Fríggjakvøldið og leygarkvøldið er stórur dansur í ítróttarhøllini á Kambsdali, og bæði kvøldini er tað popbólkurin, Aria, úr Klaksvík sum spælir.
Fríggjakvøldið fer Dynamit eisini at hava eina framførslu.
Manningin í Aria er tann sama, sum hon hevur verið, men hesaferð hava teir ein nýggjan sangara afturat sær. Tað er Arnfríð Lützen, sum hevur vunnið Ársins songrødd, og sum syngur nýggjastu útgávuna av ?Skúlin er livur?.
Aria fer í summar at spæla kring alt landið. Teir góvu eina fløgu út fyrr í ár, og tað er í kjalarvørrinum á hesi fløgu, at teir nú skulu hava konsertir um alt landið.
Í Aria spæla Jógvan Hansen, Magni Husgaard, Erik Biskopstø, Ólavur Wolles og Petur Hans Niclasen.