2. deild GÍ-HB 3-0 (1-0)
1-0: Símun Petur Justinussen
2-0: Símun Petur Justinussen
3-0: Kim Petersen
Tað hevur gingið sum fótur í hosu hjá GÍ í hesi vikuni, nú teir hava avgreitt dystirnar í síðsta umfarinum undan summarsteðginum og harvið fult og heilt kunnu samla seg um Intertoto Cup dystin móti bosniska liðnum.
Mikukvøldið vann 1. deild á Toftum, og hóskvøldið var aftur talan um sigur uppá trý mál, tá teir næstbestu í HB vitjaðu. Tá støðan á stigatalvuni verður havd í huga, var sigurin kanska eitt sindur óvæntaður, men hann var kærkomin hjá GÍ, sum heldur summarfrí omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Spælið var, sum tað plagar at vera, tá teir næstbestu hjá feløgum, ið eisini eru umboðað í 1. deild, dystast. Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, og HB kom ongantíð orduliga til møguleikar. Tí syrgdu Svend Olsen og Símun Petur Justinussen í miðverjuni hjá heimaliðnum fyri.
GÍ fekk stóra úrtøku burturúr sínum møguleikum. Símun Petur Justinussen setti hol á við frísparki úr tjúgu metrum, tá knappir tíggju minuttir vóru farnir, og knappar tíggju minuttir eftir steðgin stútaði hann hornasparksinnlegg úr høgru í kassan.
Fram móti endanum staðfesti Kim Petersen sigurin. Uppspæl í høgru endaði við innleggi. Magni Jacobsen rakk akkurát ikki bóltinum, ið fór víðari til álopsmannin, sum úr seks metra fjarstøðu smekkaði upp undir nettakið.