er nú við at fara í søguna. Í løtuni eru stórar altjóða og serliga amerikanskar fyritøkur við at seta á stovn egnar skrivstovur í Oslo. Ivar Johansen, sum situr í fíggjarnevndini í býráðnum í Oslo fyri [...] finnast nakrar fáar hallir, sum privat eiga. Hetta hevur gjørt, at filmurin í Noregi í størri mun enn til dømis í Føroyum og í Danmark er ein viðurkendur partur av mentunarlívinum. Filmurin kappast á nærum [...] kykmyndahallirnar í Oslo hava verið á kommunalum hondum í 75 ár. Seinasta veitslan Men hendan veitslan kann skjótt gerast tann seinasta kommunala filmveitslan í norska høvuðsstaðnum. Politikkararnir í býráðnum
til at fáa fatur á tí, sum embætismenn skrivaðu, og til ber eisini at kaga í bløð bæði í Danmørk og Føroyum sum lýsa hendingarnar í 1946. Eitt slíkt keldusavn havi eg nú gjørt. Tann, sum vil fáa at vita, [...] tiknar upp aftur og upp aftur av nýggjum ættarliðum og gerast greinarevni í bløðum ártíggjur og øldir eftir, at tær fóru fram. Í søgu okkara hava vit ikki nógvar slíkar glæsiligar hendingar, men ein er [...] fram, um at stuðla útgávuni. Hvussu hetta kann gerast er greitt frá í eini lýsing í blaðnum. Tey, sum vilja verða stuðlar, mugu siga frá í seinasta lagi 25. mai 2010. Ætlanin er at fáa bókina út áðrenn ólavsøku
er als ikki í samsvari við tann veruleika, sum veljararnir úti um landð liva í sum er. Har ber til at hava eyguni við veljarunum, og tað kann koma teimum aftur um brekku. Valini í Føroyum eru tí ódemokratisk [...] burturífrá veruleikanum sum nakað kann vera. Vit øll í familjuni eru errin av at vera í ætt við Kjartan Mohr, tí hann er ein av teimum heilt stóru slóðbrótarunum í føroyska vinnulívinum. Ikki bert dugdi hann at [...] løgting soleiðis, at allar atkvøður úr øllum valstøðum koma í stórapott og at eingin kann siga um ein ávís atkvøða kemur úr Sumba ella av Viðareiði. Í eini grein herfyri vísti eg við einum konkretum dømi á
leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum vitna um, at her er talan um ein sangara, sum spennir ótrúliga víða. Vit vóru og lýddu á Eivør Pálsdóttir, og sunnukvøldið stóð hon á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði [...] kensluborið, at onki glas í Norðurlandahúsinum kundi droymt um at brotnað. Tað var eisini ein flott finala, tá ein riðil av smágentum í hvítum kjólum við livandi ljósum komu gangandi inn eftir gólvinum og tóku [...] Nýggjur bólkur Eivør Pálsdóttir var fyri fyrstu ferð saman við sínum nýggja íslendska bólki á palli í Føroyum. Birgir Bragason á kontrabassi, Eðvarð Lárusson á gittara og Pétur Grétarsson á trummum hóskaðu
gongdini í Afganistan og hava sæð og hoyrt, hvussu steinaldarmentanin hjá fundamentalistisku talebanunum hevur niðurbundið eitt heilt fólk, fegnast uttan iva um, at dagarnir hjá hesum stýri eru taldir. Í so [...] álopum, sum hava rakt ósek sivilfólk. Støðan er nú tann, at vit í staðin fyri eitt ræðslustýri hava fingið tí í líkist eini anakistiskari støðu í landinum, tó at henda gevur møguleika fyri loysnum. Talebanstýrið [...] misbrúka sína støðu. Her átti tó at verið vón í tí leiðara, sum Norðursamgongan hevur sett sum sín uttanríkisráðharra. Tey, ið hava fylgt við í BBC og CNN í seinastuni, hava hoyrt og sæð henda rættiliga
verða viðgjørd í frágreiðingini, eru almannaøkið, eldraøkið, dagstovnaøkið og í minni mun sjúkrahúsverkið. Fakbólkar, ið verða viðgjørdir, eru fakbólkar, ið kunnu nema útbúgving í Føroyum. Nakrar av loysnunum [...] Neyðugt er eisini við øðrum átøkum, sum minka um tørvin á starvsfólki. Fyrr í ár kom áhugaverd frágreiðing, við heitinum “í góðum hondum” og hendan frágreiðingin hevur fleiri uppskot um, hvussu avbjóðingini [...] ifti, størri geirasamstarv og at byggja hóskandi stovnar. Eisini átøk, sum hava til endamáls, at fólk í størri mun klára seg sjálvi ella við avmarkaðari hjálp. Hendan frágreiðingin er eitt gott mið hjá
ensk listafólk sett seg niður í Cockburnspath í Onglandi, og í 1844 var eitt samfelag av sama slag grundað í Macchiaiola í Toskana í Italia. Paula Modersohn-Becker Í 1889 fluttu tríggir týskir listamálarar [...] ikki bara í sama tíðarskeiði, men heilt fram at Gorbatsjovs døgum. Emil Nolde gjørdi, í hesum trongu skóm, tað, at hann fann sær ein avbyrgdan krók í sínum húsum í Seebüll og fór at mála har í loyndum. [...] endaði í Kasakstan. Hetta var ein trupul tíð, postsambandið var vánaligt, lønin kom ikki fram, og Heinrich Vogeler, sum í long tíðarskeið ikki átti sýru í vegg, moyddist nú at bidda og at bøna fólk í hesum
hugnaløta í Vágum í september. Fyrilestur og hugnaløta á Sandoynni í oktober. Fyrilestur og hugnaløta í Havn við Hera Kragesten, psykologi í november, og jólahugni í december. Týðandi við limaskapi í MBF Í [...] bløðing í heilanum, sum førir við sær lammilsi í aðrari síðuni. Vit nevna hettar ofta slagtilburð. Blóðtøppur í heilanum er vanligasta atvoldin. Einir 12.500 danir fáa hvørt ár apopleksi. Í Føroyum eru eingin [...] 3 ára føðingardag í ár. Tað stuttliga var, at ST útnevndi 10 mai í fjør til at vera Altjóða Apopleksidagur á hvørjum ári. Heilafelagið hevur í dag ein limaskara, sum telur 200 limir. Í nevndini sita: Guðrun
at útoyggjarnar hava havt stóran týdning í búskaparligum, søguligum og siðsøguligum høpi. Hinvegin hava tær ikki serligan týdning í tí føroyska búskapinum í dag, hóast seyðurin og kjøtið hevur týdning [...] útoyggjarnar avtoftast. Útoyggjaspurningurin er ofta umrøddur her í blaðnum seinastu 30 árini. Ferð eftir ferð er staðfest, at fyri at fáa trivnað í útoyggjum og smáplássum má jarðarspurningurin loysast, eins [...] er heilag kúgv í Føroyum, og allir spurningar, sum eru tengdir at jørðini, eru truplir at loysa. Men støðan batnar ikki, um poltikkarar drála og ikki loysa teir. Fyritreytin fyri, at fólk kunnu búleikast
sjúkrahúsøkinum, sum nerva og ørkymla okkum øll. Í seinastu viku skrivaði Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, áhugaverda grein í bløðunum, - ein "sólskinssøga í Danmark". Hann vísir á, at nú tann danska stjórnin [...] ein mánað. At "virka fyri" vil í hesum føri óivað siga meirjáttan til og neyðugar rationaliseringar á tí danska sjúkrahúsøkinum. Jamen, Kaj Leo Johannesen, vit í Føroyum hava allar møguleikar fyri at fáa [...] ótryggleikum og bangilsi. Í reglugerð fyri Sjúkrahús Føroya nr. 70 frá 6. oktober 1977 er tilskilað, at "yvirlæknar hava rætt at senda sjúklingar til viðgerðar á sjúkrahús í Danmark eftir galdandi avtalu hesum