Trý lið eru í stórari kapping um gullið

Kvinnur: Í dag vann KÍ ímóti HB, meðan grannauppgerðin millum NSÍ og Víking endaði jøvn

Víkingur og KÍ kappast saman við NSÍ um FM heitið. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Tað er neyvan komin fyri áður, at kappingin um FM heitið í kvinnufótbólti hevur verið so stór, sum hon nú er. Fýra feløg eru við í FM endaspælinum, og NSÍ, KÍ og Víkingur hava øll møguleika at vinna meistaraheitið.

 

Í dag vann KÍ 3-0 á heimavølli ímóti HB, og tá ið grannauppgerðin í Runavík millum NSÍ og Víking endaði 1-1, ber ikki til at siga annað, enn at eisini í tí dystinum var KÍ vinnarin.

 

Í Klaksvík var hálvleiksstøðan í dag 2-0, og í Runavík var hálvleiksstøðan málleysur javnleikur.

 

Hósdagin verður útsetti dysturin millum Víking og KÍ í Sarpugerði, og annan mánadag vera tveir dystir – NSÍ – KÍ og HB – Víkingur. Øll liðini spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Sætta og síðsta umfar í FM endaspælinum verður leygardagin 19. oktober.

 

Skipanin er soleiðis, at stigini, sum vóru vunnin í grundspælinum, telja við í uppgerðini í endaspælinum.

 

 

 

KÍ – HB 3-0 (2-0)

 

1-0: Malena Olsen 19.

 

2-0: Eyðvør Klakstein 29.

 

3-0: Sólja Ernstsdóttir 69.

 

 

 

 

 

NSÍ – Víkingur 1-1 (0-0)

 

1-0: Evelin Da Silva Mastropasqua 58.

 

1-1: Eydna Olsen Dalheim 71.

 

 

 

NSÍ32101051440
210184737
Víkingur202084937
HB3012581827

 

 

 

Hósdagin 26. september

 

Víkingur – KÍ: Andras Frederiksberg kl. 17.00

 

Mánadagin 30. september

 

NSÍ – KÍ:  Jonn Sólheim Thomsen

 

HB – Víkingur: Dávid Waag Sjóstein

 

Víkingur og KÍ kappast saman við NSÍ um FM heitið. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo