Fólkaatkvøðan 1946

Flestu søguligu hendingar fara í gloymskunnar hav. Fáur veit um tær at siga, tá nøkur ár eru farin.

So eru tað aðrar, sum ongantíð hvørva úr huganum. Tær verða tiknar upp aftur og upp aftur av nýggjum ættarliðum og gerast greinarevni í bløðum ártíggjur og øldir eftir, at tær fóru fram.
Í søgu okkara hava vit ikki nógvar slíkar glæsiligar hendingar, men ein er, sum ber av øllum.
Tað er fólkaatkvøðan tann 14. september 1946, einastu ferð føroyingar hava fingið eitt tilboð um vera saman við einum øðrum ríki ella hvørt teir heldur vildu loysa og skipa sítt egna ríki.
Freistingin at siga ja til at vera saman við einum øðrum ríki var stór. Tann 10. mai 1946 var atkvøðugreiðsla í tinginum. Av teimum 23 tingmonnunum vóru tað bert tveir, sum søgdu seg stuðla loysingingi.
Tað kom fáum politikarum til hugs, at føroyingar fóru annað enn at taka við tilboðnum um at vera saman við einum øðrum landi.
Men hvat hendi?
Tá uppteljingin fór fram, vórðu tølini útvarpaði. Viðhvørt var tilboðið í meiriluta, viðhvørt var tað loysingin, sum átti munin. Men tá tað síðsta valdømið, Norðurstreymoy, var innkomið, var tað loysingin, sum hevði vunnið, nakað sum fá høvdu ímyndað sær sjálvan atkvøðudagin.
Hvat var tað sum hendi hetta summarið, tá ið orðaskifti var í hvørjari lon um, hvat ið rætt var at gera, og tann hugsjón, at vit yvirhøvur kundu liva sum eitt sjálvstøðugt fólk, vann fram á hvørjum degi?
Fyri at siga nakað um hetta er tað ikki nóg mikið at hoyra, hvat ið søgumenn og rithøvundar siga um hetta undur. Tað er neyðugt at síggja við egnum eygum hvat ið tey, ið tá livdu, fingu at vita og hvat tað var sum ávirkaði støðu teirra.
Vit mugu sleppa fram at keldunum, so vit sjálvstøðug kunnu hugsa um tað, sum tá hendi.
Tað vit hava brúk fyri, er einum savni av samtíðarkeldum um fólkaatkvøðuna. Hetta er lætt at gera, tí nú ber til at fáa fatur á tí, sum embætismenn skrivaðu, og til ber eisini at kaga í bløð bæði í Danmørk og Føroyum sum lýsa hendingarnar í 1946.
Eitt slíkt keldusavn havi eg nú gjørt. Tann, sum vil fáa at vita, hvat ið politisku flokkarnir førdu fram, og hvat ið embætismenninir søgdu um málið, kann hyggja í hetta rit.
Keldurnar eru so nógvar, at tær fylla góðar 900 síður. Fyri at vita, hvussu nógvum eintøkum bókin skal prentast í, fari eg at royna at fáa tey, sum eins og eg halda tað hava týdning at fáa hetta tilfar fram, um at stuðla útgávuni. Hvussu hetta kann gerast er greitt frá í eini lýsing í blaðnum.
Tey, sum vilja verða stuðlar, mugu siga frá í seinasta lagi 25. mai 2010. Ætlanin er at fáa bókina út áðrenn ólavsøku.