Betri fyribyrging, viðgerð og uppvenjing

HEILIN. Umráðandi er at fáa blóðtrýstið kannað regluliga hjá lækna, tí ov høgt blóðtrýst er týðandi vandaorsøk til apopleksi. Heilafelagið roynir at betra um fyribyrging, viðgerð og uppvenjing í sambandi við apopleksi

Felagið bleiv stovnað 10 mai 1997, og hava sostatt 3 ára føðingardag í ár. Tað stuttliga var, at ST útnevndi 10 mai í fjør til at vera Altjóða Apopleksidagur á hvørjum ári.

Heilafelagið hevur í dag ein limaskara, sum telur 200 limir.

Í nevndini sita:

Guðrun Hansen, formaður.

Jógvan Telling, næstformaður.

Paula Árnafjall, kassameistari.

Súna Mørk, skrivari.

Helena Fríðheim, nevndarlimur.

Marius Johansen, tiltakslimur.

Annika Kristiansen, tiltakslimur.

Endamálið hjá Heilafelagnum er at styrkja fyribyrging, bráa viðgerð og uppvenjing.

At stuðla royndum, ið hava til endamáls at minka um fylgurnar av apopleksi og afasi og harvið betra um lívskorini. At styðja vísindarligari gransking

At kunna um apopleksi og afasi

At betra viðgerðar-, undirvísingar-, og uppvenjingarmøguleikarnar. At stuðla apopleksi-, afasiraktum og teirra avvarandi, ráðgeva um almennan stuðul, skeið, frítíð og aðra hjálp, og at luttaka í tjóðskaparligum, norrønum og altjóða samstarvi.


Nevndir kring Føroyar

Felagið hevur hesi 3 árinum arbeitt við at stovna undirnevndir kring Føroyar. Byrjað varð við at býta Føroyar upp í 6 øki og kunna um felagið og savna limir. Økini eru Vágoy, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, Suðuroy og Streymoy. Á hvørjum staði vórðu undirnevndir valdar við einum raktum, einum avvarandi og einum fakfólki. Ætlanin við undirnevndunum er at skapa eitt netverk, sum saman við nevndini kann skipa fyri ymiskum tiltøkum.

Felagið hevur havt eina fyrilestrarøð við fakfólkum um ymisk áhugamál, sum limirnir hava sett spurningar til. Fyrilestrar verða framyvir hildnir, og í ár hevur nevndin avgjørt at ferðast meira út á oyggjarnar við fyrilestrum.

Týsdagin tann 9 mai verður fyrilestur og somuleiðis ein hugnaløta fyri Norðoyggjar hildin í Ósaskúlanum í Klaksvík við ergoterapeuti Kirstin Ellingsgaard og fysioterapeuti Marjun Poulsen. Tær fara at greiða frá um uppvenjingina eftir apopleksi. Fyrilesturin verður hildin kl. 18.30

Mikudagin 10 mai, ferð útvarpssendingin »Tilveran« hjá Armgarð Arge at viðgera, hvussu tað er at verða raktur av apopleksi og afasi.

Aðrir fyrilestrar og tiltøk, sum koma at verða í ár, men har neyv dagfesting enn ikki er fastløgd eru fyrilestur og hugnaløta í Runavík, sum verður í hesum mánaðinum. Fyrilestur og hugnaløta á Tvøroyri í næsta mánaði.Vikuskiftisferð til Gjógv (Gjáargarð) 1. til 3. september. Fyrilestur og hugnaløta í Vágum í september. Fyrilestur og hugnaløta á Sandoynni í oktober. Fyrilestur og hugnaløta í Havn við Hera Kragesten, psykologi í november, og jólahugni í december.


Týðandi við limaskapi í MBF

Í ár hevur Heilafelagið, felagið fyri apopleksi og afasirakt, fingið limaskap í MBF. Hetta er eitt stórt framstig, tá ið hugsað verður um, hvussu týdningarmikið tað er hjá einum lítlum nýstovnaðum felag at kunna hava eitt stórt og breitt bakland. Okkara ynski hevði tó verið, at vit høvdu fingið limaskap í MBF, tá felagið varð stovnað, tí at tað hevði lætt munandi um uppbyggjanina og virðingina úteftir av felagnum.

Tá ið umbyggingarnar í MBF verða lidnar, fær Heilafelagið skrivstovuhøli. Tá ætlar felagið at hava eina fasta viðtalutíð/skrivstovutíð um vikuna.


Heilafelagið og undirbólkar

Í Heilafelagnum eru nakrir undir bólkar.

Avvarandi bólkur: Í bólkinum sita avvarandi og tosað um alt sum tykist teimum brúk fyri at tosað um. Ein avvarandi bólkur er ógvuliga góður at kunna venda sær til og vera saman við, tá ið ein av okkara nærmastu eru vorðin rakt/ur. Tað eru nógvir ósvaraðir spurningar sum avvarandi kundi hugsa sær at fingið eitt prát um, og eisini fáa at vita at tey eru ikki einsamøll við trupulleikunum. Avvarandi bólkurin roynur at vera saman uml. 1 ferð um mánaðin

Bólkur fyri apopleksirakt: Sum nakað nýtt varð á aðalfundinum í árstovnaður ein áhugabólkur fyri rakt. Sum raktur kann ein hava brúk fyri at tosað við onkran, sum er í somu støðu sum ein sjálvur.

Endamálið við bólkinum er, at rakt av og á kunnu hittast og tosað um felags spurningar og ymisk viðuskiftir.

Øll eru hjartaliga vælkomin til at venda sær til Heilafelagið, felagið fyri apopleksi- og afasirakt, við spurningum og viðmerkingum. Felagið hevur tlf. 321520. Lættast er at fáa fatur á felagnum um kvøldið


Apopleksi

Apopleksi merkir blóðtøpp ella bløðing í heilanum, sum førir við sær lammilsi í aðrari síðuni. Vit nevna hettar ofta slagtilburð. Blóðtøppur í heilanum er vanligasta atvoldin.

Einir 12.500 danir fáa hvørt ár apopleksi. Í Føroyum eru eingin almenn hagtøl fyri hvussu nógv verða rakt. Mett verður at títtleikin er nakað tann sami í mun til fólkatalið. Apopleksi rakar serliga fólk yvir 65 ár. Seinastu árini eru stór framstig gjørd innan viðgerðina fyri apopleksi og mong fólk eru í dag á lívi, sum hava havt apopleksi.


Eitt sindur um heilan

Hóast heilin bara vigar umleið 1,3 kilo, so nýtir hann 20% av súrevninum í kroppinum. Men hóast stóra súrevnis- og orkutørvin, so hevur heilin ongar goymslur og má tí alla tíðuna fáa nýtt súrevni við blóðinum.

Apopleksi er vandamikið, tí tøppurin ella bløðingin forðar blóðinum at renna út í heilakyknurnar. Varðar súrevnistrotið bara fáar minuttir, so farast heilakyknurnar skjótt, og tí er skjót viðgerð alneyðug.

Heilablóðtøppurin kemur serliga av æðrakálking í heilalívæðrunum ella hálslívæðr.


Sjúkueyðkennini

Apopleksi vísur seg oftast við eitt ella fleiri sjúkueyðkenni sum koma brádliga:

? Lamni í aðari síðuni

? Talutrupulleikar

? Muðurin blívur skeivur

? Svølgtrupulleikar

? Sjónin ávirkast

? Føliforstýrilsir

? Tilvitskan ávirkast

? Ringur høvuðverkur

? Onnur goymd eyðkenni

Tey einkultu eyðkennini eru tengd at rakta økinum í heilanum, og eru tí ikki altíð líka hjá teimum, ið verða rakt av apopleksi.


Viðgerðin

Tað er umráðandi, at tann, ið raktur verður av apopleksi, kemur undir læknahond skjótast tilber. Viðgerðin teir fyrstu tímarnir aftaná slagtilburðin, er av alstórum týdningi í royndunum at bjarga heilakyknunum.

Somuleiðis hevur tað stóran týdning fyri førleikan at uppvenjingin byrjar skjótast tilber.

Uppvenjingin verður framd av røktarstarvsfólki, ergoterapeutum, fysioterapeutum og talulærara


Fyribyrging

At liva sunt er umráðandi t.v.s. ikki roykja, eta sunnan mat (minni feitt og meira grønmeti, frugt og groft breyð) og røra seg nóg mikið. 1-2 gløs av víni ella øli dagliga er í lagi, men størri nýtsla av alkoholi økir vandan fyri apopleksi.

Umráðandi er at fáa blóðtrýstið kannað regluliga hjá lækna, tí ov høgt blóðtrýst er týðandi vandaorsøk til apopleksi. Sunnur liviháttur og heilivágur, kunnu lækka ov høgt blóðtrýst.

Vandin er eisini størri, hevur ein fyrr havt apopleksi ella TCI, hevur sukursjúku ella óregluligan hjartaslátt. Í hesum førum er fyribyrging ógvuliga umráðandi.