AUTO í Havn 45 ár - støðin varð stovnað 18. desember í 1952, og vóru stigtakararnir Eigil Gunnarsson, Keysten Andreassen og Jóhannus Berg. Eins og samfelagið er nógv broytt hesi 45 árini, so eru rættuliga [...] (yngri) átti húsið, og har hevði hann havt bilstøðina TAXA, men var givin. Hann leigaði tá stovnarunum av nýggju bilstøðini hølini og navnið TAXA. Har varð so hildið til í fleiri ár, og partafelagið varð [...] til TAXA navnið og fór sjálvur at reka bilstøðina TAXA 1313 - í somu húsm aftan fyri Sjónleikarahúsið. Strekkini vóru ikki so long Nú varð neyðugt við nýggjum navni, og á fundi tann 20. apríl 1955 var
ventilarnar á bátadekkinum, og tá gekk tað skjótt. Hann sakk longur og longur í reyvini, og skjótt varð eitt veldugt buldur. Lastalúkurnar skutust av. Tað físti og buldraði, og skjótt fór »Blikur« eftir [...] í øllum góðum, og meg vardi ongan vanda. Skipið søkkur!!! Beint eftir døgurða fóru Mannbjørn og eg at vitja Sjúrð, sum var forkølaður og tí hevði fingið kamar at vera í. Meðan vit sita og práta, legðist [...] blaðfólk, og bløðini vóru á tremur við myndum og frásagnum um føroysku skipsbrotsmenninar. Vit fingu innivist á einum sjómansheimi tætt við bryggjuna í Reykjavík. Har fingu vit bæði mat og song og høvdu tað
heilar 85 milliónir í rentum og avdrøgum av lánum. Hósdagin góðkendi Landsstýrið fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu, og á henni eru settar 85 milliónir av til rentur og avdrátt. Av teimum eru 51 milliónir [...] betalt 71,4 milliónir í rentum og avdráttum. Av teimum eru 33 milliónir avdráttir. Sostatt fer kommunan at betala 18 milliónir meiri í avdráttum komandi ár, enn í ár. Og tað vil siga, at komandi ár fer [...] halda fram at gera Marknagilsvegin. Somuleiðis heldur tað umfatandi arbeiðið at víðka og fríðka kirkjugarðin fram, og tað kostar eisnini fitt av pengum. Somuleiðis skal eisini væl brúkast til kloakkir. Onki
hækkingini. Higartil hava land og kommununur betalt 30% í part av barnaansingini og foreldrini hava betalt tey síðstu 30%. Men komandi ár skulu kommunurnar betala 5% meiri, so land og kommunur betala 35% í part [...] næstan 700 fólk, og roknað verður við, at um nakrar heilt fáar mánaðir er fólkatalið í Tórshavnar Kommunu komið uppá 16.000 fólk. Tey flestu, sum flyta til havnar, eru ung húski við børnum, og tað leggur stórt [...] sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at tað er ikki dagur at børn ikki verða sett á bíðilista. Og bíðilistin bara veksur og veksur. Í løtuni standa 400 børn á bíðilista at fáa ansingarpláss. Tað eru hálvt hundrað
fara Vágsheyggjafrensarnir at spæla til gamlamannadans og aldursmarkið verður 20 ár. Leygardagin , 3. jóladag, verður stórur dansur við bólkunum Aria og Dynamit. Aria hevur ikki verið á palli í Klaksvík í
útisiglarar og føroyingar í útlondum. At enda vil eg takka tykkum øllum fyri brátt farna árið. Eg ynski tykkum eini góð, gleðilig og hugnalig jól og eitt gott og eyðnuberandi nýggjár og Harrans signing [...] sett. Í grein 15 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, verða nærri reglur ásettar, og har stendur m.a., at løgmaður kunnger valið og ásetir valdagin við í minsta lagi 6 vikur [...] landsmonnum, bæði fiskimenn á fjarleiðum, handverkarar og aðrir, ið vinna uttanlanda, og fólk í uttanlandssigling, sum ikki fáa høvið at nýta teirra valrætt. Og hetta má sjálvandi ikki henda. Vit kunnu ikki loyva
Allan Simonsen býr framvegis í húsunum, sum hann og familjan búðu í. Tær tríggjar døtrarnar eru Louise, sum er 13, Bianca, sum er 15, og Camilla, sum er 20. [...] Vit hava hugsað um hetta leingi, og vit eru vorðin samd um at skiljast. Men tað hevur ikki verið lætt at taka hesa avgerðina, eftir tey nógvu, góðu árini, sum eg og Anette hava havt saman, sigur Allan [...] Føroyum. Eg eri sera glaður fyri tað starvið, og tað ger, at eg framvegis tætt kann fylgja altjóða fótbólti. Allan Simonsen hevur longt sáttmála við FSF og skal eftir ætlan halda fram sum føroyskur lan
orsøkum enn fiskiveiðu og fiskaframleiðslu, so er vandi fyri einum falli í lønarútgjaldingum í 1998 og frameftir, og tað fer at merkjast hart hjá landskassanum og hjá kommununum. Tá lítið og onki avlop er budgetterað [...] fyrst og fremst av bankamálinum. Viðgerðin í donskum og føroyskum fjølmiðlum, av donskum og føroyskum politikkarum á løgtingi og á fólkatingi hava í ávísan mun tarnað samarbeiðinum millum Føroya og Danmarkar [...] eru fyrst og fremst tørvandi vilji at fáa veiðina til lands, mótstøðan móti verandi virksemi, og tørvandi áhugin hjá heimligum kreftum at taka sær av teimum nógvu virkjunum, sum hava verið og eru til sølu
vit nýta í arbeiði okkara. Skipið skal vera breitt og grunt, lossikranin skal lyfta minst 10 tons/metur. Ferðafólkarúm til 80 fólk, hava 2 motorar og 2 skrúðir. Mín meting um »Másan« er, hann hevur ongantíð [...] sigla uppá Svínoynna, alt ov lítil og siglir ov seint. Solomon prestur skrivaði eina ferð í Dimmalætting um vandan, ið kundi standast av, at »Másin« bert hevur ein motor og dagliga siglir framvið bjørgum. [...] kann vera tikin av bóli, og at óhappið hendir nettup tá ið tað ikki skal. Ikki er ringt at ímynda sær, hvat tá kann henda. Stjórin á Strandferðsluni sigur við Sosialin 30/12 »Vit og klassin eru sannførd um
Føroyar og Fram, meðan seinna semifinalan var ímillum Mjølnir og Fleyr. Fram og Mjølnir vunnu semifinalurnar uttan trupulleikar og hittust sostatt í finaluni. Finalan gjørdist bæði spennandi og vælleikt [...] hesum bólki og ÍF2 nummar trý. Í hinum bólkinum leiktu Mjølnir, ÍF1 og eitt lið við føroyskum flogbóltsútisetum frá ÍF Føroyum. Henda bólkin vann Mjølnir meðan ÍF Føroyar gjørdist nummar tvey og ÍF1 nummar [...] flogbólti. Mjølnir vildi tó ikki geva upp og teir knógvaðu sær til sigur í øðrum setti. Sigast má, at blandingin av royndum og ungum leikarum hjá Mjølni hevur eydnast væl og at teir í dag hava eitt sera sterkt