Fótbóltur: FS Vágar aftur í fyrstu deild

Tað, sum mundi eydnast hjá FS Vágum í fjør, eydnaðist longu tvey umfør áðrenn kappingarlok í ár. FS Vágar vann 4-2 á LÍF í Sandavági í dag, og tryggjaði sær harvið beinleiðis uppflyting til bestu deildina næsta kappingarár. LÍF skal harafturímóti aftur í ár spæla uppflytingardystir

Tá kappingarárið í fjør endaði, stóðu vágamenn við einum løgnum eygnabrá. Teir gjørdust nummar trý í næstbestu deildini bert tvey ella trý stig aftanfyri LÍF, sum gjørdist nummar tvey. Vágamenn høvdu havt eina framúrskarandi góða seinnu helvt, har teir bert mistu nøkur heilt fá stig.

Úrslitið seinnu kappingarhálvu í fjør gav góðar vónir til í ár, og tað var tí við ikki sørt av spenningi, at vágamenn fóru undir hetta kappingarárið.

Og úrslitini lótu ikki bíða eftir sær. Frá byrjan legði FS Vágar seg har teir síðan hava ligið, nevniliga á fyrsta plássi. Sigur oman á sigur gav teimum eina trygga leiðslu áðrenn summarsteðgin, har teir einans høvdu mist trý stig. Tey mistu teir í Leirvík ein av allar seinastu dystunum í fyrru hálvu.


Eingin bøn hesaferð

Í dag hittu vágamenn aftur leirvíkingar - hesaferð í Sandavági, og hesaferð galt um hjá FS Vágum at vísa, at ósigurin móti HB fyri fjúrtan døgum síðani var eitt eindømi, og at tað ikki vóru boð um at teir ikki ætlaði sær upp í fyrstu deild.

Og tað eydnaðist. Við einum 4-2 sigri á LÍF staðfesti FS Vágar, at tað verður felagsliðið úr Vágum, sum næsta ár verður at síggja í fyrstu deild, meðan leirvíkingar enn einaferð skulu spæla um uppflyting. Í fjør spældu teir móti sumbingum, men í ár sær út til, at tað antin verður móti grannunum úr Fuglafirði, sum í løtuni liggja næstniðast ella móti sandoyingum, sum liggja triðniðast.


Avgreitt í fyrra hálvleiki

Hóast tað var lagt upp til ein meiri enn spennandi dyst millum oddaliðini bæði í Sandavági í dag, so var dysturin kortini avgreiddur longu í fyrra hálvleiki.

Vágamenn høvdu longu lagt seg á odda 3-0 áðrenn hvíldina og tí var lítið at koma eftir hjá leirvíkingum.

Og skuldi nakar ivi verið, so skúgvaðu vágamenn ta seinastu restina til viks, tá teir stutt inn í seinna hálvleik gjørdu fjórða málið. Við hesum var dysturin endaliga avgjørdur, og tey bæði málini sum leirvíkingar fingu móti dystarenda høvdu einans kosmetiskan týdning á tí, sum tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, gjørdist retururin hjá FS Vágum til fyrstu deild.


Ársins mál í ársins dysti

Sum nevnt var tað FS Vágar, sum átti dystin sum hann var í Sandavági í dag. Fyrrverandi landsliðleikarin Eyðfinn Davidsen legði FS Vágar á odda 1-0.

Løtu seinni var tað John Johansen, sum við einum framúrskarandi langskoti, sum nærum var skotið av miðjum vølli, lagði felagsliðið framum 2-0. John gjørdi ikki mætari enn at hann smekkaði til stutt frá miðlinjuni, og bólturin brast í tvørliggjaran áðrenn hann fór í málið. Úr Vágum frætta vit, at hetta málið mann vera ársins mál, og tá er tað ikki av vegnum at tað fellur í ársins dysti.

Áðrenn hálvleik lagði Thor Ingar Axelsen FS Vágar á odda 3-0.

beint eftir hvíldina gjørdi toppskjúttin í aðru deild bart, tá hann legði FS Vágar á odda 4-0 og við tí var tann seinasti ivin burtur.

Leirvíkingar fingu kortini tvey mál, so teir fóru ikki heilt tómhentir av Valloyruni í Sandavági. John Olsen og Jonhard Høgnesen minkaðu um munin, men tað vikaði ikki við tann veruleika, at FS Vágar var omaná, og vann dystin og aðru deild sum hon var.

Við sigrinum í dag er allur ivi um hvør vinnur aðru deild nevniliga burtur, og tað er staðfest, at annað nýggja liðið - um tað vera tvey - verður felagsliðið úr Vágum FS Vágar.

Sosialurin ynskir vágamonnum tillukku við sigrinum og væl afturkomar í bestu fótbóltsdeildina.