42 ljósmyndir og 3 myndrøðir at síggja. Harumframt er ein bók gjørd, ið Gunnar Hoydal rithøvundur og arkitektur hevur skrivað. Bókin er 56 síður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og við 37 myndum [...] í Føroyum og Danmark umframt í Fraklandi, Italia, Íslandi og Grønlandi. Síðan 1980 hevur Ingi Joensen rikið egna fyritøku, sum sniðgevur bøkur, heimasíður, pakkitilfar og aðrar prentlutir, og ger sjónv [...] av linjum og flatum í ljósi og myrkri. Hjá honum er seinni tað gátuføra komið aftrat, lutir og landsløg hava fingið litir, tøgn valdar, men aftan fyri tøgnina eru tekin, sum gera vart við seg og fáa mál
Omma stóð eftir við nógvum børnum, so eg eri væl vitandi um, hvussu hart og váðafult hetta lívið kann vera, eisini fyri familjuna, sum er eftir á landi. Vinnumynstrið í Føroyum broytist og fyritøkur, [...] bæði vilja og tora. Um eg tosi út frá mínum egna lívi, so hava bæði eg sjálv og tær flestu av mínum vinkonum hægri útbúgvingar. Tær eru verkfrøðingar, læknar, búskaparfrøðingar, juristar og arkitektar [...] samkomum og so framvegis. Kvinnur fokusera ofta upp á tað næra, tí síggjast tær møguliga minni í politikki sum heild og serliga lítlan mun í landspolitikki. Sæð útifrá tykist eisini ein harður og til tíðir
- Men tað er sjálvandi heilt burturvið, tí enskt, danskt og føroysk undirvísing er ikki nokk undirvísing fyri heilsuhjálparar. Fleiri umhugsa at gevast, og eg má siga, at skulu útbúgvingarnar bjargast [...] enskum, donskum og føroyskum. Einastu lærararnir á skúlanum eru tveir fólkaskúlalærarar og leiðarin sjálv. - Tað sigur seg sjálvt, at hetta gongur slett ikki. Stríðið hevur vart eitt heilt ár, og Mentamálaráðið [...] viðgjørdi málið, og niðurstøðan var, at skilagóði leiðarin stríddist við nøkur hysterisk starvsfólk. Men støðan er ikki batnað. Í dag eru omanfyri tveir triðingar av lærarunum sjúkrameldaðir, og næmingar vita
Sælandi og seinni Keypmannahavnar stifti í eini 300 ár. Haðani vórðu prestar settir, og haðani komu lógir og kunngerðir. Og seinni varð tað eisini haðani, at loyvi varð givið at brúka føroyskt mál í g [...] tosar eisini um altjóða politikk og væntar, at tað ræðuliga og harða kríggið bert kann vinnast við enn og harðari kríggi. Nýggjar áskoðanir sum t.d. fascisma, nazisma og kommunisma koma allar at lúta, spáar [...] síni spor. 15. apríl 1945, stutt fyri at týskararnir góvu skarvin yvir, komu tey góðu viðurskiftini við bretska hersetingarvaldið til sjóndar, tá ein felags føroysk, donsk og ensk guðstænasta varð hildin
útvarpi og sjónvarpi. Harumframt syrgja dugnaligir sjónleikarar og umsetarar fyri, at ein partur av útlendska barnatilfarinum verður umsett og sent í sjónvarpinum. Hetta er kortini ov lítið, og tilfarið [...] at hækka játtanina til Skúlabókagrunnin og harvið vónandi til føroyskar skúlabøkur. Roykja á føroyskum og lurta á donskum Áðurnevndu tiltøk eru øll bæði skilagóð og neyðug. Men eg eri sannførdur um, at skulu [...] margmiðlatilfarinum yvir í føroyskt til tey smæstu. Hví var tað á sinni avgerandi neyðugt at fáa umsett donsku ávaringarnar á tubbakspakkunum um “kræft” og “blodprop” til føroyskt fyri føroyska roykjaran
veðrið. Eg gekk har og mól aftur og fram eftir bakkanum. Inn móti Álvheyggi, sum er nakað inn frá lendingini, og út aftur. Myrkt var og vánaligt sýni, so eg sá einki. Tað dró út, og eg gjørdist bangin um [...] var ein rokari Vit hava umrøtt hinar beiggjarnar, og nú er bert Hjalgrim eftir. Hann var fjórði elstur av systkjunum og næstelsti beiggin. Hann fór eins og hinir ungur til skips. Hann var millum annað við [...] hana, og í sama bili kemur ein fylling. Hon lyftir bátin stevnirætt við pápa og gørnum upp um kantin og langt inn á lendingina. Eg renni undan, meðan eg togi í línuna. Pápi loypur úr bátinum og báðir
andaliga heim í Berøa í Saltangará og í samkomuni hevur hann verið ein av høvuðsstuðlunum og andaligur vegleiðari og hevur duga væl at umgingist bæði ung og eldri. Hann og Esther hava sýnt eitt ómetaligt [...] millum bestu tulkar í landinum millum enskt og føroyskt. Hann var so beinrakin í at fáa rætta føroyska týdningin fram. Hjá mær er eitt stórt tómrúm eftir John og tað má vera sera stórt hjá hansara nærmastu [...] av mínum lívi og havi havt so lætt at samskifa við hann, bæði sum vin og arbeiðsfelaga. Hann var so lættlyntur. Tey ting, sum hann gekk uppí - og tey vóru mong - gekk hann uppí við lív og sál. Hann var
hendi. Skrúvan fór at mala, og skipið fekk ferð aftur. Víst ikki so nógva, men so mikið, at tað bar til at sigla út frá landi aftur. Uttanfyri lá íslendski trolarin og bíðaði eftir sínum “fongi”, sum nú fór [...] at gerast skuldarleysur, og hevði hetta sjálvsagt eisini sín stóra týdning. Jákup Andreas - framúr sum skipari og menniskja Ein sum kom at sigla nógv saman við Jákup Andreasi, og sum kom at kenna hann sera [...] “Vesturhavið Blíða” var fyrsta stállínuskipið, og kom tað til Føroya seinast í 1956, og var hetta ein søgulig hending í nútíðar fiskiveiðusøgu. Tað, sum varð sagt í seinasta parti um søguna hjá línubátunum
úr Skopun og Kollafirði og sunnudagin kl. 18.00 møti við luttøku úr Havn, Kvívík og Kollafirði. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Miðvágur Leygardagin kl. 16 bønarmøti. Sunnudagin kl. 11 familju- og morgunmøti [...] Ársmøtini byrjaðu hóskvøldið og halda fram við bíbiltímum og møtum. Fríggjadagin kl. 16.00 v/Egil Joensen møti kl. 20.00 við Ingolf Henoch Petersen. Leygardagin kl. 10.00 og kl. 16.00 bíbiltími við Ingolf [...] Uttasta Ringveg og Stórutjørn í Tórshavn. Bussleið 1 fer úr Steinatúni kl 15.00. Túrurin byrjar við Villingardalsveg/undir Brúnni, tá bussurin kemur. Minst til at hava góð og heit gonguklæði og kanska ein
eina enskt-føroyska orðabók á 1700 blaðsíður og eina føroyskt-enska orðabók á 2100 blaðsíður. Hartil kemur eisini ein fløga, sum kann dagførast regluliga á einum orðabókaportali, har nýggj ensk og føroysk [...] dugdu at umseta til føroyskt. So sigur onkur, at vit burdu umsett Gyldendals ensku orðabók til føroyskt. Og Zakarias Wang, so bráður sum hann er, tekur telefonina og ringir til Gyldendal og spyr, um tað bar [...] við teir báðar Annfinn og Jónhard. Annfinnur, ein føroysk útgáva av John Cleese og so føroyski Sisyfos-paralellurin Jonhard Mikkelsen, ið hevur rulla so nógvar klettar niðan eftir fjallasíðunum, onkur fór