Trý stig til Víking

Fyri fyrstu ferð síðani í 2000 er NSÍ í kvøld á veg úr Sarpugerði og um Eiðið og út aftur á Skálafjørðin ongul í reyv.

Fyrsti landskappingardysturin í 4. umfari varð spældur í kvøld, og hann endaði 1-0 til Víking. Einsamalla málið skoraði miðverjin Atli Gregersen í 63. minutti, tá ið hann mitt fyri og sjey metrar úr málinum við høvdinum sendi bóltin framvið Tórði Thomsen, eftir at Magnus Skoralíð hevði sent fríspark innfyri úr vinstru.

Víkingur var leikliga omaná í 1. hálvleiki, tá ið møguleikarnir vóru fáir.

Eftir steðgin legði NSÍ bragdligari fyri, men tá ið Víkingur skoraði, var tað stórur hvøkkur fyri meistararnar, sum beinanvegin aftaná skiftu tríggjar spælarar út.

NSÍ trýsti síðstu løtuna, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, og so vóru øll trý stigini eftir í Gøtu.