Heri Mohr
Nógv hevur verið sagt og kjakast og skrivað um sjúkrahúsverkið hesi farnu 5-6 árini, og uttan mun til um deildir skulu latast aftur, fólk sigast úr starvi, ósemja á føðideildini, har nýggir heimsborgarar pikka uppá, alinlangir bíðilistar við sjúklingum, sum krevja serviðgerð, líkamikið hví og hvussu hesi misljóð koma um okkara annars vælvirkandi sjúkrahúsverk, so er tað, tá ið samanum kemur, eitt ótolandi, eyðmýkjandi peningatrot á heilsuøkinum, íkomið av ábyrgdarleysum løgtingspolitikki, sum er orsøkin til tey órógvandi viðurskiftini á sjúkrahúsøkinum, sum nerva og ørkymla okkum øll.
Í seinastu viku skrivaði Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, áhugaverda grein í bløðunum, - ein "sólskinssøga í Danmark". Hann vísir á, at nú tann danska stjórnin við góðum úrsliti hevur virkað fyri at fáa bíðitíðina hjá sjúklingum niður á tveir mánaðar, er næsta stigi hjá stjórnini at fáa bíðitíðina niður á ein mánað. At "virka fyri" vil í hesum føri óivað siga meirjáttan til og neyðugar rationaliseringar á tí danska sjúkrahúsøkinum.
Jamen, Kaj Leo Johannesen, vit í Føroyum hava allar møguleikar fyri at fáa bíðitíðina til skurð- og aðrar serviðgerðir at kalla burtur, og so statt at sleppa sjúkum og teimum 100-tals fólkum, sum starvast innan sjúkrahúsverkið, undan mentalum órógvi, ótryggleikum og bangilsi. Í reglugerð fyri Sjúkrahús Føroya nr. 70 frá 6. oktober 1977 er tilskilað, at "yvirlæknar hava rætt at senda sjúklingar til viðgerðar á sjúkrahús í Danmark eftir galdandi avtalu hesum viðvíkjandi". Sum kanska flest allir løgtingsmenn vita, so vóru 22 milliónir í blokkinum markaðar til serviðgerðir á donskum sjúkrahúsum, tá ið hann (blokkurin) kom í gildi tann 1. januar 1988. Hesin stuðul varð regluliga dagførdur eina ferð um árið javnt við tí, sum fólkatingið játtaði til sama endamál, men hendan dagføring varð steðgað fyri nøkrum árum síðani, tí loysingarlandsstýrið so meiningsleyst gjørdi av at fastfrysta (rest)blokkin í tíðini 2003-2006.
Blokkurin er p.t. samanskrúvaður soleiðis:
Serforsorg117 milliónir
Pensiónir v.m.213.3 "
Heilsuverkið283.6 "
Fiskirannsóknarstovan1.6 "
Um landsstýrið nú kundi tikið neyðug stig til at ti_na_ tann fastfrysta blokkin, soleiðis at ísurin er bránaður einaferð seint í summar, og blokkurin so sloppið úr skilaleysu karantenu tann l. januar 2006, fer løgtingsfíggjarlógin 2006 við dagførdum blokkupphæddum tá at vera før fyri at játta okkara heilsuverki tann neyðuga rakstrarpeningin, sum krevst, um okkara sjúkrahús skulu fáa góð og virðilig kor at virka undir, og serviðgerðir á sjúkrahúsum í Danmark kunnu verða framdar uttan drál.
Kaj Leo Johannesen: Um tit politikarar vilja starvsfólkum og sjúklingum á okkara sjúkrahúsum ? ja, øllum Føroya fólki ? væl, so mugu tit fáa handan blokkin úr djúpfrystaranum og dagførdan ongantíð nóg skjótt.
Don´t hesitate, make it snappy !










