góðar at rógva í Hósvík.
- Hann sigur eitt lot og kanska meiri enn tað av suðri. Men eg vænti ikki, at tað fer at bila. Tað er hásummar, og henda vikan hevur roynst væl til veður. Kanska verður tað eitt sindur av sirmi, men tað skuldi ikki bila. Hvørki hjá rógvarunum ella hjá áskoðarunum, sum plaga at vera nógvir, tá ið tað verður kappast her hjá okkum.
Hvussu verður tað við streymi?
- Her hjá okkum rekur tað altíð suður. Men tá ið veðrið er so gott, sum tað hevur verið í hesi vikuni, so merkja vit einki til streym, og eg rokni ikki við, at hetta fer at hava nakran týdning fyri avrikini og úrslitini í kappróðrinum.

Málini
Í Klaksvik varð róð á 1000 og 1500 metrum. Í Hósvík verður umframt á hesum teinunum eisini róð á 2000 metrum. Startmálið hjá 10-mannaførunum er innanfyri Blásenda, sum teir rópa tað, ella sagt við øðrum orðum yviri ímóti Selatrað. 1500 metra málið er í Buginum, sum er frá Veðranesi og inn ímóti Selatrað, og 1000 metra málið er á Veðranesi.
- Tað er sama manningin, sum hevur tikið sær av at fyrireika og leggja bátarnar, síðani vit miðskeiðis í níti árunum fyri fyrstu ferð høvdu FM kappróður her hjá okkum. Tað hevur riggað væl, og vit eru lidnir við stóru fyrireikingarnar. Fyrrapartin leygardagin fara vit at leggja fasta startin, og gongst tað, sum tað plagar, so verður tað neyvan nakað bein í tí, heldur formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag.
Drátturin er við Thor, sum heldur til á bryggjuni í Hósvík. Har er gott øki at seta bátarnar á. Róðrarfólkini fáa at eta í bygdarhúsinum í Hósvík.

Bíða eftir bátinum
Hósvíkingar luttaka við kvinnum í kappingini millum 5-mannafør. Tað gera tær í Falkinum. Í barnaróðrinum luttaka hósvíkingar við gentum og dreingjum. Onnur manningin fer at rógva við Falkinum, og hin fer at rógva við Kolli, sum teir hava lænt úr Kollafirði.
Í kappingini millum 6-mannaførini luttaka hósvíkingar. Tað er ikki við Hósvíkingi, men í staðin við Snopprikki, sum teir hava lænt úr Hvalba.
Í fjør spentu hósvíkingar seg út, tá ið Sámal Hansen smíðaði teimum nýtt 6-mannafar. Teir vóru á veg til Skála at luttaka í bygdarstevnuni har, tá ið báturin varð tikin av bilinum av vindi. Hann fór so mikið illa, at hann gjørdist vrak. Tað var ikki hugsningur um at umvæla hann aftur til kapprógving.
- Tíbetur var báturin tryggjaður. Vit bíløgdu nýggjan bát, og vit rokna við, at hann verður liðugur eina ferð seinni í summar. Inntil tá kappast vit við Snopprikki, sum hvalbingar hava lænt okkum, sigur formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag.
Hvalvíkingar og teir í Streymnesi plaga at vera óførir at luttaka í kappróðri. Í ár eru teir ikki við. Ein maður umborð á 6-mannafarinum hjá teimum í Hósvík er úr Streymnesi. Ein er úr Fámjin, og hinir eru úr Hósvík.

Nógv ferðsla
Í hesi vikuni hevur nógv ferðsla verið í Hósvík. Fleiri manningar hava vant á teininum, sum tað í dag skal kappast á, og fleiri bátar standa í neystum í Hósvík.
- Vágbingur stendur í neystinum hjá okkum. Junkarin, Kollfirðingur og Argjabáturin standa í øðrum neystum, og við hava eisini sæð aðrar bátar her okkurt kvøldið. Eitt nú hava Nólsoyingur og Lómur verið her, veit Hans Jacob Djurhuus at siga frá.
Í dag roknar róðrarformaðurin í stevnubygdini við, at tað verður nógv ferðsla í Hósvík. Bæði á sjónum og eisini á landi.
- Tað plagar at vera eitt sindur trongligt eftir vegnum fram við róðrarøkinum, meðan kappróðurin er. Men vit hava nógvar parkeringsvørðar, og royndirnar siga okkum, at tað fer at bera til at koma ígjøgnum, hóast tað ivaleyst ikki verður so lætt at sleppa framvið Hósvík, sum tað annars plagar at vera.

Tættari kapping
Á Norðoyastevnu vóru fyrstu FM stigini lutað út. Sum tað plagar at vera, so hevur tað eisini eftir hesa Norðoyastevnuna verið tosað um, at tað er óheppið, at tað ikki undan fyrstu FM stevnuni er ein róður, har tað verður kappast um plaseringarnar í fyrstu FM kappingini.
Orsøkin til afturvendandi umrøðuna av hesum er, at lutur verður kastaður um, hvussu bátarnir skulu liggja á Norðoyastevnu. Í Hósvík fara teir, sum stóðu seg best í Klaksvík, at liggja mitt í feltinum, og teir, sum vóru nummar tvey og trý fara at liggja hvør sínu megin bátin, sum vann í Klaksvík. Hetta ber við sær, at tað verður lættari hjá rógvarunum og eisini áskoðarunum at fylgja við í , hvussu gongdin í róðrinum verður.
Í ítrótti og kappróðri er tað soleiðis, at ein, sum ikki hevur staðið seg nakað serligt, kann stinga seg fram ímillum og gera ein vørr. Tað er ikki óhugsandi, at onkur, sum stóð seg minni væl í Klaksvik, tí teir kanska ikki vóru so væl fyrireikaðir, í dag - tvær vikur seinni - fer at bjóða teimum, sum fara at liggja í miðjuni, av í kappingini um fremsta plássið og harvið flestu stigini. Tað er sjarman við ítrótti og ikki minst kappróðrinum!