valdi Toyota-samtakið at stovna eina nýggja verksmiðju - ið sum so einki hevði við Toyota at gera, uttan tað, at Toyota átti hana. Og bilurin hevur sín egna samleika, hóast eyðsætt er, at bilurin er í familju [...] Mercedez og Audi. Talsmenn fyri Lexusverksmiðjuna vilja vera við, at verksmiðjan metti, at nógvum kundum tørva koyrigleðina, dýnamikkin og tað at kenna seg væl. Úrslitið var Lexus IS200. Lexus - ein klassikari [...] í sprekkuna, sum sær tú til at kunn at taka ein disk - men tekur seks - hvar teir so fara? Hjá Reyni Service siga teir, at Lexus hevur alla tað luxusútgerð, sum tú noyðist at gjalda eyka fyri, keypir tú
til 15 av 24! Tað ber illa til at koma uttanum, at tað í løtuni av álvara sær út til, at B36 hevur eitt sera stórt HB-kompleks. Fyrr í ár sá annars út til, at B36 fór at fáa bukt við hesum kompleksi, men [...] loyvi til at vera við allan hálvleikin. Tá 25. minuttir vóru farnir smekkaði hann nøsina í nakkan á einum HB-ara, og so mátti hann av vøllinum. Teir svørtu og hvítu høvdu eftir øllum at døma fingið at vita [...] mál, m. a. tí at teir leikað álopsfótbólt. Men tað kostar í hinum endanum. Tað staðfesti Jens Kristian eisini, og tað vísti seg eisini at vera trupulleikin sunnudagin. Teir kláraðu ikki at haldatætt í verjuni
sett í norðurlendskt og altjóða perspektiv. Tað merkir, at studentarnir hava úr at gera tey næstu árini at lesa tað, sum er skrivað um fakið; og at læra seg arbeiðsmátarnar hjá fakinum. Lestrarárið á Fr [...] næsta ár. Tá er ætlanin bæði at taka nýggjar studentar upp til grundnám í føroyskum og at hava framhaldslestur til cand.phil. í føroyskum. Søgu- og samfelagsdeildin fer næsta ár at taka nýggjar studentar upp [...] setrinum, lærararnir, hava skyldu til at fyrireika og hava undirvísing. Harumframt skulu teir granska og vera uppi í umsitingini á setrinum - teir eru við til at stýra setrinum og stíla fyri umsitingini
haruppi, tí tað kann vera, at tað er tørvur á honum eitt nú í Kaldbak, ella á Velbastað. ? Tá kann tað vera bein-leiðis tíðarmissur at skula oman á havnalagið eftir bát-i-num áðrenn farið verður á staðið [...] Seloy ikki at tað var óhugsandi, at teir høvdu ein bát á støð-ini, meðan ein annar stóð á havnalagnum. Og velur brandmeistarin at fara til býráðið við hesum uppskotinum, so er ikki óhugs-andi at tað vinnur [...] spurnartekin um brandbilar Torfinn Smith heldur at tað er neyðugt at hava eina væl-virkandi bjargingartænastu, og skal hon vera væl-virk-andi, so er neyðugt, at út-gerð-in er í lagið. ? Vit seta eingi spu
boða frá, at vandi er fyri omanlopi, og tær vikurnar munnu vera fáar, at grót ikki ríður oman á vegin. Í nógvum vikum kemur hetta fyri meiri enn eina og tvær ferðir. Veðurumstøðurnar hava nógv at siga, nær [...] kalla tað - og so at knýta hetta saman við »inni í Dølum«, men hetta er neyvan realistiskt at tosa um í hesum tíðum. Meiri veruleikanært man tosið um at breiðka Viðareiðis vegin vera. Í støðum eru koy [...] einki gjørt við. Tað hevur ofta verið tosað um, at vegurin millum Hvannasund og Viðareiði átti at verið breiðkaður, og onkuntíð er møguleikin nevndur, at tunnil skuldi verið gjørdur úr Hvannasund inn í
hjá Peturi. Umframt, at hann hevur bygt teimum eitt hús at vera í, so hevur hann eisini gjørt fuglunum eina tjørn at spæla í, og fuglarnir stórtrívast. Teir smæðast ikki bara tí at ein vilstur skálamaður [...] Børnunum dámar væl at síggja fuglarnar, og tey plaga at sita eina løtu og njóta umhvørvið, sigur hann. Hann greiðir frá, at hann hevur ikki gjørt nakað fyri at kunna nakran um tað, men heldur, at tey hava frætt [...] myndamaðurin hoyrir, at tá hevur hetta verið úti í haganum. Síggi, at verturin er á veg út í móti okkum, so eg endurtaki setningin. - Tey hildu mje vera øran ... Vit hava fingið loyvi til at støkka inn á gólvið
hesaferð í Sandavági, og hesaferð galt um hjá FS Vágum at vísa, at ósigurin móti HB fyri fjúrtan døgum síðani var eitt eindømi, og at tað ikki vóru boð um at teir ikki ætlaði sær upp í fyrstu deild. Og tað eydnaðist [...] mætari enn at hann smekkaði til stutt frá miðlinjuni, og bólturin brast í tvørliggjaran áðrenn hann fór í málið. Úr Vágum frætta vit, at hetta málið mann vera ársins mál, og tá er tað ikki av vegnum at tað fellur [...] spenningi, at vágamenn fóru undir hetta kappingarárið. Og úrslitini lótu ikki bíða eftir sær. Frá byrjan legði FS Vágar seg har teir síðan hava ligið, nevniliga á fyrsta plássi. Sigur oman á sigur gav
uppflytingardystirnir, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma, vera móti grannunum úr Fuglafirði, eru leiktir. Tað fall sostatt aftur leirvíkingum í lut hesaferð at spæla um uppflytingina, sum teir gjørdust ov [...] niðasta liðið í deildini. Tá vónbrotið, um at teir vóru ov stuttir í fjør, hevði lagt seg, staðfestu felagsmenninir í Vágum, at skaðin var ikki størri enn sum so, at uppflytingin kundi - og skuldi - tryggjast [...] yvirliggjaran tíðliga í dystinum Avgreitt í fyrra umfari Men tað var eftir øllum at døma ikki ætlanin, at leirvíkingar skuldu vera víð í dystinum leygardagin, í hvussu er ikki fyrr enn FS Vágar hevði fingið
til at drepa áhugan fyri kvinnufótbólti, heldur Malan Mohr. Spurd, hvussu avrikið hjá HB fór at vera í teimum báðum seinastu leikumførunum, segði Malan, at har var einki at ivast í, at tær ætlaðu at prógva [...] kvinnurnar hjá B36, sum royndu at eggja vágskvinnum til sigurs, so at B36 kundi varðveita møguleikan fyri at verja føroyameistaraheitið, men eisini nógv onnur kend fótbóltsandlit vóru at síggja. Metskjótt mál [...] vísti seg at geva miðjuni hjá heimaliðnum meiri tyngd, og hóast heimaliðið einans var á odda við einum máli, tá ið farið var til hálvleiks, so hevði man varhugan av, at VB fór ikki at megna at koppa oddaliðnum
nøkrum røktarheimi. Hon metir ikki, at einum nýtist at vera øðrum til byrði í dag, tí so nógv hjálp er at fáa hjá teimum, ið ikki klára seg. Ein kann helst ikki krevja, at familjan traðkar til, tá okkurt er [...] hevur nógv at týða. At ein vaknar glaður og er glaður fyri lívið hevur alt at siga, tá ein verður gamal og ein eigur ikki at stúra fyri degnum í morgin, heldur Anna, sum ikki heldur tað vera gott fyri heilsuna [...] alt er so øðrvísi í dag, heldur Anna og leggur afturat, at eingi røktarheim vóru tá. Hon fegnast tó um, at heim eru komin og at fólk hava møguleika at fáa heimahjálp. Sjálv hevur hon tó ongantíð havt heimahjálp