Veitslurómur var á fólki, sum hittust uttanfyri Colosseum Kino í Oslo tann 6. januar. Krúnprinsurin Haakon, hópur av fólki, fýrverkarí og ein heilsan frá Woody Allen var millum tilboðini hendan dagin. Veitsludagurin var komin upp í lag í sambandi við, at kykmyndahallirnar í Oslo hava verið á kommunalum hondum í 75 ár.
Seinasta veitslan
Men hendan veitslan kann skjótt gerast tann seinasta kommunala filmveitslan í norska høvuðsstaðnum. Politikkararnir í býráðnum ynskja at selja kykmynda-hallirnar og feløgini aftanfyri filmvísing í Oslo. Í fyrstu atløgu er ætlanin hjá borgarliga býráðnum at selja umleið helmingin av partabrøvunum í Oslo Kinematografer. Samstundis vísir ein kanning, at Oslo hevur ov fáar kykmyndahallir og vitjanin kann gerast munandi betri.
Stjóri fyri Oslo Kinematografer Ingeborg Moræus Hansen, sum sjálv hevur verið politisk virkin innan borgarliga flokkin Høyre, sigur, at privatiseringin ikki er tað hon meinar er best fyri filmstilboðið í Oslo. Í sambandi við 75 ára hátíðarhaldið hevur hon sagt, at tey nú skulu vísa seg sum besta og dugnaligasta útbjóðaran av filmi, og á tann hátt fáa pengafólk til at lata vera við at royna seg.
Trine Schei Grande, ið hevur sessin sum leiðari fyri mentan og útbúgving í Oslo, sigur, at tey í 2001 skulu leggja fram eitt uppskot um at selja ein part av partabrøvunum í Oslo Kinematografer. Hon vil ikki siga, hvussu stóran part tey skulu selja, men kommunan skal framvegis sita á meirilutanum. Grundgevingin fyri at selja partabrøvini, er at fáa til vega pengar til nýggjar íløgur.
Fleiri útlendskar fyritøkur hava víst áhuga fyri kykmyndahallunum í Oslo. Møguligir keyparar eru sviar gjøgnum SF Kino, danir gjøgnum Nordisk film, Sandrew Metronome sum hevur Schibsted aftanfyri seg og so er eitt nýtt felag undir stovnan sum kallast Det Norske Kinoselskap. Schibsted er størsta fjølmiðlafyritøkan í Noregi, og tey eiga millum annað Aftenposten og ein part av norska TV2. Men eisini altjóða filmsfyritøkur hava víst áhuga fyri Oslo Kinematografer.
Serligt mál
Kykmyndahallirnar í Noregi eru yvirhøvur kommunalar. Tað finnast nakrar fáar hallir, sum privat eiga. Hetta hevur gjørt, at filmurin í Noregi í størri mun enn til dømis í Føroyum og í Danmark er ein viðurkendur partur av mentunarlívinum. Filmurin kappast á nærum jøvnum føti við sjónleik, tónleik, myndalist og so framvegis. Norðmenn hava mett filmslistina sum ein týdningarmiklan part av mentanini, og ikki sum nakað sum kann sammetast við McDonalds, Burger King, diskotek og so framvegis.
Men hetta hevur ikki altíð verið so. Orsøkin til, at Oslo Kinematografer varð sett á stovn var ein politisk hugsan sum segði, at best var at hava hetta nýggja fyribrigdið undir almennum eftirliti. Ein kann siga, at hugsanin aftanfyri kommunala drift var bæði politisk og átrúnaðarlig.
Fyrimunurin seinnu árini kann sigast at hava verið at lættari hevur verið politiskt at stýra tilboðnum fyri at sleppa undan bert at bjóða fram Hollywood-filmir. Millum annað hevur Oslo Kinematografer seinastu trý árini havt eitt mentanarpolitisk manifest, sum skal tryggja, at tey sum koma í kykmyndahallirnar í Oslo kunnu velja millum tað seinasta frá Hollywood á jøvnum fóti við filmar aðrastaðni frá, til dømis europeiskar filmar. Her í býnum er árliga eisini ein filmsfestivalur sum kallast ?Film fra Sør?, har hópurin av filmum frá sunnara hálvu verða vístir.
Ingeborg Moræus Hansen sigur, at hon ikki vil lata nýggjar eigarar sleppa at broyta hetta manifestið, og hon vil stríðast fyri at Oslo eisini framyvir skal bjóða allar filmir í øllum hallum. Tað skulu ikki bert vísast Hollywood-filmir í teimum stóru kykmyndahallunum. Eitt umfatandi tilboð fyri øll er málið.
Hon sigur, at kommunan við sínum virkna leikluti innan film í Oslo hevur tryggjað býnum eitt tilboð sum fáir aðrir høvuðsstaðir hava. Hon sigur, at hennara ynski er at býurin framyvir kann halda fram við hesum, og ikki gerast einsrættaður í úrvalinum av filmum sum áskoðararnir kunnu velja ímillum. Hesum eru tó ikki øll samd við henni í.
Útlendingarnir koma
Privatiseringin av kykmyndahallunum í Oslo er ikki bert ein spurningur um, hvør sum skal eiga hallirnar, men ein spurningur um hvør sum skal bjóða fram filmir. Í mong ár hevur tað verið ein almenn fyritøka, sum hevur staðið fyri útleiganini av filmum til norskar kykmyndahallir. Hetta er nú við at fara í søguna. Í løtuni eru stórar altjóða og serliga amerikanskar fyritøkur við at seta á stovn egnar skrivstovur í Oslo.
Ivar Johansen, sum situr í fíggjarnevndini í býráðnum í Oslo fyri Sosialistisk Venstreparti er ein av teimum, sum ávarar móti privatiseringini. Hann sigur, at higartil hevur stjórin í Oslo Kinematografer avgjørt, hvørjir filmir, sum skulu vísast. Nú óttast hann at Warner bros. Universal, Paramount og líknandi filmsfyritøkur skulu velja út filmirnar. Ivar Johansen óttast, at hetta ikki førir til meir kapping og betri tilboð. Tvørturímóti meinar hann, at hetta vil føra við sær eina einrætting og vánaligar tilboð.
Fjølbroytt tilboð
Ingeborg Moræus Hansen og hennara starvsfelagar hava allatíðina roynt at broyta tilboðið hjá kykmyndahallunum. Roynt hevur verið at leggja til rættis tilboð, sum fólk vilja hava og at finna nýggjar møguleikar í ?biograftúrinum?. Eitt tilboð, sum nógvum dámar væl er eitt sokallað matiné-tilboð, har umframt film er høvi at njóta eitt glas av víni.
Í vetur kom so enn eitt tilboð sum lokkar mammur við nýføðingum. Hvønn mánadag verður ein filmur vístur kl. 13.00, og tá koma í hundratals mammur við barnavognum til Saga kino. Her kunnu so mammurnar og einstakir pápar síggja film, meðan arvingurin liggur við síðuna av.
Fleiri hallir
Oslo Kinematografer hava ikki eydnast við at tilpassa tilboðið nóg gott til brúkararnar. Hetta vísir ein nýggj kanning av filmsmarknaðinum í Skandinavia og Baltikum. Hendan kanningin, ið bretska fyritøkan Dodona Research hevur gjørt, vísir at Oslo er tann høvuðsstaðurin í Norður-Europa sum hevur møguleikan til at fáa flest nýggjar áskoðarar.
Sambært Dodona Research kunnu kykmyndahallirnar økja um áskoðaratalið við 40 prosentum tey komandi fimm árini. Í kanningini verður serliga víst á Oslo sum ein býur har møguleikarnir eru góðir til at fáa nógv fleiri til at hyggja eftir filmi. Nevnt verður millum annað, at Oslo manglar kykmyndahallir ? og at hesar eiga at byggjast úti í útjaðaranum av býnum har fólk býr. Í dag liggja tær flestu hallirnar í miðbýnum.










