Tríggir heimasigrar og ein trivaligur sigur til B36 í Sarpugerði

KÍ, HB, EB/Streymur, B36 og 07 Vestur hava lagt frá landi við sigrum

Fýra dystir vóru leiktir í Betrideildini í dag.

 

Við Djúpumýru í Klaksvík hildu verandi FM-vinnarar, KÍ stásið við líka við 7-1 stórsigri á uppflytarunum, TB. Páll A. Klettskarð legði fyri hetta kappingarárið við at skjóta heili fýra mál. 

 

Í Gundadali í Havn leyp B68 hvøkk á HB, men heimaliðið fótaði sær skjótt og skorað trý mál upp á 18 minuttir, og vunnu at enda 4-1.

 

EB/Streymur vann 2-0 á AB í Hólmanum á Eiði, og í Sarpugerði vann B36 ein trivaligan 3-0 sigur á Víkingi, har Atli Gregersen brendi eitt brotsspark, ið Mathias H. Lamhauge í B36-málinum bjargaði. 

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá 1. umfari: 

 

 

 

07 Vestur-ÍF 1-0 (0-0)

 

1-0 Uros Stojanov (84.) 

 

 

 

Víkingur-B36 0-3 (0-1)

 

0-1 Bjarki Nielsen (30.)

 

0-2 Magnus Egilsson (48.)

 

0-3 Taufee Skandari (72.)

 

 

 

EB/Streymur-AB 2-0 (2-0)

 

1-0 Gutti Dahl Olsen (19.)

 

2-0 Rógvi Egilstoft (45.)

 

 

 

HB-B68 4-1 (3-1)

 

0-1 Sebastian Lau Nielsen (16.)

 

1-1 Matthias Præst Nielsen (22.)

 

2-1 Mikkel Dahl (27.)

 

3-1 Mark Borcher (40.)

 

4-1 Jákup Thomsen (81.) 

 

 

 

KÍ-TB 7-1 (3-0)

 

1-0 Páll A. Klettskarð (25.)

 

2-0 Luc Kassi (31.) 

 

3-0 René Shaki Joensen (40.)

 

4-0 Páll A. Klettskarð (59.)

 

5-0 Páll A. Klettskarð (64.)

 

6-0 Sjálvmál (66.)

 

7-0 Páll A. Klettskarð (76.)

 

7-1 John Villi Wøldike (85.) 

 

 

 

KÍ, HB, B36, EB/Streymur og 07 Vestur hava trý stig hvør. ÍF, AB, B68, Víkingur og TB hava einki stig. 

 

 

 

Komandi umfar:

 

ÍF-EB/Streymur (leygardagin)

 

AB-KÍ

 

B36-07 Vestur

 

TB-HB

 

B68-Víkingur