2. deild. NSÍ-GÍ 2-1 (0-1)
0-1: Kim Petersen
1-1: Ken Nónklett
2-1: Sonni L. Petersen
Verður breiddin í fótbóltstilfarinum mett út frá støðunum í teimum báðu ovastu deildunum, so sig hagtølini, at tað stendur heilt væl til í Runavík. Fýra feløg hava lið bæði í 1. og 2. deild, og í báðum deildunum hevur NSÍ hug at blanda seg millum tey fremstu. Týskvøldið spældu teir í 2. deild útsetta heimadystin móti GÍ, teir vunnu 2-1, og harvið eru teir aftur á triðja plássinum, og tá teir leygardagin fara til Sandavágs verður talan um toppdyst.
GÍ var væl mannað. Erland Tvørfoss, Magni Jacobsen og Svend Olsen hava verið nógv í 1. deildarhópinum, og Símun Petur Justinussen, sum fyri tað mesta hevur verið í 4. deild í ár, var aftastur. Gí dúvaði nógv upp á langar bóltar til Kim Petersen, sum var nógv einsamallur heilt frammi, og longu eftir sjey minuttir styrknaðu fyritreytirnar hjá GÍ at spæla kontraspæl. Kim Petersen megnaði at varðveita bóltin, dró út frá aftur og smekkaði so til, bólturin tók í høvdið á einum verjuspælara og sigldi í einum boga omanfyri Ólavur Højgaard, sum aftur var í NSÍ málinum.
Eftir steðgin broytti NSÍ, sum hevði Kára Hansen, Eddie Mikkelsen og Johnny Skibenæs við (teir høvdu allir sitið á beinkinum í 1. deildardystinum móti Sumba) eitt sindur upp á liðið. Ken Nónklett, sum hevði verið aftarlaga, varð fluttur í álopið, og longu eftir átta minuttir eydnaðist honum at javna. Skotið kom úr brotsteigarsamankomingini í vinstru. Og lítla løtu seinni kom tað, sum vísti seg at gerast sigursmálið. Uppspælið var í høgru, og skotinum hjá Sonna L. Petersen bilti einki.
Síðstu løtuna flutti GÍ fólkið longri fram, tað hevði møguleikar við sær í báðum endum, og tað var um reppið, at gøtumenn javnaðu. Kim Petersen gjørdist leysur við málverjanum, men bólturin brast í stólpan, og so vóru øll stigini í Runavík, meðan GÍ framvegis er í einari støðu, sum ger, at teir mugu hugsa at sleppa undan niðurflytingarhóttanini.