vunnu 2-1, og harvið eru teir aftur á triðja plássinum, og tá teir leygardagin fara til Sandavágs verður talan um toppdyst. GÍ var væl mannað. Erland Tvørfoss, Magni Jacobsen og Svend Olsen hava verið nógv [...] Hansen, Eddie Mikkelsen og Johnny Skibenæs við (teir høvdu allir sitið á beinkinum í 1. deildardystinum móti Sumba) eitt sindur upp á liðið. Ken Nónklett, sum hevði verið aftarlaga, varð fluttur í álopið [...] Petur Justinussen, sum fyri tað mesta hevur verið í 4. deild í ár, var aftastur. Gí dúvaði nógv upp á langar bóltar til Kim Petersen, sum var nógv einsamallur heilt frammi, og longu eftir sjey minuttir
harvið hevur lagt stórt trýst á seg sjálvan. Dan Djurhuus, sum var leikbannaður móti B71, er tøkur aftur. Magni Mohr, sum síðsta vikuskifti var í 3. deild, verður ivaleyst á miðvøllinum. Hann lesur ítrótt [...] sumbingar hava frí á jóansøku, tá teir m. a. hava møguleika at hyggja at fótbóltsdystinum, sum sunnudagin verður millum TB og VB. Sumbingar hava tapt fýra teir fyrstu heimadystirnar, og á útivølli hava teir
var á veg út av vøllinum, tá Sasha fekk fatur á, sendi innfyri, B68 verjan hevði møguleika at senda burtur, men misskiljing millum málverja og verju hevði við sær, at Henning Jarnskor fekk tánna á. Fýra [...] avhølving í Klaksvík í fyrsta umfarinum vísti pílurin rætta vegin, og eftir fýra dystir á rað uttan tap hevði tað verið krúnan á væl eydnaðari fyrru hálvu, um tað í síðsta landskappingardystinum undan summarsteðginum [...] eldin ? eru á sama stigatali sum oddaliðið í Klaksvík. Munirnir Talan var ongantíð um flótandi fótbóltsspæl. Summarveðrið var av fyri hesa ferð, vindurin mól úr ymsum ættum, og serliga teir á heimaliðnum
víkingaleiðina loftvegis í staðin fyri sjóvegis. Við á fyrsta túrinum til Noregs vóru umleið 30 ferðafólk. Harafturat vóru um 30 innbodnir gestir. Magni Arge, stjóri fyri Atlantsflogi, sigur, at 30 ferðafólk [...] besta. Flogtíðin var fimm korter, og tá lent varð á flogvøllinum í Sola uttanfyri Stavanger, var ein riðil av tíðindafólkum, ferðavinnufólkum og leiðslan á flogvøllinum og tók ímóti. Móttøka var í einum [...] oljuvinnu, og segði hon, at hon ætlar sær til Føroyar við Atlantsflog komandi mikudag, tá hon skal á vitjan á Tvøroyri. Formaðurin í Sola kommunu handaði Magna Arge eitt víkingaskip við norskum flaggi í húnarátt
móti bosniska liðnum. Mikukvøldið vann 1. deild á Toftum, og hóskvøldið var aftur talan um sigur uppá trý mál, tá teir næstbestu í HB vitjaðu. Tá støðan á stigatalvuni verður havd í huga, var sigurin kanska [...] heimaliðnum fyri. GÍ fekk stóra úrtøku burturúr sínum møguleikum. Símun Petur Justinussen setti hol á við frísparki úr tjúgu metrum, tá knappir tíggju minuttir vóru farnir, og knappar tíggju minuttir eftir [...] í kassan. Fram móti endanum staðfesti Kim Petersen sigurin. Uppspæl í høgru endaði við innleggi. Magni Jacobsen rakk akkurát ikki bóltinum, ið fór víðari til álopsmannin, sum úr seks metra fjarstøðu smekkaði
Í kvøld klokkan 19 fer fyrsta føroyska liðið í ár í europeiska eldin á heimavølli. GÍ skal undir leiðslu av íslendskum dómara spæla á Svangaskarði móti bosniska liðnum NK Jedinstvo. Setningurin er í fyrstu [...] spælarunum hjá GÍ, sum hevur mestu altjóða royndirnar, liðformaðurin Magni Jarnskor, noyddist at sita uttanfyri, tí hann var skaddur. Nú er Magni komin fyri seg aftur. Einasta ivamálið hjá GÍ er Rúni Justinussen [...] um bosniskir spælarar skuldu á landsliðið, so var talan um jugoslaviska landsliðið. Eitt dømi um hetta er Faruk Hadzibegic, sum er venjari hjá bosniska landsliðnum og var á Svangaskarði fyri hálvari triðju
Hann dugdi væl at seta ljós á veikleikarnar í nýggju HB verjuni, sum spældi flatt. Kári Nielsen, sum var ytstur á miðvøllinum í høgru, stóð fyri næstsíðstu sendingini, tá B71 kom á odda. Bólturin varð sendur [...] at sandoyingar ikki vóru nóg kaldir. Gestirnir fingu fatur á, Bjarki Mohr streyk til baklinjuna í vinstru, og Súni Fríði Johannesen fekk høvdið á, so var 2-2, og allir spælararnir fóru vónbrotnir av vøllinum [...] og tað var eyðsýnt, at menninir, sum saman við Allani Mørkøre í fjør vóru so sannførandi á miðvøllinum, ikki eru á sama støði í ár. Rúni Nolsøe var við í nógvum, men hann hevði ikki sama leiklut, sum hann
1-0 (0-0) Síðani 1994 hevur GÍ á hvørjum sumri verið í altjóða kappingum. Onkuntíð hava úrslitini verið mett at vera góð, men GÍ hevði ongantíð vunnið, tá teir leygarkvøldið á Svangaskarði skuldu royna at [...] bosnisku gestirnir vóru ikki komnir á Svangaskarð at undirhalda. Teir høvdu alla tíðina fimm spælarar í aftastu ketuni, fýra í miðvallarketuni og so bara ein mann heilt á toppinum. GÍ hevði fyri tað mesta [...] Bartal Eliassen, á miðvøllinum vóru Rúni Justinussen, sum ikki tóktist serliga darvaður av skaðanum fyrrenn hann smáar fimm minuttir undan leikloki varð avloystur av Leivi Hansen, Magni Jarnskor, Pauli
fríggjakvøldið. Dómarin, sum var settur at døma, hevði fingið forfall, og so tók Niklas á Líðarenda uppgávuna á seg. Men hann kundi ikki fara suður fyrrenn fríggjakvøldið. Sambært skránni skuldi Smyril [...] Thomsen, Nebojsa Veljkovic VB: Bjarni Johansen - Marner Richardt, Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Magni Mohr, Tórður Holm, Milan Culjic, Palli Augustinussen - Jón Pauli Olsen, Krzystof Popzynski [...] ófantaligt í Sumba. Sumbingar fingu sigursmálið, tá 24 minuttir vóru farnir. René Thomsen var síðstur á bóltinum, eftir at ein langur bóltur var komin úr vinstru. Sumbingar høvdu ein stóran møguleika í 2
góvu eina fløgu út fyrr í ár, og tað er í kjalarvørrinum á hesi fløgu, at teir nú skulu hava konsertir um alt landið. Í Aria spæla Jógvan Hansen, Magni Husgaard, Erik Biskopstø, Ólavur Wolles og Petur Hans [...] Fríggjakvøldið og leygarkvøldið er stórur dansur í ítróttarhøllini á Kambsdali, og bæði kvøldini er tað popbólkurin, Aria, úr Klaksvík sum spælir. Fríggjakvøldið fer Dynamit eisini at hava eina framførslu