HB er í Sarpugerði í Gøtu, har fyrsta bríksl verður klokkan 19. Talan er um framskundaðan dyst í ólavsøkuumfarinum. Víkingur og HB hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í landskappingini endaði tað flaggdagin [...] flaggdagin 2-2 í Gundadali, og fýra dagar frammanundan endaði tað í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið 1-1 í Sarpugerði. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði HB sigursmálið. HB hevur [...] ikki vunnið í landskappingini í Gøtu síðani í 2020, tá ið HB við Jens Berthel Askou við róðrið vann sannførandi. HB vann 69 stig, og Víkingur endaði á fimta plássi við 47 stigum. Tá vann HB 3-1 í Gøtu og 3-0
Fyri fyrstu ferð síðani í 2000 er NSÍ í kvøld á veg úr Sarpugerði og um Eiðið og út aftur á Skálafjørðin ongul í reyv. Fyrsti landskappingardysturin í 4. umfari varð spældur í kvøld, og hann endaði 1-0 [...] 1-0 til Víking. Einsamalla málið skoraði miðverjin Atli Gregersen í 63. minutti, tá ið hann mitt fyri og sjey metrar úr málinum við høvdinum sendi bóltin framvið Tórði Thomsen, eftir at Magnus Skoralíð hevði [...] hevði sent fríspark innfyri úr vinstru. Víkingur var leikliga omaná í 1. hálvleiki, tá ið møguleikarnir vóru fáir. Eftir steðgin legði NSÍ bragdligari fyri, men tá ið Víkingur skoraði, var tað stórur hvøkkur
hevur í kvøld á heimavølli í Sarpugerði vunnið 2-0 í grannauppgerðini ímóti ÍF. Zoltan skoraði bæði málini hjá Víkingi í 2. hálvleiki, og í báðum førum var tað eftir uppspæl og innlegg úr vinstru. Í tí seinna
ið grannauppgerðin í Runavík millum NSÍ og Víking endaði 1-1, ber ikki til at siga annað, enn at eisini í tí dystinum var KÍ vinnarin. Í Klaksvík var hálvleiksstøðan í dag 2-0, og í Runavík var hálvleiksstøðan [...] kappingin um FM heitið í kvinnufótbólti hevur verið so stór, sum hon nú er. Fýra feløg eru við í FM endaspælinum, og NSÍ, KÍ og Víkingur hava øll møguleika at vinna meistaraheitið. Í dag vann KÍ 3-0 á heimavølli [...] dysturin millum Víking og KÍ í Sarpugerði, og annan mánadag vera tveir dystir – NSÍ – KÍ og HB – Víkingur. Øll liðini spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Sætta og síðsta umfar í FM endaspælinum verður l
feløgini, var á heysti í 2001, tá ið tey í endaspæli telvaðust um pláss í bestu deildini. B71 endaði tað árið næstniðast í bestu deildini, og Skála endaði næstovast í næstbestu deildini. Í endaspælinum vann Skála [...] 1-0. Higartil í ár hevur tað hjá báðum feløgunum hilnast betri á útivølli enn á heimavølli. Skála hevur tvær tær seinastu ferðirnar fingið fult ávikavíst í Gøtu og í Vági. B71 hevur vunnið í Gundadali ímóti [...] n 3-0 sigur í Sarpugerði. Síðsta sunnudag vóru Anders Rasmussen og Eli Hentze ikki tøkir hjá B71. Í gjárkvøldið var ikki greitt, um hesir báðir lyklaspælararnir verða førir fyri at spæla í kvøld. Einasti
ið B36 og KÍ fyri aðru ferð í fýra dagar spældu í Gundadali. Skírisdag vann KÍ 3-0 í landskappingini, og í dag vann KÍ 4-3 í steypakappingini. Tað ber við sær, at B36, sum í fjør vann kappingina um løg [...] eftir steðgin, og Dan í Soylu setti punktum í 4-0 haimesigrinum. Í Sarpugerði var talan um 10-0 heimasigur, tá ið Víkingur spældi ímóti B68. Á Skála legði Skála seg framum 3-0 í fyrra hálvleiki. Úrslitið [...] sandoyingarnir í HB, Dan í Soylu og Ari Mohr Olsen, roynt seg og eisini Adrian Justinussen, men tað er framvegis málleyst. 45) 0-0 Tað hevur verið rættiliga tjúkt í høvuðsstaðnum seinnapartin. Í Gundadali hevur
mál. Í Gundadali í Havn leyp B68 hvøkk á HB, men heimaliðið fótaði sær skjótt og skorað trý mál upp á 18 minuttir, og vunnu at enda 4-1. EB/Streymur vann 2-0 á AB í Hólmanum á Eiði, og í Sarpugerði vann [...] Fýra dystir vóru leiktir í Betrideildini í dag. Við Djúpumýru í Klaksvík hildu verandi FM-vinnarar, KÍ stásið við líka við 7-1 stórsigri á uppflytarunum, TB. Páll A. Klettskarð legði fyri hetta kappingarárið [...] ein trivaligan 3-0 sigur á Víkingi, har Atli Gregersen brendi eitt brotsspark, ið Mathias H. Lamhauge í B36-málinum bjargaði. Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá 1. umfari: 07 Vestur-ÍF 1-0 (0-0) 1-0
Í dag verða leiktir tríggir dystir í Effodeildini. Hinir báðir dystirnir hetta umfarið vórðu leiktir í gjár og í fyrradagin; HB vann 2-1 á B68 og EB/Streymur vann 3-1 á KÍ. TB, sum er dottið niður um [...] niðurflytingarstrikuna og í løtuni er eitt stig frá bjarging, skal á vitjan í Sarpugerði. TB er uttan tríggjar lykaleikarar, nevniliga Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Gilla Sørensen, sum allir eru [...] framvegis leikbannaður. Heima í Runavík skal NSÍ royna at lyfta seg heilt burtur frá botninum, tá ið teir fáa vitjan av ÍF, sum stríðist um bronsuplássið við Víking. B36 skal á vitjan í Vági hjá FC Suðuroy, har
Tá ið EB/Streymur seinnapartin fer at spæla í Sarpugerði, verður Trygvi Askham málverji. Hetta verður síðsta ferðin í hesum umfarinum, at Trygvi fer at verja málið hjá EB/Streymi. Tað er greitt, at hann [...] venjarin Jákup á Borg og hini í B36 hava Trygva Askham at vera teirra málverja. Hetta árið, hann hevur verið í EB/Streymi, hevur Trygvi Askham ment seg at vera ein tann besta málverjan í Effo-deildini. Tað heldur [...] fer at umboða B36, og at tað liggur í kortunum, at hann verður sjálvkskrivað val á besta liðnum. Kappingarneyti hjá honum verður Rói Mørk Hentze. Trygvi hevur verið í Sundalangum hetta eina árið. Hann er
, Vagnur Mohr Mortensen var aftur at síggja í HB-verjuni – har hann áður hevur tikið mangt takið - í 3-2 sigrinum hjá HB á Víkingi á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu ígjár. Tað var ein sjónliga fegin [...] sum vitjaði 3. Hálvleik hjá Rás2 í bowlinghøllini á Hálsi ígjár. – Eg var øðiliga troyttur, tað er langt síðani eg havi kent meg so troyttan. Eg byrjaði at fáa krampa í tjúkkunum ímóti dystarenda, men tá [...] Spurdur um hvussu hann hevur hildið seg í gongd, síðani skurðviðgerðina, svarar Vagnur: - Eg eri lættur, og havi ikki lagt meg út, so tað gingu bert nakrar vikur, so var eg í góðum formi aftur. Longst at sleppa