Fótbóltur
Øll HB-viðhaldsfólk fegnast um 3-2 sigurin á Víkingi, og ta greiðu oddastøðuna hjá HB. Men tað sum HB-viðhaldsfólk, spælarar og leiðarar frøddust mest um ígjár, var at síggja ein gamlan kenning aftur á liðnum hjá HB. Fyrrverandi landsliðsspælarin, Vagnur Mohr Mortensen var aftur at síggja í HB-verjuni – har hann áður hevur tikið mangt takið - í 3-2 sigrinum hjá HB á Víkingi á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu ígjár.
Tað var ein sjónliga fegin Vagnur Mohr Mortensen, sum vitjaði 3. Hálvleik hjá Rás2 í bowlinghøllini á Hálsi ígjár.
– Eg var øðiliga troyttur, tað er langt síðani eg havi kent meg so troyttan. Eg byrjaði at fáa krampa í tjúkkunum ímóti dystarenda, men tá ein vinnur ein slíkan dyst 3-2, so kann ein bara vera glaður, tá dysturin er liðugur.
Fekk boðini hóskvøldið
Vagnur kom aftur úr Danmark týsdagin, og hevur hann nú fingið grønt ljós til eitt aktivt lív aftur, aftaná eina húðkrabbaskurðviðgerð og eina rættiliga drúgva sjúkrafráveru.
– Tá vit vandu hósdagin, fekk eg at vita, at eg skuldi byrja inni ímóti Víkingi, greiðir Vagnur frá.
– Eg fekk at vita í Danmark, at alt sá gott út, og tað var veruliga deiligt, ein sannur lætti.
Spurdur um hann koma aftur á tað sama góða støði sum fótbóltsspælari svarar Vagnur:
- Ja tað er eingin trupuleiki, eg fekk onga stráluviðgerðir og kemiviðgerðir. Eg havi nakrar skurðar á kroppinum, men annars eru eingir trupuleikar.
Spurdur um hvussu hann hevur hildið seg í gongd, síðani skurðviðgerðina, svarar Vagnur:
- Eg eri lættur, og havi ikki lagt meg út, so tað gingu bert nakrar vikur, so var eg í góðum formi aftur.
Longst at sleppa inn
Vagnur hevur verið sera spentur, sum hann hevur eygleitt sínar liðfelagar frá síðulinjuni, tað sum farið er av kappingini í vodafonedeildini higartil.
– Serliga tá tað hevur gingið so væl, sum tað hevur gjørt ta seinastu tíðina, so vil ein bara sleppa uppá liðið aftur. Tað er altíð keðiligt at sita uttanfyri.
Vagnur heldur, at HB hevur ein góðan og sterkan hóp, sum er, og tí verður tað ikki neyðugt hjá leiðsluni í HB at fara út og styrkja um hópin.
– Har eru nógvir góðir, ungir spælarar á veg, so eg haldi ikki vit hava brúk fyri nøkrum styrki uttanifrá til hópin hjá okkum, slær Vagnur fast.
Væntar trý stig hóskvøldið
Hóskvøldið stendur lokaluppgerð ímóti B36 á skránni, og hóast HB hevur duppult so nógv stig, sum grannarnir úr B36, so staðfestir Vagnur, at talan er um eina lokaluppgerð: -
Í einari lokaluppgerð kann alt henda, men vit fara sjálvsagt eftir trimum stigum, og eg verið sera vónbrotin, um vit ikki fáa trý stig hóskvøldið.
Spurdur um hvat lutakast hann kundi hugsað sær til innleiðandi umfarið í Europa League, svarar Vagnur:
- Tað hevði kanska verið fínt at sloppið ein túr til Íslands, tí tá hevði mótstøðan ikki verið so ovurstór, men tað hevði eisini verið í lagi at farið ein túr eystureftir.










