Orsøkin til syrgiligu vanlukkuna í Nólsoyarfirði 7. januar, tá glastrevjabáturin Hella við eigaranum Gudmundi Isfeldt umborð sakk, er nú staðfest. Gudmundur Isfeld hevur verið í arbeiðsørindum í Nólsoy [...] at tá komið er móti Streymoyarlandinum, verður kósin løgd suður fram við landi. Men síðan hvørvur Hella í einum grovum æli. Avtalað var við fólk í Nólsoy, at Gudmundur Isfeldt skuldi boða frá, tá hann [...] lands. Men tá eingi boð eru komin ein tíma eftir at hann fór úr Nólsoy, boða nólsoyingar frá. Síðan verður farið at leita, men ikki fyrr enn fýra dagar seinni, tann 11. januar, verður Hella, ið er eitt frambygt
grundstøðið ið frystigoymslan Bergfrost arbeið-ir út frá tá hon bjóðar reiðaríum, flutningsfeløgum, sølufeløgum og øðrum at gera nýtslu av goymslu tunlinum á havnarlagnum í Fuglafirði. Nú ið lítið og einki [...] uppi á turrum heldur enn at gera tað á sjónum.« Drúgv sannføring Bergfrost telist millum tær fyritøkur ið ætla sær við Menningarstovuni til Moskva í sambandi við ?Fish 2004? og hetta hongur saman við einari [...] frá køldum fyrimunum við frystigoymsluni í Fuglafirði. At hetta er lættari sagt enn gjørt, er so sín sak. At russar eru vanir at lossa millum skipa úti á reduni, hava vit sæð ta seinastu hálvu øldina á N
tann 8. niðurseturmaðurin, ið setti búgv í Rituvík, og tann fimti og yngsti sonur toftabóndan, sum lat synum sínum jørð at dyrka í Rituvík. Mamma Onnu doyði á barsilsong, tá Anna var 9 ára gomul, og faðirin [...] eitt danskt farmaskip, sum í konvoy var á veg vestur um hav, tá teir vóru álopnir av einum týskum kavbáti. Skipið var so meint rakt, at tað sakk, men manningin var tó so heppin, at koma sær á ein flaka, og [...] har eisini bróðurin, hin bert 22 ára gamli Hans eisini fórst. Foreldrini møttust á Sjómansheiminum Tá Anna var vaksin, fór hon til Havnar at tæna á Sjómansheiminum. Og tað var har hon møtti Poul, sum hon
- Meðan eg stríddist, hugsaði eg ikki um kulda, men tá ið eg var komin umborð á Elin C, kendi eg meg ógvuliga kaldan og skalv um allan kroppin. Tá ið Elin C legði at á Eiði, stóð sjúkrabilurin fyri Hans [...] sum breyt ógvuliga knappliga. Í dag eri eg irriteraður um, at eg ikki sá, tá ið tað breyt. Hann heldur, at hevði hann sæð, tá ið brotið tók seg upp og breyt, hevði báturin ikki gingið burtur, tí so kundi [...] seinasta. - Eg havi ongantíð verið so glaður fyri at síggja ein bát koma ímóti mær, sum hendan dagin, tá ið øll vón var úti. Fullkomiliga óvæntaða bjargingin hjá Magnusi var báturin Elin C úr Kollafirði við
Fyrst vunnu teir sær tríggjar metrar, og tá Jacob so varð tikin í gjøgnumbrotsroynd, ýldi dómarafloytan aftur. Vestmenningar vóru nærum sansaleysir í øði, tá dómararnir peikaðu á brotskast-strikuna, men [...] seinasta brotskast. Jónleif Sólsker, sum hevur verið stóri maðurin í dystinum ger seg til at skjóta. Og tá bólturin verður sendur í netið, er alt á gosið. Kyndil er føroyameistari í manshondbólti fyri fyrstu [...] sín líka í landinum, og hóast beinini ikki eru vorðin skjótari við árunum, so er neyvan heldur nakar, ið á sama hátt megnar at brúka innaru síðuna á høvdinum. Til tíðir tóktist tað soleiðis, at Jónleif nú
mai kl. 10-11.30 Sangur, Óli Vang. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15 Suni F. Jacobsen sigur frá, tá ið hann kom til Havnar í 1945 Mikudagur 5. mai Tilhaldið stongt. Túrur í Kalsoynna. Úr Steinatúni kl [...] Týsdagin 11. mai Silkimáling v/ Paulinu Eliasen Mikudagin 12. mai Silkimáling v/ Paulinu Eliasen. Havið saks og knappanálir við Hósdagin 13. mai Prát og sangur Fríggjadagin 14. mai Opið hús Tú fært altíð ein [...] svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10,
seinastu árini hava vunnið nógv. Ivaleyst fara hesar manningarnar at vera við, har tað gongur fyri seg, tá ið teir hava vant tvær vikur afturat, og tað fer at verða kappast um FM stig. Genturóðurin vann Drekin [...] Skálabátin og 5-mannafarið Blik, men sunnudagin var dreingjamanningin við aftur og tað í stórum stíli. Blikur var meiri enn leysur av næsta bátinum. Næstfyrst var Fípan Fagra. Harvið vístu eisini dreingirnir
síggja nógv meiri til í summar, halda okkum til góða. Vónandi verður venjingarstøðan hjá okkum betri, tá ið fyrsti FM róðurin verður í Klaksvík annan leygardag! -blðm. [...] framvegis eitt av teimum plássunum, sum er fremst í kappróði. 5-mannafarið á Skála eitur Svanur, og Blikur hoyrir framvegis heima á Argjum. Vit biðja lesararnar og ikki minst óføru manningarnar á Bliki, sum
klára seg sum regul væl, meðan teir, ið ikki eru so stinnir, fáa samsvarandi karakter. Tað ganga ár ímillum yvirraskilsini, greiðir Kári frá. ? Tað eru sjálvandi nøkur, ið ikki megna trýstið av próvtøkunum [...] tvey stig við síðunar av. Tað eru undantøkini, ið antin fáa nógv betri ella nógv verri próvtal enn ársmet. So hatta við nervunum er ikki ein so stór sak, sum tað altíð verður uppblást til, heldur hann [...] og á ikki er so nógv høpi í tí, tey siga, so kann man altíð fara afturum aftur og spyrja tey seinni, tá tey eru blivin rólig aftur. Hann heldur tó, at hansara próvtøkur plaga at ganga ganska ódramatiskt
Vit startaðu ikki væl. Tí hildu vit honum uppi í bekkinum eitt sindur longri, enn hinir gjørdu tað. Tá ið eg sá, at vit høvdu lagt hinar afturum okkum, fóru vit niður á lunnin, og eg haldi, at vit vóru fremstir [...] hjá Spógvanum vóru Blikur, Fípan Fagra og Havfrúgvin. Teir fylgdu allir væl við, og onkra løtuna tóktist tað sum um, at teir høvdu hug at bjóða Spógvanum av. Ta einu løtuna hevði Blikur av Argjum hug at [...] Tvøroyri hevði hug at hanga uppi í fremra endanum í eina løtu, men teir høvdu ikki nóg nógva orku, tá ið tað ráddi mest um. Tískil endaðu teir aftanfyri Teklu úr Klaksvík, sum varð nummar seks. Harvið fingu