John Poulsen til minnis

Ein merkismaður er farin um sýn.

John var 76 ár. Í fleiri ár hevur hann plágast av ymiskum sjúkum, men lítið hevur tað sæst á hansara virkisfýsni. Hann hevði stóra arbeiðsorku, og hevði fleiri góðar gávur, sum hann eisini nýtti.

John sigldi mong ár, fyrst við fiskiskipum og síðani við farmaskipum og áðrenn hann fór í land var hann fleiri ár skipari á førum, sum gjørdu seismiskar kanningar ymsastaðni í heiminum. Hann hevði ein víðan sjónarring, hevði uppliva mangt og hvat og dugdi sera væl at greiða frá.

Vit arbeiddu saman á Vónini í eini 16 ár. Hann var ein maður, sum fekk mál frá hondini og eg hevði stóra gleði av at virka saman við honum. Eg havi kent hann tað mesta av mínum lívi og havi havt so lætt at samskifa við hann, bæði sum vin og arbeiðsfelaga. Hann var so lættlyntur. Tey ting, sum hann gekk uppí - og tey vóru mong - gekk hann uppí við lív og sál. Hann var grindamaður um ein háls.

Síðani vit fluttu inn á Glyvrar fyri næstan 35 árum síðani hava vit havt okkara andaliga heim í Berøa í Saltangará og í samkomuni hevur hann verið ein av høvuðsstuðlunum og andaligur vegleiðari og hevur duga væl at umgingist bæði ung og eldri. Hann og Esther hava sýnt eitt ómetaligt trúfesti. Hansara málsligu førleikar komu eisini væl við har, tí hann var millum bestu tulkar í landinum millum enskt og føroyskt. Hann var so beinrakin í at fáa rætta føroyska týdningin fram.

Hjá mær er eitt stórt tómrúm eftir John og tað má vera sera stórt hjá hansara nærmastu, sum hann gekk so nógv uppí. Fyri ikki at tala um hjá Esther, tí ein sá, hvussu nær tey vóru knýtt at hvør øðrum.

Hann var vinur og frændi. Eg minnist hann við virðing og tøkk.

 

Olaf Olsen