Eg eri ikki bangin fyri at fáa endurgjaldskrav

? Tað er er tað bera tvætl, tá ið arbeiðsgevarar hótta við endurgjaldskravi fyri arbeiðssteðgin fríggjadagin, sigur Ingeborg Vinther

? Eg eri ikki bangin fyri at fáa endurgjaldskrav.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, missir ikki svøvnin av hóttanum frá arbeiðsgevarunum um endurgjaldskrav ímóti fakfeløgunum afturfyri miss av arbeiðssteðginum fríggjadagin.

? Hatta er tað bera tvætl, sigur hon.

Og so útgreinar hon svarið:

? Fakfeløg hava altíð tikið sær rætt at fara í stuttar arbeiðssteðgir, tá ið tey eru gingin ov nær.

? Báði Føroya Arbeiðarafelag, og hini fakfeløgini eisini, hava lagt arbeiðið niður í styttri tíð at mótmæla einumhvørjum.


Hótta hvørja ferð

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað er ein rættur, sum fakfeløgini altíð hava havt at fara í stuttar arbeiðssteðgir at mótmæla onkrum.

Og tað hava arbeiðsgevararnir góðtikið hvørja ferð, uttan at reisa endurgjaldskrav eina einastu ferð

Men Ingeborg Vinther sigur hinvegin, at hvørja ferð arbeiðssteðgur hevur verið, hava arbeiðsgevarar hótt við endurgjaldskravi.

? Men tað hevur verið tóm orð, tí tað er ongantíð blivið til nakað.

? Enntá hava arbeiðsgevarar hótt við endurgjaldskravi, onkuntíð, vit hava verið í verkfallið, og teir hava lýst verkbann av tí at ongin sáttmáli hevur verið okkum og teir.

? Tað er sjálvandi heldur ikki blivið til nakað.

Og Ingeborg Vinther væntar heldur ikki, at teir koma nakran veg við endurgjaldskravinum, teir nú fyrireika.

? Um tað verður til sak, veit eg ikki. Men teir koma ongan veg við tí.

? M.a. tí teir skulu skjalprógva hvørt fimm oyra teir stevna eftir. Og tað vænti eg, verður trupult, sigur Ingeborg Vinther


Ikki mist trúvirði

Tað er nú minst eitt ár síðani, at øll tey seks arbeiðarafeøgini hóttu við aðalverkfalli í stundini, kom tað til tað, at ein samfelagsbólkur varð tikin burturúr heildini og fekk serligan skattalætta, sum allir aðir samfelagsbólkar ikki eisini fingu.

Nú hendi so tað, at ein ávísur samfelagsbólkur - í hesum føri var tað sjómenn og fiskimenn - fingu ein skattalætta, sum onnur ikki fingu.

Men tað, sum kom burturúr hóttanini, var ein arbeiðssteðgur uppá 24 tímar. Hava arbeiðarafeløgini ikki sostatt mist trúvirði? Hvussu skal nakar taka tey í álvara, næstu ferð tey gera vart við seg?

? Nei eg haldi ikki, at arbeiðarafeløgini hava mist trúvirðið, sigur Ingeborg Vinther.

Hon sigur, at í hesum føri valdu arbeiðarafeløgini at sláa seg saman við øllum hinum fakfeløgunum fyri at fáa meiri tyngd í mótmælið.

? Og vit vóru hóast alt í 24 tíma verkfallið saman við øllum hinum fakfeløgunum.

Formaðurin í Føroya arbeiðarafelag sigur, at enn hava feløgini ikki tikið støðu til, antin meiri skal henda í hesum umfarinum.


Vera á varðhaldi

Ingeborg Vinther sigur, at samstarvið ímillum fakfeløgini endar ikki við mótmælistiltakinum fríggjadagin.

Hon sigur, at nú er ætlanin at øll hesi feløgini skulu seta eina nevnd at fylgja við tí, sum hendir á politiska vígvøllinum.

? Hetta er ein nevnd, sum skal fylgja við tí, sum hendir í løgtingi og landsstýri so at feløgini ikki fáa slíklar lógir smoygdar niðuryvir høvdið, uttan at fáa høvi at verja seg.

? Eitt endamál hjá okkum at sláa okkum saman við hini fakfeløgini var nettupp at royna at fáa eitt tættari samstarv ímillum øll fakfeløgini.