SKÁLA-KÍ
Tað var dýrdarveður á Skála mikukvøldið. Trúgvu KÍ áskoðararnir fingu harvið góða útferð burturúr. Fótbóltsliga mundi tað vera so sum so við vónunum undan uppgerðini ímóti skilagóða og væl skipaða Skála. Eftir tvær ferðir trý korter var skjótt at staðfesta, at tað stendur heilt illa til við fótbóltinum í Klaksvík.
Eftir ikki serliga sannførandi avrik í 1. hálvleiki setti Skála eftir steðgin sjuntin eitt sindur longri upp. Ferðin gjørdist harvið hægri, og so myndaðist tað soleiðis, at illa skipaðu gestirnir royndu at renna aftaná heimamonnunum, sum fluttu seg væl, lótu bóltin gera arbeiðið, skoraðu trý mál og høvdu møguleikar at gera í hvussu so er trý ella kanska fimm mál afturat.
Nenad Stankovic og Pauli G. Hansen vóru drívmegin á miðvøllinum. Undan steðginum vóru teir ikki so sentralir, tí Skála verjan sparkaði ov nógv og spældi ov lítið. Eftir steðgin fingu teir báðir bóltin í føturnar. Teir dugdu væl at temja og varðveita bóltin og at snara sær á og spæla ella beinanvegin at snitta til viðspælararnar. Í borðunum bjóðaðu Hanus Thorleifsson og Bjarni Jørgensen sær til, og Pætur Dam Jacobsen, sum hesa ferð var vongverji í høgru og Iulian Florescu, sum var vongverji í vinstru, luttóku eisini í framrættaða partinum. Í miðverjuni kom tað mest sum ikki fyri, at Rúni Rasmusssen og Milic Curcic høvdu kvalir av lítið vandamikla Ova Nysted.
Jónhard Frederiksberg og serliga Bogi Gregersen vóru væl trimmaðir og ágangandi ímóti so langt í frá eins sannførandi KÍ. Skála vísti beinanvegin tenn, og tað tóktist bara vera spurningur um tíð, nær teir skulsu fáa hol á. Tað fingu teir, tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið. Diagonala sendingin frá Iuliani Florescu yvir 60 metrar til Boga Gregersen, sum í høgru rann frá verjuni og úr eitt sindur spískum sendi dygst inn við handara stólpanum, var góð. Men so skal eisini leggjast afturat, at verjuparturin hjá KÍ í hesum førinum var piltaliðsfótbólti líkur.
Seinna partin av fyrra umfarinum var ferðin ikki serliga høg. KÍ menti seg, og hóast talan ikki var um, at teir høvdu tak á spælinum, so vóru teir einar tvær ferðir tætt við, hóast Skála á ongan hátt kundi sigast at vera undir trýsti. Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør arbeiddu ógvuliga nógv, og á miðvøllinum royndu Høgni Madsen, Tórður Lervig, sum fyri fyrstu ferð var ímillum teir fyrstu ellivu, og Arnhold Joensen, meðan Atli Danielsen var settur at tetta í miðverjuni.
Spældir niður og norður
Eftir steðgin spældi Skála KÍ niður og norður. Bólturin varð fluttur millum spælararnar og breitt og djúpt við størri og minni ferð, og klaksvíkingarnir tóktust heilt ráðaleysir. Skálamenn vunnu mest sum allar nærdystirnar, og teir vóru fyrstir á returbóltunum.
Skála økti til 2-0, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Aftur var tað Bogi Gregersen, sum var meistari fyri málinum, tá ið hann rann fram og stútaði frísparksinnlegg úr høgru í kassan, og aftur áttu klaksvíkingar sín stóra lut í málinum. Sum so mangan so mistu teir í uppspælinum. Jónhard varð sendur avstað í høgru, og dygst áðrenn hann fór um brotsteigarmarkið, varð hann togaður niður.
Leingi sá tað út sum um, at sigurin bara skuldi verða tvey mál, hóast Skála hevði fleiri møguleikar. Munurin á væl upplagda toppliðnum og ráðaleysa kreppuliðnum gjørdist støðugt eyðsýndari, og síðstu løtuna varð málmunurin øktur til 4-0. Innskifti Arnhold Berg, sum lítla løtu frammanundan hevði mist bóltin soleiðis at vandastøða stóðst frammanfyri málið hjá Vlada Filipovic, átti síðsta fótin á 3-0 málinum eftir horna úr høgru.
Bogi Gregersen staðfesti, at tað var hann, sum var dagsins maður, tá ið hann - eftir at klaksvíkingar enn eina ferð høvdu mist á miðvøllinum - fekk bóltin stungnan fram ímillum og púra kaldur lyfti upp um Karstin Joensen, sum var komin út úr málinum.
Skálafólk høvdu onga orsøk at skunda sær av vøllinum í dýrdarveðrinum. Tey vóru nøgd við avrikið og serliga úrslitið. Hjá klaksvíkingunum er støðan heilt øðrvísi. Avrikið á Skála boðaði ikki frá, at KÍ í løtuni er ført at gera nakað sum helst við nakað lið í bestu deildini. Har er stutt sagt neyðugt at fara undir bjargingarroynd, um tað ikki skal enda heilt galið.