verður vant við gummibátunum hvønn dag, ið veður er til tess. Arbeiði teirra er at vera stand-by, um eitthvørt skuldi hent, og tí er neyðugt at vera so tryggur sum gjørligt í brúkinum av gummibátunum, tí um [...] at hava eyguni við. Umframt tað, boða vit eisini frá, hvussu veðrið er, serliga í sjónum, tí tað er ikki lætt at síggja, hvussu aldan er hjá fólkinum á boripallunum, tí teir eru so høgir, sigur Absalon [...] mynstraðir hjá føroyskum reiðaríið. Tað er felagið BOS-FAROE, sum hollendingar eiga, ið setur menninar í starv og rindar teimum løn. Absalon sigur, at lønin kortini ikki er størri, enn teir kundu fingið aðrastaðni
trolarar at fiska, sum eisini vóru gamlir smogu-trolarar úr Íslandi. Hatta er púra beint hesum tekur stjórin á Kósini í Klaksvík fult undir við. Jóhan Páll Joensen sigur, at norðmenn hava altíð verið ótrúliga [...] brúk fyri at fáa eitt mótspæl. Tí heldur hann, at tað er púra beint at víðka samstarvið ímillum londini bæði til eisini at umfata olju, umframt fiskivinnu. ? Norðmenn hava heilt avgjørt brúk fyri at verða [...] Hann heldur, at tað er serliga í Barentshavinum at føroyingar eiga at krevja betri sømdir frá norðmonnum, men eisini í sildini. ? Oljan er okkara sterkasta aktiv í løtuni. Og hon er okkara einati møguleiki
in. Hon sigur, at nú er ætlanin at øll hesi feløgini skulu seta eina nevnd at fylgja við tí, sum hendir á politiska vígvøllinum. ? Hetta er ein nevnd, sum skal fylgja við tí, sum hendir í løgtingi og [...] ? Tað er sjálvandi heldur ikki blivið til nakað. Og Ingeborg Vinther væntar heldur ikki, at teir koma nakran veg við endurgjaldskravinum, teir nú fyrireika. ? Um tað verður til sak, veit eg ikki. Men teir [...] skattalætta, sum allir aðir samfelagsbólkar ikki eisini fingu. Nú hendi so tað, at ein ávísur samfelagsbólkur - í hesum føri var tað sjómenn og fiskimenn - fingu ein skattalætta, sum onnur ikki fingu. Men
Tað er ikki arbeiði sum manglar á Tórshavnar Skipasmiðju. Har er ov mikið at taka sær til, men tað er sera torført, at fáa fatur á smiðum til umvælingararbeiðið, sigur Poul Mohr í eini stuttari samrøðu [...] smiðum. Tað hevur altíð verið trupult at fáa fatur á smiðum, men nú ber av. - Teir fáa betri sømdir við at fara av landinum at arbeiða. Skattalætta fyri at arbeiða aðrastaðni. Tað er onki at ivast í at [...] at tað var rætt, tann tíð tað var, men harfyri er tað ikki rætt um allar ævir. Poul Mohr sigur, at støðan er tann sama á Skála. Teir hava nokk at gera, men hava eisini trupuleikar at fáa fólk. Tað starvast
útróðrinum, sum altíð hevur havt so nógv at siga fyri leirvíkingar og fyri Leirvíkina. Sum aðrir dreingir var hann uppií, frá tí at hann var so frægur, og hann mundi kenna seg mitt í lívinum, sum hann var [...] og hann vann seg ikki aftur. Hann gramdi seg ongantíð, men tað var sjónligt, at arbeiðsevnini viknaðu, og førleikin at gera dagsins gerning, sum Jóhannes altíð hevði gjørt, var ikki, sum hann hevði verið [...] henda, sum hann nú hevur, var Jóhannes nógv við honum. Sum í øllum øðrum lutum var hann eisini trúfastur á sínum arbeiðsplássi. Hann var framúr raskur, hann spardi seg ikki, og tað lá væl fyri hjá honum
danir skilja tað ikki, sigur Bergur Jacobsen. Og hóast danir ikki altíð halda so nógv um Nyrup, sum mangan brestist sum stórhvalur í náttpotti, skilja teir ikki, at ein fíggjarmálaráðharri, sum fær so nógvar [...] Tað er óhoyrt, at ein fíggjarmálaráðharri, sum fær milliardir frá dønum, noktar at tosa við ovasta leiðaran í landinum, sum gevur honum allar hesar pengarnar. Soleiðis er hugsanin hjá mongum dønum eftir [...] at eingin tekur hann fyri fult, sigur Bergur Jacobsen, sum er føroyskur prestur í København. Bergur Jacobsen, heldur, at framferðin hjá Anfinni Kallsberg, fíggjarmálaráðharra, er bæði óhøvisk og heimføðislig
gekk ikki, og í longdini vóru tað royndirnar hjá Neistaliðnum, sum vórðu avgerandi. Men við einum avriki sum hóskvøldið hevur Neistin ikki nógvar møguleikar fyri at vinna finaluna móti Kyndli, sum er væl [...] væl fyri í løtuni. Hinvegin eru dystirnir millum Neistan og Kyndil altíð torførir at spáa um, og Neistin fer allarhelst at spæla betur enn hóskvøldið, so vit kunnu ivaleyst rokna við eini spennandi finalu [...] hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum móti StÍF, men tað var uttan stórspæl. Dysturin millum tað, sum skal eitast at vera tvey tey bestu kvinnuliðini í føroyskum hondbólti, var syndarliga vánaligur. Einki
Bank, er ikki sørt keddur av viðferðini, bankin hevur fingið frá donsku stjórnini. Eg havi sæð tað sum forsætisráðharrin hevur sagt, og undrar meg ikki sørt. Eg haldi, at Poul Nyrup Rasmussen er ógvuliga [...] Eg havi fest meg við, at kanningarnevndin ikki helt tað verða nakra meining í at spyrja, um Føroya Banki hevði brúk fyri meiri peningi. Frágreiðingin er serliga kritisk viðvíkjandi um partabrævaumbýti [...] hjá Føroya Banka og Sjóvinnubankanum. Tað er altíð lætt at verða eftirklókur, og nú síggja vit, at tað gekk verri enn vit høvdu væntað Men eg haldi ikki at partabrøvini í Føroya Banka vóru verri enn
fólk, sum geva sær stundir og sum hava virðing fyri øðrum. Sosialurin átti í Krisjan hetta fólkið, og tað er ikki minst hesum gávum hans-ara fyri at takka, at fyritøkan er so frægt fyri, sum hon er tað í [...] ganga víðari. Fyri okkum, sum skulu gera eitt nýtt blað hvønn dag, eru ikki altíð stundir til at hugsa um teg Krisjan. Men gloymt hava vit teg ikki, og vit fara tað neyvan heldur aldrin. Tað er nevniliga ein [...] tosa um í hvønn mun hann kundi gera okkurt arbeiði fyri blaðið heimanífrá. Nakað, sum ikki kravdi so nógv krops-ligt arbeiði. Og hevði ikki gingið, sum tað gjørdi, so hevði ætlan okkara helst verið veruleiki:
ini fyri 1997, sum verða løgd fyri aðalfundin, ið verður 31. januar, ikki eru serliga uppmuntrandi: ? Fyri einum ári síðani varð nógv tosað um góðu roknskapartølini fyri 1996, sum vórðu løgd fyri aðalfundin [...] og tað vil siga, at tað er ikki talan um, at vit fara á húsagang. Men sum kunnugt er posamatur ódrúgvur, og mín áskoðan er, at vit skulu gera alt, sum tað ber til at gera, fyri at sleppa undan at tera [...] brøkpartur av tí, sum vit fingu frá Spania. Torleif Sigurðsson er glaður um, at FSF fyri einum góðum ári síðani longdi avtaluna við felagið UFA, sum keypir og selur sjónvarpsrættindi: ? Tað er altíð ein metin