Bosniararnir spæla fyri føðilandið á fótbóltsskúla

Fótbóltur: Gøtumenn ætla sær at vinna í kvøld, men tað verður torført at røkka framhaldandi luttøku í Intertoto Cup kappingini

Í kvøld klokkan 19 fer fyrsta føroyska liðið í ár í europeiska eldin á heimavølli. GÍ skal undir leiðslu av íslendskum dómara spæla á Svangaskarði móti bosniska liðnum NK Jedinstvo. Setningurin er í fyrstu atløgu at vinna, og við avrikinum í Bosnia í huga halda teir í Gøtu halda ikki, at eingir møguleikar eru fyri at røkka hesum málinum móti einum liði, sum teir í Gøtu eftir fyrru royndina sammeta við eitt gott føroyskt 1. deildarlið.

Meiri torført verður tað at vinna so mikið stórt, at GÍ sleppur at halda fram í kappingini. Hetta eydnast bara, um GÍ vinnur við fýra málum. Um tað skuldi hent, at GÍ vann 3-0, so verður umdystur tvær ferðir fimtan minuttur, og um GÍ vinnur við trimum málum og bosniska liðið samstundis skorar eina ferð, so verður tað bosniska liðið, sum fer víðari í kappingini.


Manningin

Gøtumenn vóru undir stórum trýsti fyrrapartin av fyrra umfarinum í Bosnia, men teir hóraðu undan, og seinnapartin av fyrra umfarinum, tá ferðin minkaði eitt sindur, hekk spælið ikki so illa saman hjá GÍ. Í 2. hálvleiki skoraði mótstøðuliðið eftir 47 og 75 minuttir, og fyri møguleikan í samantalda úrslitinum var tað sera harmuligt, at bosniska liðið økti til 3-0 í síðsta minuttinum.

Manningin hjá GÍ í Bosnia var henda: Sunvard Joensen - Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Alvi Justinussen, Poul Ennigarð, Súni Olsen - Sámal Joensen, Jóan Petur Olsen, Pauli Jarnskor - Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor.

Tað var ein smeitur, at ein av spælarunum hjá GÍ, sum hevur mestu altjóða royndirnar, liðformaðurin Magni Jarnskor, noyddist at sita uttanfyri, tí hann var skaddur. Nú er Magni komin fyri seg aftur. Einasta ivamálið hjá GÍ er Rúni Justinussen, sum fekk ein vøddaskaða undir venjing týskvøldið og tískil ikki spældi móti B68 mikukvøldið.

Alexander Radosavlovic spældi ein knappan tíma í Bosnia, so varð hann avloystur av Magna Jacobsen. Mikukvøldið vísti jugoslaviski álopsmaðurin, at hann er komin fyri seg eftir skaðan, sum hevur hildið honum burtur frá fótbólti tað mesta av hesum árinum, og at tað er góður styrkur fyri GÍ var sjón fyri søgn mikukvøldið.

Spurningurin er so, um tað fer at kennast aftur í avrikinum, at GÍ í kvøld spælir fjórða dystin í tíggju dagar, umframt at teir í sama tíðarskeiði hava verið á ferð í Bosnia.


Spæla við hjartanum

Bosniskur fótbóltur er spildurnýggjur í europeiskum og harvið altjóða høpi. Fram til og við 1991 spældu bosnisk fótbóltslið í jugoslavisku kappingunum, og um bosniskir spælarar skuldu á landsliðið, so var talan um jugoslaviska landsliðið. Eitt dømi um hetta er Faruk Hadzibegic, sum er venjari hjá bosniska landsliðnum og var á Svangaskarði fyri hálvari triðju viku síðani. Tá Føroyar spældu móti Jugoslavia í Landskrona 16. oktober 1991, var hesin maðurin vongspælari í høgru.

Bosniska ferðalagið skuldi koma til Føroya seinnapartin í gjár, og teir ætlaðu sær beinleiðis inn á Svangaskarð at venja. Fara teir í kvøld at spæla soleiðis, sum teir gjørdu á heimavølli, so kunnu gøtumenn rokna vð stórum stríðsvilja. NK Jedinstvo er einasta bosniska liðið í europeiskum kappingum í summar. Tað varð roknað við, at Sarajevo skuldi spæla í Europa Cup fyri meistarar, men fyri stuttum komu boð frá UEFA um, at hetta fór ikki at bera til.

Niðri í Bosnia kendist tað sum um mótstøðuliðið hjá GÍ spældi fyri heiður og æru hjá føðilandinum, og tað er einki at ivast í, at soleiðis fer tað aftur at vera í kvøld.