áhugamálini og tað er tí av størsta týdningi, at politikkararnir skilja, at samstarv er neyðugt um okkum skal vera lív lagað her í Útnorðuri. Ísland, Grønland og Føroyar mugu nú læra at tala við einari [...] Ð hevur havt fund í Øravík, men lítið er komið fram til almenningin frá sjálvum fundinum. Men tað lítla, vit hava frætt, bendir á, at ráðið nú av álvara ætlar at fáa gongd á politiska samstarvið millum [...] uppgávurnar, meðan ráðið ikki er saman. Avgerðin at seta ein fastan aðalskrivara er tí ikki bert ein sera skilagóð avgerð, men eisini ein neyðug avgerð, um ráðnum skal vera lív lagað. LONDINI í útnorðuri
hvussu hetta skal gerast. Tað hava teir ikki. Men tað er gott, at tað er onkur, sum ger vart við dálking og umhvørvismál, og eftir okkara tykki er tað bæði rætt og náttúrligt, at stóru oljufeløgini, sum [...] felag royna at finna nýggjar loysnir. GREENPEACE hvørki skal, kann ella eigur at sleppa at seta kílar í ein náttúrligan útvikling á Atlantsmótinum, har tað m.a. er ynski føroyinga, at tað verður leitað [...] hesaferð kemur tað okkum føroyingum við. Talan er ikki beinleiðis um grind men hesaferð snýr tað seg um olju. GREENPEACE, sum ikki er kent fyri at ganga júst okkum føroyingum nær, tá tað snýr seg um grindahval
hevur verið og er. Og einki er at ivast í, at tað kanska nettup er við tí mentanarliga samstarvinum sum grundarlag, at hesir partar av Norðurlondum fara at knýta tættari bond. Mentanin, sum er ein av berarunum [...] ríkidømi. TAÐ er rætt at gera vart við misjavnar og manglandi áhuga, men samtíðis er eisini rætt at takka hinum norðurlondunum kring Eystursjógvin fyri teirra stóra og góða vilja at vera við til at verja og [...] - og hevði tað havt møguleika at møta sum eygleiðarar til tiltøk hjá Norðurlandaráðnum. Marita Petersen helt, at tað eigur at verða lagdur enn størri dentur á hetta forum. Hon helt annars, at fundurin gav
Føroyum hava hálvthundrað kommunur - at tað kanska er ov mikið. Men tað er kortini ikki her, hundurin liggur grivin. Heldur eiga vit at broyta kommunuskipanina soleiðs, at talið á kommunum ikki verður so [...] Soleiðis eigur ikki at vera. Hesin parturin eigur at verða landsuppgáva burturav, og vit eiga at fáa eitt greiðari býti millum, hvat er landsuppgáva og hvat er kommunuuppgáva. Tí eigur greitt at verða sett upp [...] tykist vera alt og eitt hjá landsstýrismanninum í kommunumálum, sum í fullum álvara tosar um at tvinga kommunur at leggja saman. Hetta er púra burtur við. Vit kunnu halda tað vit vilja um, at vit í Føroyum
ætlar javnaðarflokkurin at finna den ?gyldne mellemvej? og harvið royna at tryggja, at vit fyri tað fyrsta ikki endað í sambandsleypinum, har nærum alt skal vera tað sama sum tað hevur verið í viðurskiftunum [...] hugsast, at mong av teimum ungu, sum ikki tykjast at hava serligan áhuga fyri politikki í hvussu er eftir uppmøtingini í Útvarpshøllini at døma, fara at leypa uppá loysingarvognin - uttan at geva sær far [...] ella minni. At tosa um loysing í eini tíð, har búskapurin er í so ringum standi, har sosialu skipaninar ikki røkka til osfr. er ábyrgdarloysi. Men at miðja ímóti at gerast meira sjálvbjargin og at fáa meiri
loysing. Tað er av størsta týdningi, at føroyingar politiskt megna at gera semju um ríkisrættarligu viðurskiftini, um ikki næsta hálva øldin skal vera ein oyðimarkargongd, har eingin vísir seg at hava nóg [...] sum er tikin út frá 50 ára gomlum fortreytum. Danmark er í dag eitt annað samfelag, enn tað var í 1948. Og Danmark er eisini partur av einum størri samfelag (ES), sum vit hava valt ikki at vera partur [...] nóg sterkan rygg at fáa í lag eina politiska loysn á hesum øki. Loysing í sjálvum sær er einki endamál. Hinvegin kann tað bara verða skilagott, at vit fáa skipað viðurskifti - har tað eru vit føroyingar
undan at skula taka útlendingar til Føroyar fyri at undirvísa. Vit gera alt hetta sjálvi við at útbúgva lærararnar til endamálið. EINKI er at ivast í, at hetta er rætta leiðin at ganga, og tað er at fegnast [...] okkum til at arbeiða saman við tí endamáli at fáa mest burtur úr ressursunum. Nakað, sum stórur tørvur er á í Føroyum í dag - á nógvum økjum. SKULDI tað so hent, at her er hvørki olja ella gass, so er tiltakið [...] OFTANI verður sagt, at tað góða og positiva, sum fer fram í einum samfelag, fær ikki somu umrøðu sum tað ringa og positiva. Tað er líkasum at nýggjheitin skal altíð skal hava ein negativan ella yvirkrittiskan
Føroyum, er málið rættiliga álvarsligt, ikki minst tí, at ?dálkingin? er ikki nakað nýtt. SJÁLVANDI eiga vit ikki at leypa framav á slíkum tíðindum, men rætt er avgjørt at rópa varskóð. Tí er talan um at ge [...] okkum. Tá var ætlanin at goyma geislavirkið brennievni í havbotninum umframt at ætlanin var at flyta tað mest vandamikla av øllum evnum, plutonium til verkið at viðgerast víðari. NÚ er so tøgnin brotin. Bløðini [...] MÁLIÐ verður lýst soleiðis, at talan er ikki um nakran vanda her og nú, men bannið er sett í verk fyri at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. SAMBART felagsskapinum KIMO, sum er ein felagsskapur við kommunum
viðurskifti, sum átti at fingið størri prioritet. Er so orsøkin tann, at stovnarnar hava ov avmarkaða orku, so er hetta nakað, sum átti at verið tikið upp. Tí tað kann ikki vera rætt, at fyri tað fyrsta lata vit [...] eftir einum góðan mánað er heilt óhoyrt. Í hvussu er er tað fullkomiliga fremmant fyri okkum og helst eisini mongum øðrum føroyingum, at nakað slíkt ber til - um somu tíð, sum tað gongur niður á bakka í [...] fiskivinnuni á so nógvum økjum. Hvussu ber tað til, at eitt so dýrt fiskaslag er á okkara øki í fleiri mánaðir um árið, uttan at vit sjálvi rætta hond frá síðu at fáa tað til høldar! Vit duga ikki, vit hava ikki
vónar hann at fáa dupultan vinning. Fyri tað fyrsta, vónar hann, at veljarin sigur: Endliga ein, sum torir at lata høvdini rulla. Í øðrum lagi kann hann vinna hetta, at veljarin gloymir, at tað eru poli [...] tað er neyðugt javnan at gera íløgur. Verður hetta ikki gjørt javnan, so fáa vit fløskuhálsar. Tað er júst tað, sum hent er á samferðsluøkinum. Tá ið so fløskuhálsarnir koma, taka okkara landsstýrismenn [...] eina aðru ferð. Tað er meira umráðandi, at vit fáa eitt orðaskifti um samferðsluna og tær mest átroðkandi ábøturnar har. Tróndur er ikki longur tíðarhóskandi far til Sandoyarleiðina. Tað er eingin orsøk til